fríggjadagur 20. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 137 - 20. juli 2001
Nr. 137 - 20. juli 2001
5
Í morgin kemur stóra
oljuboriskipið, sum
skal bora fyri BP, í
Nólsoyarfjørð
OLJUVINNA
Eirikur Lindenskov
At oljuvionnan rættuliga er
byrjað í Føroyum, sæst á
øllum brøgdum.
Í síðstu viku setti bori-
pallurin, Sovereign Ex-
plorer, fyrsta borin í í før-
oysku undirgrundina, og í
morgin kemur stóra, norska
boriskipið, West Navion, í
Nólsoyarfjørð. Hetta er
liður í fyrireikingunum til
fyrstu boringina hjá á før-
oyska landgrunninum. BP
Amoco Exploration skal
bora í økinum, sum hevur
nummarið 004.
– West Navion er bygt í
2000 og er eitt av mest
framkomnu boriskipum í
heiminum, sigur Hjarnar
Djurhuus, stjóri hjá BP í
Føroyum.
Tað er í sambandi við
klárgerðina,
at
skipið
verður liggjandi í Nólsoy-
arfirði leygardagin. Skipið
stingur so djúpt og hevur so
nógva serútgerð, at tað
verður ikki hildið ráðiligt at
koma at bryggju.
Av trygdarávum ber tí-
verri ikki til at lata almenn-
ingin koma umborð, sigur
Hjarnar Djurhuus.
NØVN Í VIKUNI
Jógvan Adolf
Johannesen 65
Í dag, 20 juli, verður Jógv-
an Adolf Johannesen, fyrr-
verandi lærari og løgtings-
maður, Skopun, 65 ár.
Jógvan Adolf er ættaður
úr Dali, hann er sonur Sof-
us og Fridu Johannessen,
sum bæði vóru úr Dali.
Jógvan Adolf tók prógv á
Føroya Læraraskúla í 1962
og hevur hann verið lærari í
Rituvík 1962-68 og í Skop-
un frá 1968-97, og frá 1970
sum fyrstilærari.
Hann fór úr starvi 1. aug-
ust 1997. Jógvan Adolf var
á ársskeiði á Fróðskapar-
setri Føroya 1967-68 í før-
oyskum máli og bókment-
um, hann hevur eisini verið
á ymsum skeiðum í at und-
irvísa seinmentum næm-
ingum. Hann var skrivari í
Skopunar bygdarráð 1971-
92.
Í 1988 fór hann upp í
landspolitikk, tá hann varð
valdur á ting fyri Javnaðar-
flokkin fyri Sandoyar val-
dømi, og sat hann á tingi til
30. apríl 1998. Sum ting-
maður var hann m. a. limur
í Norðurlandaráðnum frá
1992-1994. Mentanarhug-
aður, sum hann er, var hann
limur í løgtingsins ment-
annarnevnd.
Kári P. Højgaard 50 ár
Í morgin verður Kári P.
Højgaard, løgtingsmaður
fyri Sjálvstýrisflokkin í
Eysturoy, 50 ár.
Kári gjørdist løgtings-
maður 26. februar í ár, tá
Sámal Petur í Grund gjørd-
ist landsstýrismaður og tá
varð noyddur at leggja ting-
sessin frá sær.
Kári P. Højgaard er fødd-
ur á Strondum. Hann er
sonur Meinhardt og Jenny
Højgaard, og er giftur við
Simonu, dóttir Borghild og
Anisetus Eliasen í Fugla-
firði.
Kári tók realprógv á
Glyvrum í 1967. Hann var
sjómaður frá 1967-1971. 1.
august 1971 gjørdist hann
avgreiðslupostboð, og yvir-
postboð í 1976. Hann hevur
verið býráðslimur í Runar-
víkar
kommunu
síðani
1988.
Árni Joensen fimmti
Hósdagin fylti verkfrøðing-
urin og fyrrverandi KÍ-for-
maðurin, Árni Joensen,
fimmti.
Árni Joensen er gerða-
maður. Hann er sonur Poul
Joensen, Poul í Nirðristovu,
sum í mong ár var skúla-
tænari í Klaksvík, og Janu,
sum var ættað av Uppsøl-
um. Nú eru longu fleiri ár
síðani, at tey bæði fóru
foldum frá.
Árni er giftur Rannvá,
sum er ættað úr Harald-
sundi og av Norðtoftum.
Tey keyptu fyri fleiri árum
síðani húsini, sum Petra og
Hugo Gardar bygdu og
búðu í úti á Heygum. Um-
framt at vera karmur um
familjulívið hjá Petru og
Hugo, var avgreiðslan hjá
P/F Hugo Gardar og DFDS
í Klaksvík eisini í mong ár í
kjallaranum í húsunum.
