Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 122 • 27. juni 2008 Nógvir føroyingar vóru í farnu viku til konsert við Bon Jovi í Randers. Á pallinum gekk tað væl hjá bólkinum, men umstøðurnar kring konsertina vóru keðiligar, tí ferðslukaos seinkaði tiltakinum og gjørdi fólk misnøgd. Ummælarin hjá tónleikatíðarritinum Gaffa gevur konsertini tríggjar stjørnur. Hann grundgevur fyri hesum við at siga, at framførslan á pallinum var frálík og var til fimm stjørnur, men fyrireikingin av tiltakinum dumpaði og var til eina stjørnu. Tí miðaltalið tríggjar stjørnur. Spældu saman, sigldu saman, ja, alt var gaman. Soleiðis var tað einaferð við tvíburunum Mary-Kate og Ashley Olsen. Tær gjørdust kendar kring alt USA og aðrastaðni í heiminum eisini í sjónvarpsrøð, har tær spældu frá tí tær vóru 9 mánaðar gamlar. Nú eru tær báðar blivnar 22 ár, og tær sita ikki so væl um sátt, sum tær einaferð gjørdu. The New York Post fer so langt at siga, at tær orka ikki sýnið i hvørjari aðrari, og tær gera alt fyri at sleppa undan at hittast. Sambært blaðnum skal hetta hava verið støðan í rúma tíð. Renna undan hvørja aðrari Bólkurin Coldplay hevur selt nógvar fløgur kring heimin, men higartil hava teir ikki megnað at havt ein sang ovast á bretska single-hitlistanum. Tað er nú broytt, tí sangurin Viva La Vida er komin beinleiðis inn á listanum sum nummar 1. Coldplay er eisini ovast á album-hitlistanum við teirra seinastu útgávu. Tveir stuttfilmar við Marilyn Monroe verður herfyri seldir á uppboðssølu í Las Vegas fyri 285.000 krónur. Films- upptøkurnar vóru gjørdar í sambandi við innspælingina av filminum The Misfits. Í høvuðsleik- lutunum vóru Marilyn Monroe og Clarke Gable, og hetta var seinasti filmur hjá teimum báðum. Gable doyði av einum hjartatilburði stutt eftir upptøkurnar, og Marilyn Monroe doyði nakað seinni av yvirdosis av rúsevnum. Í hesum døgum flokkast kvinnur í stórum tali í biohøllunum fyri at síggja fyrsta biograffilmin um kvinnurnar í sjónvarpsrøðini Sex And The City. Áhaldandi søgur hava viljað verið við, at tveir av høvuðsleikarunum í røðini ikki eru so væl, sum tær eru á skýggjanum. Tað eru Sarah Jessica Parker og Kim Catrell, men sambært Parker er einki í hesum søgum. - Vit eru allar góðar vinkonur, og vit halda sambandið við líka. Tað var ein dreymur, sum gjørdist veruleiki, tá vit fóru at spæla nýggja filmin inn, eftir at havt steðg í fýra ár, sigur Sarah Jessica Parker við svenska Aftonbladet. Í stuttum Coldplay umsíður nummar 1 Monroe-filmur seldur á uppboðssølu Góðar vinkonur Góð konsert - vánaligar umstøður