Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 137 - 20. juli 2001 Nr. 137 - 20. juli 2001 7 Gera vitjunartænastu fyri føroyingar í Danmark Í sambandi við Gøtustevnuna í ár, verður skipað fyri fleiri spennandi tónleikatiltøkum umframt eina listaframsýning. Tað er Tónleikasamtakið Grót, sum skipar fyri STEVNA Heri á Rógvi Gøtumenn eru so smátt farnir at fyrireika seg til stevnuna, sum ætlanin er at halda hetta vikuskiftið. Stevnan í ár er kanska mest sermerkt fyri tað, at nógv tónleikatiltøk standa á skránni. Sjálvandi vera eisni tey vanligu stevnu- tiltøkini á skránni, og verður Gøtu Ítróttarfelag, sum kemur at standa fyri hesum. Hetta er síðsta stevnan áðrenn ólavsøku, so tað kann hugsast at fólk fara av húsum fyri at hita væl upp til ólavsøku. Gøtu Ítróttarfeløg skipar eisini fyri dansi á Kambsdali, har Eyðun og Terji fara at spæla. Eisini verður ítróttur á skránni. Torbjørn Jacob- sen, fyrrverandi lands- stýrismaður, fer eisini at flyta fram røðu á midnátt leygardagin. Nógv Grót Tónleikasamtakið Grót er eitt rættiliga virki felag. Hetta sæst eisini aftur á skránni yvir stevnuna. Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin hevur Grót tiltøk á skránni. Fríggjadagin 20 juli stendur hugnakvøld á skránni. Hetta er eitt hugnakvøld við vísusangi og undirhaldi. Johan Dals- gaard (Johan í Kollafirði), Niels og Helgi Midjord og Vísumenn úr Klaksvík fara at syngja og undirhalda. Leygardagin verður lista- framsýning í Glyvra- hanusarhúsinum í gamla býlinginum í Norðragøtu. Listaframsýningin verður opin frá kl.14 til 19. Tað eru ung listafólk úr Eystur- oynni, sum fara at sýna fram. Tað mest forkunnuga á stevnuni hesaferð er uttan iva ein rock-konsert, sum verður í Skúlagarðinum við Gøtugjógv. Luttakandi bólkarnir vera Clickhaze, Flux, Marigold, Bob og mF#. Hetta má sigast, at vera ein rættiliga spennandi manning til eina konsert í Føroyum og serliga Click- haze tykist at vera rættiliga væl fyri í løtuni. Ein av sangarunum hjá bólkinum, Eivør Pálsdóttir verður 18 ár leygardagin, og kunnu áhoyrarnir mestir vænta okkurt serligt. Eisini verður ein annar bólkur á skránni, ið fyrireikarnir ikki vilja siga navnið á. Eftir midnátt verður dansur í Losjuni,har Ragn- ar í Vík og Bacon standa fyri tónleikinum. Sunnudagin verður fólkatónleikakonsert í Losjuni, har Kári Sverrison og Agnar Lamhauge fara at framføra. Konsertin byrjar kl. 20.30. Eisni verður listaframsýningin opin sunnudagin. Skapa betri umstøður Tónleikasamtakið Grót varð sett á stovn í oktober 1998. Endámálið er fyrst og fremst at skapa betri um- støður fyri tónleikarar í Eysturoynni, sigur Jón Tyril, formaður í Grót. Tað er tó ikki soleiðis, at vit hava hugsað nakað serligt lokalpatriotiskt til hesi tiltøkini, sigur Jón Tyril. Tiltøkini hjá Grót eru í besta samstarvi við Gøtu Ítróttarfelag, sigur Jón Tyril. Felagið hevur um hálvhundrað limir, og hevur hetta verið eitt størst tak at skipa fyri hesum. Ætlanin við tiltøkunum er fyrst fremst at geva tónleikar- unum ein møguleika at sleppa at spæla, men tað hevði eisini verið gott um hetta gav eitt sindur í kassan, sigur Jón Tyril. Jón vónar at síggja nógv fólk, og hann sigur, at teir hava í øllum førum gjørt eitt sindur fyri, at fólk fáa eitt gott upplivilsi. Reyði Krossur í Føroyum roynir nú at víðka um sítt virksemið. Ætlanin er at seta á stovn eina vitjunartænastu í Keypmannahavn, sum skal veita hjálp til eldri og sjúkar føroyingar, ið búleikast har um leiðir VITJUNARTÆNASTA Heri á Rógvi Endamálið hjá Reyðakrossi er at hjálpa fólki. Reyði Krossur hevur nú í fleiri ár verið virkin í Føroyum. Virksemið hjá Reyða