fríggjadagur 27. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 27. juni 2008
15
Elin Maria Gregersen,
Syrðugøta,
vanliga
nevnd Ellemia, andaðist
í morgun, 82 ára gomul.
Kistan fer úr heiminum í
Gøtu kirkju fríggjadagin
27. juni kl. 18. Jarð
arferðin verður sunnu
dagin 29. juni kl. 14.
Ann Rose Danielsen
ættað av Argjum, andað
ist í Keypmannahavn
fríggjadagin 20. juni,
43 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Vestur
kirkjuni fríggjadagin kl.
14.
Mads Lützen, lærari,
búsitandi í Tórshavn,
andaðist í heiminum
mánadagin 66 ára gam
al. Bønarhald verður í
Landssjúkrahúskapellin
um fríggjadagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni
leygar
dagin kl. 14. Tey ið
ynskja at minnast Mads,
kunna lata Reyðakrossi
Føroyar eina gávu, konta
í peningastovnunum
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma,
vermóðir, omma og langomma okkara
Elin Maria (Ellemia) Gregersen
Syðrugøtu
andaðist í heiminum hósdagin 26. juni, 82 ára gomul.
Kistan fer úr heiminum í Gøtu kirkju
fríggjadagin 27. juni, kl. 18.00.
Jarðarferðin verður sunnudagin 29. juni, kl. 14.00.
Vegna familjuna
Sæunn, Dagbjørt, Elin, Hallbera, Malan og Ólavur
Í dag fyllir Jacob Weyhe í Kollafirði,
vanliga nevndur Bakarin, 90 ár. Hann
var føddur og vaks upp í Porkeri.
Foreldur hansara vóru Mortan og
Elsebeth Maria Weyhe.
Jacob var tað sjeynda av tíggju systkj
um, sum vóru Magnus, Lotta, Sofía,
Petur, Hanneba, Judith, Jacob, Kristina,
Emma og Leona. Umframt Jacob, eru
bara systrarnar Emma og Leona eftir á
lívi, og tær búgva báðar niðri.
Hóast hann var føddur inn í eina
rætta skipara og fiskifamilju og
sjálvur var ein túr til skips sum 14 ára
gamal, gjørdist sjógvurin ikki hansara
lívsleið, tí sum 16 ára gamal fór hann
til Havnar at standa í læru í bakarínum
hjá Fossá. Seinni arbeiddi hann eisini
eitt skifti sum bakari í Vestmanna og
eitt skifti í Danmark, umframt at hann
í fleiri ár arbeiddi hjá Frants Restorff
í Havn, til hann í 1950 læt upp egið
bakarí í Kollafirði.
Jacob giftist í 1949 við Annu, fødd
Samuelsen, úr Kollafirði. Tey bygdu
sær hús har, og Jacob gjørdi sær
bakarí í kjallaranum. Arbeiðsbýtið
teirra millum var at hann bakaði, og
hon stóð í handlinum. Tey fingu fýra
børn, Poulu, Erling, Elsu og Mortan,
og Jacob hevur í dag níggju abbabørn
og trý langabbabørn.
Ikki fyrr enn hann var 73 ára gamal
í 1991 legði hann frá sær sum bakari
og læt bakaríið í Kollafirði aftur. Tó
hava bakaraovnarnir verið dúgliga
brúktir síðani tí, tí leingi eftir at hann
stongdi, bakaði Jacob til bæði familju
og kenningar, og mong jólasteikin er
eisini farin ígjøgnum ovnarnar, sum
enn standa í kjallaranum.
Jacob og Anna, sum er 85 ára
gomul, eru bæði væl fyri enn, hóast
sín høga aldur. Sjálvt um Jacob er
blivin eitt sindur lamin, gongur hann
úti hvønn dag og gevur dunnunum at
eta, og nú um summarið hevur hann
úr at gera við at taka sær av
dunnungum. Fyrr, tá hann var betur
gongdur, tók hann sær eisini av seyði,
men so langt niðan í bøin klárar hann
ikki longur.
Higani skulu berast teimum báðum
bestu ynski um mong og góð ár aftrat,
og við hesum orðum vilja vit ynskja
Bakaranum í Kollafirði hjartaliga til
lukku við runda føðingardegnum!
Skyldfólk
Bakarin í Kollafirði 90 ár
Fíggjakvøldið
27.
juni
verður ”stand up show” við
komikaranum Unnar Theod
orsson í nýggju kaféini
Patio, sum er í N. Finsens
gøtu, niðan fyri bilstøðina
Auto í Havn.
Unnar er upprunaliga úr
Íslandi, men býr í Danmark,
har hann eisini arbeiðir sum
D.J.
Unnar hevur í Danmark
arbeitt saman við kenda
komikaranum Anders „And
en“ Matthesen. Saman við
Anders kemur danski rapp
arin Clemens, ið skal halda
konsert í vikuskiftinum,
eisini at framføra.
Um viðrar er ætlanin, at tað
heila skal ganga fyri seg uttan
fyri, á terassuni hjá Patio.
Hetta verður fysta tiltakið
hjá Patio, men vit ætla at
skipa fleiri øðrum tiltøkum
við t.d. undirhaldi og tón
leiki, verður sagt frá kaféini
Patio.
»Stand Up Show« á Patio
Próvtøkur á Tekniska Skúlanum
Húsasmiðir f.v.: Bjarni Djurhuus, Hvalvík, Einar Johannesen, Tórshavn, Hanus Højgaard Johansen, Tórshavn, Jákup Jacobsen,
Hvalvík, Malmberg Olsen, Strendur, Reimar Napoleon Djurhuus, Tórshavn, Rógvi Jacobsen, Sandur, og Tórhallur Arnbjarnarson,
Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Hósdagin 26. juni varð prógvhandan á Tekniska Skúlanum í Tórshavn.