Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 137 - 20. juli 2001 Nr. 137 - 20. juli 2001 3 Teir árligu EB dagarnir, ið hildnir vera sum ein bygdar- stevna á Eiði, verða nú um vikuskiftið ÍTRÓTTARDAGAR Edvard Joensen Árligu ítróttardagarnir hjá Eiðis Bóltfelag, teir so- nevndu EB dagarnir, verða hildnir á Eiði komandi vikuskifti. EB dagarnir eru sum ein vanlig bygdarstevna, sum vit kenna tær ymsastaðni frá hesa tíðina. EB dagarnir byrja fríggjakvøldið klokkan 18.00, tá Emil Olsen, prest- ur, heldur ítróttarguðstæn- astu við fótbóltsvøllin Niðri á Møl. Hetta tiltakið varð eisini í fjør, og eydn- aðist tað heilt væl. Væl av fólki var samankomið, og undir heilt óformellum um- støðum, var ein hugnalig og væleydnað guðstænasta hildin undir opnum himli. Skráin annars er á leið sum aðrar slíkar stevnur plaga at vera. Kappingar av ymsum sløgum. Hoppiborgir, tom- bola, ponyríðing, dansur og ikki at gloyma pylsuvognin, sum tykist vera ein tann trúgvasti stevnuluttakarin yvirhøvur. Kajak og kanoframsýn- ingar verða Niðri á Vatni, og eisini fer at bera til at leiga sær ein túr við hesum førunum. Sum ein av skemtikappingunum, verð- ur eisini rógvikapping mill- um ávísar kendar persónar. Eitt afturvendandi tiltak á hesum EB døgunum er triatlon kappingin, har svomið verður tvørtur um vatnið. Síðan verður súkkl- að av Mølini út á Torvanes og aftur, áðrenn endað verður við at renna kring vatnið. Hetta tiltakið hevur verið væl umtókt, og í ár verða eisini tvær kvinnur við í kappingini. Og ikki færri enn 10 menn hava boðað frá luttøku í ár. Fótbóltsvøllurin Niðri á Møl hevur seinnu tíðina eisini verið brúktur til lokalar krokkkappingar. Og eisini hesir garparnir - og annars tann, sum hug og evni hevur - fara at royna seg við skipaðari krokk- kapping hesar dagarnar. Umframt verður eisini fótbóltur á skránni. Bæði landskapping í 5. deild, eins og skemtidystir eisini verða leiktir. Sum vanligt er á flest øllum stevnum, verða eisini kristilig útimøti hildin. Samkoman í Mizpa fer leygarkvøldið klokkan 19.00 at hava útimøti á Vaglinum. Seinni leygarkvøldið - klokkan 22.00 - verður felagssangur á Vaglinum, har Rasmus Joensen, eiðis- maður í Havn, fer at halda røðu. Eitt annað tiltak verður eisini beint eftir felags- sangin. Tað er ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har ein veðrur verður seldur. Tað varð eisini roynt í fjør, og gav felagnum heilt fitt av peningi. Ítróttardagar á Eiði Emil Olsen, prestur, byrjar EB dagarnar við ítróttarguðstænastu Niðri á Møl Mynd: Edvard Joensen Kyrjasteinur, sum eina tíð hevur ligið sokkin á Fuglafirði, verður nú ætlandi tikin uppaftur SKIPSBJARGING Edvard Joensen Kyrjasteinur, sum stendur á botni á Fuglafirði, skal tak- ast upp aftur, tí hann er til ampa fyri skipaferðsluna á Fuglafirði. Kyrjasteinur kom aftur til Fuglafjarðar fyri nøkrum árum síðan eftir at hava verið í eini longri útlegd. Skipið var tikið úr skrá- setingini, og ætlanin var at seta tað í stand at hava sum savn á Fuglafirði. Ymiskt er, sum tað gong- ur eftir ætlan. Og ikki ókent er, at tað gongur ikki altíð, sum ætlað er. Soleiðis eis- ini við Kyrjasteini. Hann varð lagdur fyri teym á Fuglafirði. Líkasum til at goyma til betri tíðir. Men so ein vakran dag sakk hann bara beint niður, har hann varð standandi við mastratoppinum undan, tá líkindini vóru soleiðis. Skrokkurin hevur verið til eitt sindur av ampa hjá teimum, sum vara av skipaferðsluni á Fuglafirði, og avgjørt er nú, at hann skal takast uppaftur. Í Fuglafirði eru tey so heppin, at tey eiga ein kavara, sum fyrr hevur roynt at taka sokkin skip upp. Tað er Høgni Kjeld, sum í 13 ár hevur arbeitt sum kavari. Høgni Kjeld hevur nú eina tíð arbeitt við at fáa Kyrjastein aftur á flot. Hann sigur, at tað hevur víst seg at verða truplari, enn hann hevði væntað, tá hann fór undir arbeiðið. Hann sigur, at hann hevur arbeitt við at fáa lagt stroppar undir skrokkin, eins og hann hevur lagt tangar, sum skulu fyllast við luft, inn í skipið. Kyrjasteinur er sokkin beint niður og stendur, at síggja til, púra óskaddur á botni. Skipið stendur umleið hálvannannan metur niðri í móru og leiri, so tað er rættiliga fæst. Hartil kemur, at tað helst vigar út móti tí dupulta av tí, væntað var. So ætlanin við at fáa tveir sandbátar at hevja skrokk- in, fer ikki at bera til. – Kanska Brimil hevur orku til tað, heldur Høgni Kjeld. Ella okkurt av off- shore skipunum, sum nú eru her av og á. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fá eina slíka bjarging at passa í teirra arbeiðsdag. At skipið stendur langt niðri í móru og leiri ger, at tað verður sera ringt at fáa tað leyst. Heilt nágreiniliga hvussu tað verður gjørt, dugir Høgni Kjeld ikki at siga í løtuni. Men hann arbeiðir við málinum og vónar, at klárt verður at hevja Kyrjastein í hesi vikuni. Taka Kyrjastein uppaftur Nakað av umvælingararbeiði varð gjørt, áðrenn Kyrjasteinur varð lagdur fyri teym á Fuglafirði Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2