fríggjadagur 27. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 122 • 27. juni 2008
Vikuskifti
umborð
Djúpvatnstrolarin
Sancy, sum hevur
verið ein partur av
føroyska fiskiskipa
flotanum seinastu
árini, er nú seldur
til Noregs, har
hann fer at sigla
sum standbyskip í
oljuvinnuni
“The stern trawler Sancy is sold
to Norway and will be used as a
standby vessel…”
Hetta funnu vit á eini heima
síðu í vikuni, og hetta er ikki at
misskilja.
Sancy er farin úr føroyska
fiskiskipaflotanum fyri Beinisvørð,
sum er keyptur úr Íslandi, og nú
verður djúpvatnstrolarin riggaður
til oljuvinnu.
Í nakrar dagar hevur skipið
ligið í Saltangará, og seinastu
dagarnar hevur Sancy ligið
við bryggjuna frammanfyri
maskinverkstaðin Mekanik í
Runavík.
Á Mekanik siga tey, at høvuðs
motorur og ljósmotorur verða
klassaðir, áðrenn skipið fer
nakran veg.
Vit fóru undir at skrúva
høvuðsmotorin sundur mána
dagin, og væntandi fara einir
tveir mans hjá okkum at arbeiða
umborð á skipinum í nakrar dagar.
Sum skilst, eru nakrir
menn, sum fara at sigla við
skipinum í oljuvinnuni, eisini
umborð og fáast við ymiskt
viðlíkahaldsarbeiði, og seinastu
dagarnar er ein partur av brúnni
vorðin sandvaskað, sum tað
verður rópt.
Ætlanin er ivaleyst at snøgga
skipið eitt sindur, áðrenn lagt
verður eystur um hav.
Maðurin, sum stendur aftanfyri
keypið av Sancy, er norðmaðurin
Oddvar Vea, ið fleiri føroyingar
hava sigt hjá, bæði í fiski,
krabbaog oljuvinnuni.
Hetta er sami maður, sum eitt
nú keypti gomlu Froyu, sum nú
eisini siglir sum standbyskip í
oljuvinnuni.
Sosialurin hevur skilt, at Helgi
Davidsen í Saltangará, sum
hevur siglt við standbyskipinum
Froyu, verður skipari, men tíverri
eydnaðist okkum ikki at fáa fatur
á manninum.
Vit funnu hann tíverri ikki á
nakrari skrásettari telefon.
Mekanik arbeiddi eisini umborð
á gomlu Froyu fyri Oddvar Vea,
áðrenn skipið fór til Noregs, eftir
at tað varð selt hagar.
Sum skilst, verður ein partur av
manningini við Sancy føroyingar,
tá klárt verður at fara undir
standbyuppávurnar.
Eftir at hava ligið so leingi, er
spurningurin, hvussu teknisku
instalatiónirnar umborð á Sancy
eru, men skipið ber orð fyri at
hava ein góðan og sterkan skrokk.
Sancy er 45,30 metrar long og
9,30 metrar breið. Beinisvørð,
sum er nýggja skipið hjá Sancy
Trawl, er 30 cm styttri og 60
cm smalari. Hinvegin hevur
Beinisvørð størri maskinorku,
1802 HK, meðan maskinan á
Sancy, sum er ein Wichman, er
1500 HK.
Í samrøðu við Sosialin, eftir at
Beinisvørð var komin á Vág, segði
Hans (Joensen) í Líðini, reiðari,
seg vóna, at teir skjótt fóru at fáa
selt gomlu Sancy. Hann segði,
at rímiliga stórur áhugi var fyri
skipinum, heilt úr Spaniu upp til
Norðurnoregs, sum hann tók til.
Reiðarin segði, at Sancy er eitt
lutfalsliga gott skip, um tað ikki
skal brúkast til fiskiskap.
Hann vísti á, at tað serliga
eru spølini og rørskipanin, sum
er kaput, eins og ljósmotorar
og gear eru í ringum standi.
Reiðarin helt kortini, at sjálvur
høvuðsmotorurin er í góðum
standi, eins og øll apteringin er at
kalla sum nýggj.
Sancy hevur ein sera góðan
og sterkan skrokk, sum er
ísstyrktur í flokki A, har tjúkkastu
platurnar eru 32 mm. Men skuldi
skipið farið til fiskiskap aftur,
hevði nógv verið at gjørt, og tí
gjørdi felagið av at skifta skipið
út, segði reiðarin, Hans í Líðini.
Sancy er smíðaður í 1978, og
Beinisvørð er meira enn 10 ár
yngri.
Síðan djúpvatnstrolarin
Beinisvørð kom á Vág fyri stívliga
trimum mánaðum síðani, hevur
verið arbeitt miðvíst við at gera
skipið klárt til fiskiskap, og sum
skilst er hetta arbeiði nú við at
koma undir land.
Sancy fer í oljuvinnuna
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Úr fiskivinnu í oljuvinnu. Sancy fer nú at sigla sum standby-skip í oljuvinnuni. Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta er norðmaðurin, sum stendur
aftanfyri keypið av Sancy, Oddvar
Vea