fríggjadagur 27. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 122 - 27. juni 2008 ]
Ikki við Villa
Hóast fagnaðurin hjá Spania var stórur í
gjárkvøldið, so vóru eisini skár í gleðini. Stutt
eftir dystarbyrjan noyddist David Villa nevnliga
haltandi av vøllinum, og greitt er, at hann verður
ikki við í finaldystinum móti Týsklandi. – Villa
verður ikki við í finaluni. Talan er um eina
forstrekning, og so er ikki hugsingur um, at hann
verður við, staðfesti spanski landsliðsvenjarin,
Luis Aragones, tá Spania hevði vissað sær
finaluplássið. Higar til hevur David Villa verið
besti málskjútti hetta EM-endaspælið.
Barcelona vil hava Arshavin
Zenith St. Petersburg váttar nú, at Barcelona hevur boðið upp á Andrei
Arshavin. Seinastu mánaðirnar hevur Arshavin við frálíkum avrikum í
UEFA-Cup kappingini og í EM-endaspælinum gjørt vart við síni
fótbóltsevni, og tað fingið fleiri europisk stórfeløg at vísa honum áhuga.
Arshavin, sum er 27 ár, hevur áður sagt, at júst Barcelona er stóri
dreymurin á fótbóltsyrkisleiðini.
Spaniólar høvdu
tolið, sum skuldi til,
so russiska kontra
maskinan ongantíð
slapp ígongd. Og
so gjørdist talan
um enn ein tryggan
sigur hjá Spania,
sum nú av álvara
líkist einum nýggjum
europameistara
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bert einaferð – í 1964 – hev-
ur Spania vunni ðEM-heitið
í fótbólti, men avrikini í
endaspælinum hesa ferð
hava av álvara givið ábend-
ingar um, at hetta kanska er
árið hjá Spania.
Næst seinasta forðingin
var í gjárkvøldið, tá Spania
dystaðist
við
Russland.
Bæði liðini hava sýnt fram-
úr álopsspæl í endaspæli-
num, men fyrra hálvleik
var tó lítið at síggja til hetta.
Spania hevði kanska lítla
yvirvág í spælinum, men
teir tordu ikki av álvara at
tveita fólkið fram á grøna
talvborðinum. Og hinvegin
sást lítið til russiska álops-
spælið, sum annars hevur
verið so eyðsýnt. Arshavin
varð sera væl ansaður, og í
aðrar mátar tordu russar
eins illa sum spaniólar at
flyta fólkið fram, og tí gjørd-
ist talan í longum løtum um
taktiskar bíðistøður.
Opningurin
kom
eftir
steðgin. Bert fimm minuttir
vóru farnir av seinna hálv-
leiki, tá Iniesta royndi seg
við skoti. Hetta hevði ikki
beina kós, men Xavi hevði
sæð møguleikan, og so
tveitti hann seg fram í skot-
banan, so kúlan fór sendandi
í meskarnar.
Og so var mótbrekkan
tung hjá Russlandi. Teir
royndu at flyta fólk fram,
men móti tekniskt sterku
spaniólunum var hetta ein
vónleys uppgáva. Ferð eftir
ferð varð bólturin fluttur
skjótt runt, soleiðis at trýst-
ið frá mótstøðuni var burt-
uri, og so kundi spanska
maskinan av álvara kick-
starta. Eftir 73 minuttum
kundi Guiza økja til 2-0, og
tá Silva í 82. minutti sendi
triðja bóltin inn um Akin-
feev, var hetta bert ein stað-
festin av veruleikanum. Ein
veruleiki, sum sigur, at
Spania í løtuni hevur kanska
best spælandi fótbóltslands-
liðið av øllum í Europa.
Um hetta so eisini røkkur
í finaluni, kann bert tíðin
vísa. Og skuldi nakar ivast,
so byrjar avgerðin um hetta
sunnukvøldið
klokkan
19.45.
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 EB/S
12
10
-
2
-
0
29
11
18
32
2 HB
12
6
-
4
-
2
24
10
14
22
3 B36
12
5
-
6
-
1
15
6
9
21
4 NSÍ
12
6
-
3
-
3
18
13
5
21
5 Víkingur
12
4
-
3
-
5
18
15
3
15
6 KÍ
12
3
-
5
-
4
16
20
-4
14
7 B68
12
4
-
2
-
6
9
17
-8
14
8 ÍF
12
3
-
2
-
7
15
25
-10
11
9 Skála
12
1
-
5
-
6
8
20
-12
8
10 B71
12
1
-
2
-
9
11
26
-15
5
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 VB/S
12
10
-
1
-
1
33
8
25
31
2 07 Vestur
12
9
-
1
-
2
52
19
33
28
3 TB
13
8
-
2
-
3
37
10
27
26
4 AB
12
8
-
1
-
3
43
16
27
25
5 HB
13
4
-
4
-
5
20
14
6
16
6 Víkingur
12
4
-
3
-
5
16
29
-13
15
7 KÍ
12
4
-
1
-
7
18
39
-21
13
8 NSÍ
13
2
-
3
-
8
22
41
-19
9
9 EB/S
13
3
-
0
-
10
12
55
-43
9
10 B68
12
2
-
0
-
10
14
36
-22
6
Dystaryvirlit
Formula-deildin
Dagur Dystur
Dómari
28.06
NSÍ-B36
Ransin N. Djurhuus
29.06
Víkingur-EB/S Eiler Rasmussen
29.06
B71-KÍ
Rúni Gaardbo
30.06
B68-Skála
Ransin N. Djurhuus
02.07
ÍF-HB
Lars Muller
1. deild
27.06
B68-NSÍ
Jón Kári í Brekkuni
28.06
AB-VB/S
Høgni Hansen
28.06
TB-Víkingur
Páll Augustinussen
28.06
KÍ-HB
Petur Reinert
28.06
EB/S-07 Vestur Rói Jacobsen
Kvinnur
29.06
KÍ-VB/S
Andreas Josephsen
29.06
B36-Skála
Bent T. Linklett
29.06
Víkingur-AB
Jákup M. Kjell
02.07
Skála-KÍ
Marner Olsen
Russland stóð ikki royndina
David Silva hevur júst
skorað triðja spanska málið,
og Spania líkist nú einum
stórfavoritti til heitið sum
nýggjur europameistari í
fóbólti