fríggjadagur 27. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 • 27. juni 2008
Vikuskifti
22
Enn ein dagur. Sólin skýnir, fólk
ganga oman og niðan eftir gøtuni
við handilsposum í hondini. Onnur
sita á café og nýta ein góðan
caffé latté eftir dagsins stríð. Ein
smádrongur gongur ímillum fólkið
og spyr um restpenin, og á hinari
síðuni á gøtuni gongur ein eldri
maður og selir “superglue”.
Vit eru stødd i miðbýnum í
Cape Town, Suðurafrika. Ein
livandi býur, fullur av móta, náttar
lívi. Apartheid árini eru farin
framvið, og her er pláss fyri øllum
fólkasløgum. Hvít, svørt og litað
ganga lið um lið, uttan at nakar
ansar tí.
Námsfrøðiliga upp
gávan og fordómar
Eg eri júst komin til Cape Town
ogskal verða her teir næstu
6 mánaðarnir. Eg skal í starvs
venjing sum námsfrøðingur. Eg
skal arbeiða á einum heimi fyri
dreingjum í aldrinum 8 til 18 ár.
Teir eru fyrrverandi gøtubørn, men
eru nú á barnaheimi og ganga í
skúla. Rúsevni og kriminalitur er
ein stórur partur av teirra lívi. Ein
av mínum uppgávum er at hjálpa
teimum framhaldandi at verða
undir útbúgving og at skapa sær
onnur áhugamál enn rúsevni og
kriminalitet.
Tað er eingin loyna, at fordóm
ar um HIV, kriminalitet, neyð
tøkur hava staði frammalaga í
høvdinum, áðrenn eg kom hertil.
Eg havi fingið at vita alt um
vandarnir við almennari transport,
og at eg má ikki koyra í bili, tí at
møguleikin fyri at onkur leypur inn
í bilin við revolvara fyri at stjala,
ella enntá “hijacka” meg er ov
stórur. Her er í miðal ein neyðtøka
um minuttin, so at ganga á gøtuni
einsamallur er púra ørt.
Eg hyggi rundan um meg og
føli meg lættari av at her sær út
til at verða OK. Cape Town sær
út til at líkjast øðrum stórbýum
í heiminum, eg skal nokk klára
meg.
Eg havi avgjørt frá fyrstan
tíð, at nú tá eg skal verða her í
longri tíð, vil eg gjarna blanda
meg uppí tað lokala samfelagið,
so væl sum eg kann, og koma
nærri inn at suðurafrikanskari
mentan og siðum. Eg meldi meg
tí upp í eitt róðrarfelag og finni
mær eina íbúð at deila við øðrum
suðurafrikanarum. Eg eri spent
uppá, hvat komandi tíðin fer at
bjóða mær.
Eftir at hava verið her í
uml. ein mánaða, byrja mínir
fordómar spakuliga at skifta
skap. Tað, sum virkaði ræðandi
í byrjanini, fyllir ikki so nógv
longur. Millum annað var tað
tankin um at verða í einum landi,
ið hevur methøg tøl hvat viðvíkjir
neyðtøkur, og ein HIV/AIDS
trupulleiki ið fullkomiliga er
lopin av sporinum, ið ræddi meg.
HIV er ikki ein trupul
leiki í Cape Town
Suðurafrika hevur ikki ein so
stóran trupulleika við HIV/AIDS,
ið eg annars helt, ádrenn eg kom
hertil. Eftir at hava verið her ið
eina tíð, byrji eg so smátt at ivast,
um tey hava nakran trupulleika
av tí yvirhøvur. Mótsatt hvat ein
kanska kundi vænta, so eru ongar
kampagnur, ið koyra uppá at ansa
sær, og hvussu tú kannst verja
teg í móti HIV. Tú lesur ikki nógv
um støðuna i landinum viðvíkjandi
HIV, og eingin tosar um tað. Vit
vita øll, at hetta fær sjálvandi
ikki trupulleikan at hvørva, og hjá
mær, sum vælupplýstur evropeari,
at standa og hyggja at ímeðan
tey bara lata standa til meðan
fleiri og fleiri verða smittað kann
virka ræðandi ogprovokerandi.
Sambært lokala fólkinum, plagdi
nógv at verða gjørt burturúr fyri at
upplýsa um, og fyribyrgja HIV/
AIDS. Tó meta tey, at tað bleiv ov
nógv. Lýsingarnar hjálptu ikki og
fólk gjørdust troytt av at hoyra upp
í saman um tað sama. So, tíverri
er veruleikin nokk tann, at natiónin
eftir fleiri ár við stríði ímóti
HIV/AIDS, stendur magtarleys
og er á veg til at geva upp. Fólkið
her er sum heild er í fornoktilsi.
Tey eru blivin immun yvirfyri
øllum kampagnunum. Tey hava
fingið at vita alt um fyribyrging og
smittuvandar meira enn einaferð.
Men tá hetta ikki hevur forbetra
støðuna, er tað ringt at síggja
aðrar møguleikar. Hetta skal tó
ikki skiljast sum um, at tey eru
líkaglað. Óttin fyri at verða raktur
av hesi álvarsomu sjúku sýnist at
fylla meira enn trongdin til at vita,
um tú er smittaður, tá tú á hendan
hátt eisini sleppur frá at taka
støðu til, hvat tað inniber at verða
smittaður.
Mín leiklutur sum
lesandi
Sum námsfrøðilesandi er ein
partur av mínari læru at fara
út í “townshippin” at gera
uppsøkjandi arbeiði. Ein “town
ship” er eitt úrslit av apartheid
politikkinum. Av tí at tey svørtu
og litaðu ikki høvdu loyvi til at
búgva inni í býnum, funnu tey
sær økið uttanfyri býin, har tey
kundu búgva. Suðurafrika hevur
nógvar av hesur “townshippum”.
Khayelitscha, ið er townshippurin,
sum eg arbeiði í, liggur einar 40
km eystanfyri miðbýin í Cape Town
og hýsti undir apartheid árunum
einans teimum svørtu. Í dag sært
tú eisini litað herúti. Men tað er í
høvuðsheitinum, enn tey svørtu ið
Námsfrøðingur millum
gøtubørn í Cape Town
Marjun Joensen greiðir her frá sínum
upplivingum í Cape Town í Suðurafrika.
Vandin fyri brotsverkum er stórur, og
hóast Apartheit árini eru farin fram við,
er tað langur vegur enn, áðrenn hvít og
svørt kunnu liva saman
Frásøgn
Marjun Joensen
post@sosialurin.fo
Børnini nýta skúlabúna, hetta er ein ofta óyvirkomilig útreiðsla hjá familiuni,
og tey eru glað, tá ið vit koma innum hurðina við nýggjum búnum
Hóast tey eru fátøk, vilja tey fegin bjóða mær tvær lekkrar høsnarungaføtur í karry