fríggjadagur 27. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 • 27. juni 2008
Vikuskifti
14
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
ávarar Jákup hana.
– Noy, noy! Eg havi ongantíð
verið nakar Tarzan, skemtar hon
afturímóti.
Niðri í viðrakningini er vírikurin
aftur vaknaður við. Jákup ráðgev
ur, samstundis sum hann liggur á
knæ og kannar:
– Ver strangur við teg sjálvan.
Hav beinið uppeftir; eisini fyri at
sleppa undan bruna. Fyri einaferð
skuld er tað tú, sum liggur á
sofuni við fjarstýringini, og konan
sum rennur ...
Jákup vitjar aftur óstbeins
konuna; hesa ferð saman við
starvsfelaganum, Gudmundi Harri
Guðmundssyni. Teir vilja vita, nær
ið hon vil hava teir at orðna hitt
óstbeinið. Eingin ivi er um, at tað
skal vera sum skjótast.
– Eg veit, hvat ið tað er at hava
ilt, staðfestir tolna konan, sum
liggur í seingini og leggur dent
á, at hon bara hevur gott at bera
øllum á Landssjúkrahúsinum.
– Eg vil fram um alt bara blíva
arbeiðsfør aftur. Heldur tú ikki, at
eg verið tað, spyr hon og hyggur
gáin inn í eyguni á Jákupi, sum
játtar í stundini.
Í dagskurðrúminum á G1 er
russarin raknaður við í øllum
góðum. Har skrivar Jákup sein
astu váttanina í dag, meðan vit
síggja í reyvina á Rituni, sum fer
vaggandi út við nólsoyingum, ið
longu hava fingið frí.
Og so lukkast Jákup at ringja til
Knud Steinø og ráðgeva honum
um, at ein gamal og tvørligur
suðuroyarfrakturur helst krevur
eina Sarmientotilbinding. Dagur
er farin at halla, tá ið Gudmundur
Harri og hann hittast í starvsfólka
rúminum áðrenn stovugongd á G4.
– Føroyingar hava eitt nógv
betri heilsuverk, enn teir geva
sær far um, heldur Jákup, tá ið
starvsfelagarnir hava sett seg
niður og kastað dagin av sær.
– Á Ullevål gingu tað vikur,
áðrenn vit, fremstu serfrøðing
arnir, møttu trupulleikanum, vit
skuldu loysa. Her er sera stutt
millum úthurðina og serlæknan,
staðfestir hann.
– Ja, og eg havi ongantíð
arbeitt á eini skurðgongd, sum
virkar so væl, sum henda. Starvs
fólkini eru ógvuliga áhugað í at
fáa tingini at glíða. Øll arbeiða
væl saman, vil Gudmundur Harri
vera við.
– Tað er blivið nógv betri síðan
í hálvfemsunum. Tá blivu svørðini
brýnd í hvørjari stovu, og blóðið
fleyt í gangunum, gleppur burtur
úr Jákupi, sum gníggjar eyguni
og geispar. Einki er at ivast í, at
akslaskurðfrøðin í Føroyum fer
at liggja á herðunum á honum
komandi árini. Men akslar eru
valla øll orsøkin til, at hann í
næstum formliga fer at flyta heim
við børnunum og konuni, sum
eisini er úr Havn. Tað er helst
bara laksaíelvið, ið ger ein vørr.
Teimum vaksnu leingist heim til
upprunastaðin.
Og so er tað tað, at ongar
ommur og eingir abbar eru í Oslo.
Næstu ferð
Við vaktarskiftið klokkan ellivu góvu kvøldvaktirnar
rapport um sjúklingarnar. Dentur varð lagdur á
teir tyngstu. Maðurin við lungnakrabba hevur opið
atgongumerki til deildina. Hann er farin heim at halda
vikuskifti. Livir ein dag í senn. Tað stundar til deyða.
Ein annar maður, ið hevur krabbamein í baktarminum,
berjist manniliga inni í kanningarrúminum. Hann
hevur forstoppilsi og fær dropp við heilivági, ið skal
fremja opning. Hann er fullur av fæsis, siga tey. Pínan
hevði verið ótolandi, fekk hann ikki morfin alla tíðina.
Krabbasjúklingurin á stovu 1 hevur tað hinvegin betri.
Hann hevur fingið kroyst eitt sindur av breyði og eina
kalda bjór niðurum. Annars er hann ússaligur og etur
næstan einki. Allir hesir tríggir sjúklingarnir hoyra til
røktarbólk 4, sum er nógv tann tyngsti.
Í fimtu greinini í røðini um Lívið á
Landssjúkrahúsinum vitjar Høgni Mohr
á seingjardeildini B7.
Les reportasjuna í næsta Vikuskifti.
Jákup og Theodor
Høgagarð,
narkosulækni
Mynd: Jens Kristian
Vang