Klaksvíkin er nógv vaks-
in seinastu hálvu øldina, og
tí eitur tað ikki longur, at
húsini standa úti á Heyg-
um. Nú standa tey á horni-
num millum Heygavegin
og Gerðagøtu, og har búgva
Árni, Rannvá, og tvíburða-
genturnar Jana og Sússana,
og eisini vitjar sonurin
Ragnar, sum er komin til
mans, av og á.
Árni er verkfrøðingur og
hevur í sínum dagliga yrki
fingist við nógvar stórar
uppgávur. Millum annað
eigur hann æruna av vakra
umhvørvinum
kring
Christianskirkjuna, eins og
hann hevur sín leiklut í
arbeiðinum
við
lend-
ingunum í Fugloy og Svín-
oy.
Árni Joensen hevur verið
virkin í nevndini í Klaks-
víkar Ítróttarfelag. Hann
var skrivari frá 1989 til
1992, so var hann næstfor-
maður í 1993, og frá 1994
fram til 1997 var hann for-
maður í KÍ.
West Navion kemur í morgin
Fakta um West Navion
Longd: 253 metrar
Breidd: 42 metrar
Hædd 103 metrar
Skipið kann bora á 10.000 metra dýpi
Stóra boriskipið, West
Navion, sum kemur í
Nólsoyarfjørð í morgin
Týr er tann føroyski
bólkurin, sum
hevur klárað seg
best á hitlistanum
hjá Útvarpinum,
men tað er fittur
teinur eftir, um
amerikanski
bólkurin, Bon Jovi,
skal takast
Tónleikur
Pop.fo
Rockbólkurin Týr hevur
staðið seg serstakliga
væl á 15 teimum bestu,
sum er hitlistin hjá Út-
varpi Føroya, seinastu
vikurnar.
Listin hjá ÚF tekur
pulsin millum ungfólk
og tónleikaáhugað, og
seinastu átta vikurnar
hava tey kosið Ormin
langa hjá Týr at verða
nummar 1. Eingin annar
føroyskur bólkur hevur
havt ein sang so leingi á
toppinum í 15 teimum
bestu.
Áðrenn Ormurin langi
tók ræðið á 15 teimum
bestu, var tað gospel-
rockbólkurin, I AM, sum
hevði metið. Teirra sang-
ur, Alla leið, var sjey
vikur nummar 1 á 15
teimum bestu.
Bon Jovi nógv bestir
Hóast Týr hevur tikið
metið hjá føroyskum
bólki, so skal nógv til,
áðrenn bólkurin kann
taka metið frá amerik-
anska
rockbólkinum,
Bon Jovi, sum hevur
staðið seg nógv best á 15
teimum bestu.
Teirra sangur, It´s my
life, sum varð eitt risahit
kring allan heim, var
heili 14 vikur nummar 1
í 15 teimum bestu. Næst-
besta avrikið á 15 teim-
um bestu eigur ein annar
amerikanskur
bólkur.
Tað er Aerosmith, sum
varð
nýggju
ferðir
nummar 1 við teirra I
don´t wanna miss a
thing.
15 tær bestu verða
sendar í ÚF hvørt leygar-
kvøld, og um Týr aftur
verða á ovastu rók nú
leygarkvøldið, so hava
teir tikið seg upp á javnt
við Aerosmith.
Men eisini eftir tað er
langur teinur eftir, um
Bon Jovi skal takast.
Týr besti før-
oyski bólkurin
Ormurin langi er tann
sangurin hjá føroyskum
bólki, sum hevur staðið seg
best á 15 teimum bestu
Vestegnens Zonetera-
peutskole, sum hevur
deild í Føroyum,
heldur tað vera løgið,
at Rás 2 kann siga í
eini sending, at teirra
útbúgving ikki er nóg
góð og ikki hevur
nakra góðkenning.
Harumframt fílist
skúlin á, at ein
tilvildarligur sonuvið-
geri verður spurdur
um hesi viðurskiftini
SONUVIÐGERÐAR-
SKÚLI
Stefan í Skorini
Málið
um
Vestegnens
Zoneterapeutskole í Før-
oyum heldur fram. Seinasta
leygardag var grein her í
blaðnum, har Øivind Sol-
bakk, sum hevur ábyrgd av
skúlanum fyri sonuviðgerar
í Føroyum, fanst hvassliga
at Óla Jákupi Rólantson frá
Rás 2 og Odu Andreasen,
sonuviðgera.
Orsøkin til at Øivind
legði eftir teimum báðum
er, at tey í eini sending hjá
Óla Jákpi Rólantson á Rás
2, hava sagt, at Vestegnens
Zoneterapeutskole í Føroy-
um ikki hevur nakra góð-
kenning aðrastaðni, og at
skúlin ikki gevur sínum
næmingum eina nøktandi
útbúgving.
