Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 122 - 27. juni 2008 Stutt Sagt Stillar helst uppaftur Í Ísrael verður hildið fyri vist, at Ehud Olmert, for­ sætisráðharri, fer at stilla uppaftur til formansvalið í flokkinum Kadima, tá formansval verður tann 25. septembur. Tað hevur annars ljóðað, at Olmert skal hava lovað formann­ inum í Arbeiðaraflokki­ num, Ehud Barak, at hann fer ikki at stilla uppaftur. Ísraelsku bløðini skrivaðu í gjár, at alment er eingin tílík avtala, og tí halda tey tað vera rættiliga vist, at Olmert fer at stilla upp­ aftur til floksformann. 9 Ehud Olmert ætlar sær at halda fram sum floksformaður (Mynd: Polfoto) Walesa sum njósnari Ein bók, sum nýliga er komin út í Póllandi, vil vera við, at fyrrverandi forsetin Lech Walesa arbeiddi fyri ta loyniligu løgregluna hjá polska kommunistastýrinum í fyrru helvt av sjeytiáru­ num. Hann hevði dulnevn­ ið Bolek. Teir báðir, sum hava skrivað bókina, siga, at hon byggir á upplýsing­ ar, sum teir hava funnið í skjalagoymslum hjá tjóð­ savninum, har báðir rit­ høvundarnir arbeiða. Lech Walesa vísir skuld­ setingini aftur. Tað ger polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, eisini. Hann sigur, at skuldsetingin ímóti Walesa er politisk jagstran, og hann leggur landsins forseta, Lech Kaczynski, undir at vera við í jagstranini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Kenna tit tykkum noydd at fara á val, skulu tit gera tað, men vit vita, hvat tit hugsa í hjørtum tykkara (Morgan Tsvangirai) útlond Forsetin í Eystur­ timor, Jose Ramos­ Horta, hevur fingið tilboð um at gerast mannarættinda­ kommiserur hjá ST Talsmenn hjá ST váttaðu í gjár, at heimsfelagsskapurin hevði boðið Jose Ramos­ Horta starvið sum kommi­ serur í mannarættindaviður skiftum, men at forsetin hevði biðið um at fáa eitt samdøgur til at hugsa um tilboðið. Keldur í Eystur­ timor søgdu í nátt, at Ramos­Horta er sinnaður at taka av tilboðnum, og at hann í veruleikanum longu hevði tikið avgerð. Jose Ramos­Horta stóð í mong ár á odda fyri at útvega Eysturtimor loysing frá Indonesia. Í mai í fjør varð hann valdur til forseta í eitt fimm ára skeið. Hann fekk friðarheiðursløn Nobels í 1996. Politiskir eygleiðarar siga, at tað kann fáa álvar­ samar avleiðingar fyri viðurskiftini í Eysturtimor, um Jose Ramos­Horta legg­ ur frá sær. So seint sum í februar varð roynt at beina fyri honum, og fer hann frá nú, kann tað eggja hansara mótstøðumonnum til at skipa fyri ófriði, siga eyg­ leiðararnir við Reuters. Jose Ramos-Horta er forseti í Eysturtimor (Mynd: Polfoto) Týskarar mintust í gjár, at 60 ár eru liðin, síðani vestanveldini skipaðu loftbrúnna til Vesturberlin, eftir at russar høvdu stongt farleiðirnar til býin Loftbrúgvin verður ofta umrødd sum tann fyrsti samanbresturin í kalda kríg­ num, tí tað var fyrstu ferð, at vestanveldini og fyrr­ verandi sameindi teirra, Sovjetsamveldið, brustu saman. Eftir boðum frá Josef Stal­ in stongdi sovjetski herurin allar vegir og jarnbreytir til Vesturberlin. Stongsulin stóð við í næstan 15 mán­ aðir, og hesa tíðina flugu flogfør hjá vestanveldunum 278.000 ferðir til Vestur­ berlin. Við sær høvdu tey 2,3 milliónir tons av mati, heilivági, brennievni og ymsum øðrum neyðsynjar­ vørum til fólkið í Vestur­ berlin. Amerikanarin Geir Halvorsen var ein av flogskiparunum, sum flugu neyðsynjarvørur til Vesturberlin. Í gjár var hann aftur í Týsklandi (Mynd: AP) 60 ár síðani Berlin-loftbrúnna Ramos-Horta skal verja mannarættindini EINMANSVAL Í ZIMBABWE Í dag er forsetaval í Zimbabwe. Valð er umval, tá sam- bært almennu valnevndini fekk hvørki av valevnu- num tey neyðugu 50 prosentini á sjálvum valinum, sum var tann 27. mars. Men hesaferð hava veljar- arnir einki at velja ímillum, tí bara eitt valevni er. Tað er Robert Mugabe, forseti. Valevnið hjá andstøðuni, Morgan Tsvangirai, tók seg aftur fyri nøkrum døgum síðani, og hann hevur síðani hildið til á niður- lendsku sendistovuni í høvuðsstaðnum Harare