Krossi er oftani tvørtur um landamørk, og vit minnas m.a. Kosovo-hjálpina, sum Reyði Krossur skipaði fyri saman við Reyða Krossi í Danmark. Arbeiðið hjá Reyða Krossi er eisini kent kring allan heimin, og myndirnar av hjálparvirk- seminum hjá Reyða Krossi eru vanligar í tíðinda- sendingum. Reyði Krossur í Føroyum liggur heldur ikki á lætu síðuni, og nógv virksemi er í felagnum. Felagið hevur nú valt at royna nýggjar leiðir. Hjálpa í Danmark Nýggjasta ætlanin hjá Reyða Krossi fer at ganga fyri seg í Danmark. Ætlan- in er at gera eina vitj- unartænastu fyri eldri og sjúkar føroyingar og annars allar teir føroyingar, sum hava tørv á at fáa vitjan frá onkrum, sigur Marin Strøm, limur í kanningar- bólkinum. Enn er ætlanin í stoypi- skeiðini. Í løtuni fer kann- ingararbeiði í gongd, har kannað verður, hvussu stórur tørvurin er á slíkum vitjanum í Danmark. Fyri- bils skuldi kanningar- arbeiði fara fram til juni í ár, og miðja hevur verið ímóti, at ein tílík vitjunar- tænasta skuldi kunnað byrj- að á vári 2002, sigur Marin Strøm. Í sjálvum kanningarbólk- inum sita fýra lesandi, ið allar lesa okkurt, sum hevur tilknýti til sosialmál av hesum slag. Marin Strøm lesur sjálv fólkaheilsufrøði, og er hetta ein nýggj út- búgving, sum m.a. tekur støði í tílíkum arbeiði sum hesum, sigur Marin Strøm. Tær eru í løtuni í holt við kanna tørvin, men tær mugu ásanna, at tað er torført at finna útav, hvussu nógvir og hvørjir føroying- ar búgva í danska høvuðs- staðarøkinum. Tað er tó ikki Reyði Krossur einsamallur, sum fer undir hetta átak. Tað eru føroyingafeløg í høvuðs- staðarøkinum og Reyði Krossur, sum í felag standa fyri hesum, sigur Marin Strøm. Sjálvt kanningar- arbeiði, og tann kostna, ið stends av hesum arbeiði ber Reyði Krossur í Føroyum, men alt arbeiði er sjálv- boðið, sigur Marin Strøm. Tað vera eisini tær aktivu kreftirnar í føroyingafeløg- unum, sum koma at vera berandi kreftirnar innan vitjunartænastuna, sigur Marin Strøm. Tað er nem- liga ætlanin, at tað skulu vera fastbúgvandi í økin- um, sum koma at fara út vitja tey ymisku, sigur Marin Strøm. Hetta merkir, at tað ikki vera lesandi, sum fara út at vitja, tí hesi fara so at siga øll heim til Føroyar, tá frítíð ella høgtíð stendur á skránni. Hetta verður gjørt fyri at skipanin skal kunna halda sær uppi, sigur Marin Strøm. Av tilvild Hughskotið til hetta átakið kom av tilvild, sigur Marin Strøm. Tað var formaðurin i Reyða Krossi í Føroyum, Suni Winther, sum var í Danmark, tá ein kona knap- liga vendi sær til hansara, tí hon hevði varnast. at hann var í einari føroyskari troyggju. Henda kona var komin væl til aldurs, og hon segði seg ikki hava sæð nakran føroying í nógv ár. Hetta fekk formannin í Reyða Krossi í Føroyum at venda sær til tær fýra við tí hugskotinum, at tær skulu kannað, um tað ikki kundi skipast fyri einari vitjunar- tænastu í Keypmannahavn fyri eldri og sjúkar før- oyingar, ið høvdu tørv á at fáa vitjan, sigur Marin Strøm. Ein tílík skipan er heldur ikki heilt ókend úr øðrum londum eitt nú Danmark. Ætlanin er at fáa hetta at virka innan ikki ov langa tíð, sigur Marin Strøm. Í hesum sambandi biður hon tey, sum kanska kundu hugsað at fingið vitjan ella kenna onkran, sum kundi hugsað at fáa vitjan, at kontakta Reyða Kross. Hetta kann gerast við at ringja til 311391 ella skriva eitt teldubræv til vitjunartaenastandk@hotm ail.com Marin Strøm er við í kanningararbeiðinum hjá Reyða Krossi. Hon sigur, at arbeiði er gevandi fyri hana Grót á Gøtustevnu Clickhaze verður ein av bólkunum, sum fer at spæla í Gøtu leygardagin Eftir prologin í Klaks- vík mikudagin varð í gjár kl. 13.30 farið undir 88 kilometra langa eysturoyartein- in. Hesin teinur kann ikki samanberast við teinin í Klaksvík á tríggjar kilometrar, so súkklararnir skuldu veruliga standa sína roynd STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Eftir evstamark á blaðnum varð í gjár farið undir teinin í Eysturoynni, og var hetta fyrsta veruliga royndin hjá teimum 36 luttakarunum í Statoil Kring Føroyar. 