Øivind og skúlin, hann
umboðar, kenna seg so
niðurgjørdar, at hann ætlar
at stevna teimum báðum
fyri ærumeiðing.
Skúlans viðmerkingar
Í dagsins blað hevur Vest-
egnens Zoneterapeutskole,
sum Øivind umboðar í
Føroyum, sínar viðmerk-
ingar til málið og til send-
ingina á Rás 2.
Og málið verður ikki um-
talað við mjúkum orðum í
lesarabrævi.
Skúlin undrast á, at út-
varpsstøðin spyr ein til-
vildarligan sonuviðgera um
viðurskifti, ið snúgva seg
um teirra skúla. Harum-
framt heldur skúlin tað vera
ógvuliga løgið, at útvarps-
støðin ikki hevur kannað
málið nærri.
– Vit halda, at tað er
ræðuligt, at Rás 2 kann siga
í eini sending, at okkara
útbúgving ikki er góðkend
nakrastaðni, at hon ikki er
nóg góð og at næmingarnir
fáa prógv uppá nakað, ið
ikki er nóg gott, sigur
skúlastjórin í lesarabrævi.
Víst verður á, at hetta er
brot á lógina um ærumeið-
ing.
Danski skúlastjórin sigur,
at hann er góðkendur av
fleiri
feløgum
og
sambondum í Noregi og í
Danmark. Tey siga, at
Øivind Solbakk nýtir tað
sama undirvísingartilfarið,
sum tey nýta í aðrastaðni.
Harumframt er eingin ivi
um, at skúlin lýkur treytir-
nar í sambandi við tímatal,
sum Toll og Skattstovan
setir.
Skúlin sigur, at hann
hevur staðið fyri útbúgving
av sonuviðgerum í 15 ár í
Danmark, Noregi og í
Føroyum. Stjórin á skúlan-
um slær fast, at henda
útbúgvingin er viðurkend
og góðkend, og tí kann
einki spurnaðartekin setast
við hana.
Sunnudagin 22. juli
vera tvær konsertir
norði við Gjógv. Tá
fara íslendska
Gunnhildur Halla
Guðmundsdóttir og
føroyingurin Ólavur
Jakobsen at spæla
KONSERT
Stefan í Skorini
Í ár eru Summartónar og
Norðurlandahúsið
farin
undir nýtt tiltak við sunnu-
dagskonsertum við Gjógv.
Konsertirnar hava samband
við tiltakið Summartónar
2001.
Konsertirnar vera í kirkj-
uni og í bygdarhúsinum.
Dagurin er skipaður so-
leiðis, at klokkan 16 er tann
fyrra konsertin í kirkjuni.
Um kvøldið er aftur kon-
sert,
men
hesuferð
í
bygdarhúsinum.
Millum
konsertirnar kunnu fólk
ganga túr og njóta frálíku
náttúruna við Gjógv. Eisini
er møguleiki at keypa sær
okkurt til matna á vallara-
heiminum.
Tann fyrra konsertin,
sum er í kirkjuni, er ókeyp-
is, men tann seinna kostar
80 krónur.
Føroysk verk
Spæld verða fyri tað mesta
verk eftir føroyskum tóna-
skøldum. Á konsertini í
kirkjuni fara Gunnhildur og
Ólavur at spæla verk eftir
Kristian Blak og Trónd
Bogason, og í bygdarhúsin-
um eru tað verk eftir
Sunnleif Rasmussen, Krist-
ian Blak og Penderecki,
sum eru á skránni.
Gunnhildur Halla Guð-
mundsdóttir spælir cello,
og Ólavur Jakobsen spælir
gittar.
Hetta tiltakið hevur verið
roynt fyrr. Tað var 24. juni,
tá Moyzes kvartettin úr
Slovakia spældi við Gjógv.
Tá eydnaðist tiltakið avbera
væl, og kirkjan, sum tekur
eini hundrað fólk, var nær-
um fullsett, og eini sjeyti
fólk vóru á konsert í bygd-
arhúsinum.
Fyrireikararnir siga, at
um undirtøkan verður eins
góð hesuferð, so verður
talan um at skipa fyri hes-
um á hvørjum ári.
Skipað verður fyri buss-
ferð til Gjáar í sambandi
við konsertirnar, og prís-
urin er 100 krónur fyri
bussin. Til ber at bíleggja
pláss í Norðurlandahúsin-
um og í Kunningarstovuni.
Konsertir við Gjógv
Ólavur Jakobsen verður at
hoyra í Gjáar kirkju og í
bygdarhúsinum sunnudagin
Danski sonuviðgerðarskúlin svarar:
Eingin ivi um okkara
góðkenning
C
M
Y
K
5
4