Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 122 - 27. juni 2008 ] Streymslit snýtti hyggjararnar Sjónvarpshyggjarar kring alt Europa ilskaðust, tá skíggin brádliga gjørdist svartur, meðan hugt varð at hálvfinaluni millum Týskland og Turkaland mikukvøldið. Tað vísti seg, at feilur var í el-veitingini hjá sveisisku fyrireikarun- um, og at back-up skipanin ikki var nóg góð. Og hetta fekk øði í UEFA-forsetan, Michel Platini, sum vildi hava at vita, hvat gekk fyri seg. Brekið varð síðani rættað, men tað er lítið at ivast í, at reyð oyru eru at hóma millum fyrireikararnar í hesum døgum. Amager byrjar móti Lyngby Fyrsti dysturin hjá nýggja FC Amager í donsku 1. deild verður av heldur truplara slagnum. Hesin er nevnliga á útivølli móti Lyngby, sum verður mett sum ein av favorittunum at vinna sær uppflyting til donsku superliguna komandi kappingarár. Og eisini við føroyskum eygum er talan um áhugaverda uppgerð. Hjá Amager eru fleiri før- oyskir spælarar í hópinum, og hjá Lyngby verður Tem Hansen allar helst millum teirra, sum fara at stríðast á vøllinum. Christian Lam- hauge Holst er enn partur av liðnum hjá Lyngby, men roknað verður við, at hann skiftir til superligufelag, áðrenn nýtt kappingarár byrjar. Um sandoyingar skulu lyfta seg úr botninum, so er alneyðugt, at teir vinna fulla úrtøku, tá ið klaksvíkingar koma at vitja Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Higartil hevur úrtøkan hjá B71 verið soltin: Fimm stig í 12 dystum. B71 hevur skorað 11 mál, og einasti sigurin – 3-1 á heimavølli ímóti Skála – var vunnin 27. apríl. Nú kemur KÍ at vitja, og um B71 skal lyfta sær úr botninum og harvið vinna seg inn á Skála og ÍF, sum eru liðini omanfyri sandoy- ingar, so er uppgerðin sunnudagin ein av teimum, sum skulu bera úrtøku við sær. At tað kann vera torført hjá teimum, sum eru longri uppi á talvuni, at vinna øll stigini á Sandi, verður stað- fest av, at bæði EB/Streym- ur og HB eru farin av Sandi við einum stigi og við úrslit- inum 2-2. Tað er tepurt við fólki hjá B71, og tí verður venjarin, Eli Hentze, aftur hesa ferð á dómaraseðlinum. Tað verður Patrick Sunday eis- ini. Álopsspælarin hevur verið knýttur at B36, men er nú fluttur til Sandoygar. Jóhannes Jensen hevur leingi verið skaddur í fótin- um. Hann hevur roynt at spæla ímóti EB/Streymi og NSÍ, men nú er greitt, at hann verður ikki við aftur undan summarsteðginum. Ein annar verjuspælari, Fabio Vieira, hevur eisini trupulleikar við fótliðnum og verður tískil ikki við ímóti KÍ. Klaksvíkingar hava í fleiri vikur við longsli bíðað eftir, at loyvini hjá amerik- anska álopsspælaranum, Joe Zewe, skulu koma upp á pláss. Hann hevur vant við í fleiri vikur. Fyrrapartin í dag var arbeiðsloyvi ikki komið upp á pláss, men í Klaksvík søgdu teir seg rokna við, at hann verður við á Sandi. John Hammer hevur framvegis trupulleikar við knænum. So er spurningurin, hvussu Eyðun Klakstein fer at blanda kortini. Higartil hava møguleikarnir ikki ver- ið so nógvir, men nú tykist síggja eitt sindur ljósari út. Bjarni Jørgensen hevur vant við fullari ferð nú í nakrar vikur, men hann verður ikki við í hesum vikuskiftinum. Klaksvíkingar siga seg hyggja uppeftir, men tað er framvegis ein sannroynd, at um tað eftir leikliga góða avrikið og úrslitaliga vón- brotið ímóti EB/Streymi ikki eydnast at vinna ímóti B71, so fer botnurin aftur at spøkja í Klaksvík. B71-KÍ: Lyklauppgerð verður á Sandi Í heimadystin móti B71 sýndi KÍ nakað av besta spælinum, sum teir hava sýnt í ár. B71 var tá á odda, men sandoyingarnir hava verið mest sum púrasta sørir síðani savnsmynd Eftir kappróðurin á Eystanstevnu verður telving millum NSÍ og B36 um triðja heiðursmerkjaplássið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at HB mikukvøldið vann síðsta dystin í 12. umfari og harvið legði seg í kjalarvørrin av oddaliðnum, EB/Streymi, so verður tað telving um triðja plássið, tá ið B36 longu leygarkvøldið – eftir kappróðurin á Eyst- anstevnu – fer at vitja við Løkin. Bæði B36 og NSÍ hava 21 stig. HB, sum ikki skal til Fuglafirðar fyrrenn miku- kvøldið, hevur 22 stig, og tí er møguleiki hjá vinnaran- um í annaðkvøld at leggja seg á silvurplássið – í hvussu so er inntil miku- kvøldið. Eftir trivaliga 3-0 heima- sigurin á Víkingi hevur tað verið soltið hjá B36, sum eftir vónbrotið í steypafinal- uni hevur verið partur av javnleikum á Skála og á heimavølli ímóti ÍF. B36 málverjin, Meinhard Joensen, er framvegis leik- bannaður. Hans Jørgensen vardi málið mikukvøldið, tá ið B36 avrikið á heimavølli ímóti ÍF ikki var nakað ser- ligt. Hans verður aftur í B36 málinum í annaðkvøld. Mikukvøldið var Herbert í Lon Jacobsen ikki við ímóti ÍF. Hann var plágaður av vøddaskaða. Í gjárkvøldið vandi Herbert við fullari ferð, og hann verður við í morgin. Stóri spurningurin hjá Heðini Askham, venjara, er, hvussu hann skal skipa álopspartin, nú maðurin í fremstu ódinini, Karoly Potemkin, er sendur til hús. 21 ára gamli eingilski álops- spælarin Sam Malson er upplagdur møguleiki. Í Runavík er fótbóltslagið batnað seinastu vikurnar. Verjuparturin var ikki ser- liga sannførandi fyrsta partin av kappingini. Tølini siga, at nú er tann parturin komin upp á pláss. Eftir 1-1 í Klaksvík hevur NSÍ vunn- ið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar. Og einki mál er farið ígjøgnum hjá Tórði Thomsen. NSÍ hevur vunnið 3-0 í Fuglafirði, 2-0 á heimavølli ímóti B68 og 2-0 á Sandi. Tveir verjuspælarar hava orsaka av sjúku verið burt- uri frá venjing í vikuni. Men tað verður roknað við, at bæði Óli Hansen og Einar Hansen vera tøkir til stevnu- dystin í annaðkvøld. - Í fjør vóru vit meistarar, og tí verður roknað við nógvum samstundis sum mótstøðuliðini vilja vinna á meistaraliðnum. Hesar sein- astu vikurnar hevur tað hiln- ast væl. Hvussu langt tað fer at røkka, fer tíðin at vísa, men vit taka eina avbjóðing í senn, siga tey í Runavík, har tað verður vónað, at uppgerðin ímóti B36 skal vera við til at lyfta stevnulagið. NSÍ-B36: Stevnuhýrurin skal staðfestast Saman við HB kappast NSÍ og B36 um krónurnar, sum ikki eru úr gulli gjørdar. Stevnudysturin leygardagin er lyklauppgerð í so máta