88 kilometrar skuldu gjøgnumførast, og skuldu súkklararnir m.a. uppum Eiðisskarð á 400 metra hædd, sum ikki kann samanberast við slætta og stutta teinin í Klaksvík. Tískil gav úrslitið av hes- um teininum eina góða mynd av, hvussu sterkir súkklararnir eru, og hvussu bæði føroysku og donsku súkklararnir, sum dagliga súkkla í Danmark, kláraðu seg í føroysku fjøllunum. Føroyingarnir fyrimun Føroyingar okkara í kapp- ingini hava sjálvsagt ein fyrimun, við tað at teir kenna teinarnir og vita nær longu brekkurnar koma fyri. Donsku luttakararnir, sum ikki hava verið við fyrr, vita sjálvsagt ikki nak- að um teinarnir, og kann hetta koma at hava avger- andi týdning fyri kapping- ina. Munurin á tíðunum hjá ymsu súkklarunum á tein- inum í Klaksvík snýr seg bert um sekund, og tí koma tíðirnar á longu teinunum at gerast avgerandi tá av- tornar. Teinurin Súkklararnir fóru í gjár klokkan 13.30 undir teir 88 kilometrarnir í Eystur- oynni, og byrjað varð í Norðskála. Síðani varð koyrt um Eiðisskarð, via Funningsjførð og Gøtueiði til Leirvíkar ígjøgnum tunnilin, og úr Leirvík eftir gamlavegi. Haðani varð koyrt aftur um Gøtueiði runt Agnið ímóti urinum og til Runavíkar, har enda varð við tveimum umførum kring Runavíkina. Sigur- sceremoni varð umleið klokkan 16.30. Vit hoyra frá úrslitininum í leygardagsblaðnum. Eysturoyggin fyrsta royndin hjá súkklarunum Mikudagin 18.30 fór ársins útgáva av Stat- oil Kring Føroyar súkklukappingini av bakkastokki, og fyrsti teinurin var í Klaks- vík á bert tríggjar kilometrar. Danin Anders Michaelsen gjørdist vinnari, með- an fremstu føroying- arnir endaðu á triðja, fjórða og fimta plássi STATOIL KRING FØROYAR Heini í Skorini Fyrsti teinurin í súkklu- kappingini Statoil Kring Føroyar, tað sum vanliga verður kallað prologurin, varð súkklaður mikudagin í Klaksvík. Sostatt er hol sett á Statoil Kring Føroyar 2001. Føroya størsta súkklu- kapping er skipað á tann hátt, at súkklað verður fimm dagar upp í slag. Fyrst í Klaksvík, sum varð súkkla mikudagin 18. juli, síðani í Eysturoynni 19. juli, so verður farið til Sandoynna 20. juli, eftir hetta er Suðuroyggin á skránni 21. juli, og til sein- ast verður kappingin av- gjørd á Streymoynni 22. juli. Síðani verða tíðirnar á øllum teinunum lagdar saman, og tann súkklarin, sum hevur bestu tíðina samanlagt, er sjálvsagt vinnarin. Føroyingurin Rógvi Johansen gjørdist vinnari av kappingini í fjør, og er hann avgjørt millum favo- rittarnar at vinna aftur í ár. Hinir føroyingarnir, sum eisini kunnu enda ovarlaga á listanum, eru Bogi Christ- iansen og Gunnar Dahl Olsen. Anders Michaelsen vann Teinurin í Klaksvík miku- dagin var á bert tríggjar kilometrar, meðan nógv longri strekkið eru á skránni á hinum teinunum. Súkklararnir byrjaðu ikki samstundis, men ein min- uttur var ímillum hvønn súkklara, og so varð tíðin tikin. Fremsti føroyski súkklar- in í løtuni, fyrrnevndi Rógvi Johansen, súkklaði við bláu føraratroyggjuni, við tað at hann vann Statoil Kring Føroyar í fjør. Úrslitið í prologinum mikudagin í Klaksvík var, at danin Anders Michael- sen, sum súkklar fyri Ord- rup CC í Danmark, hevði bestu tíðina. Tíðin hjá hon- um var 3 min, 46 sek. Á øðrum plássi var ein annar dani, Jannick Petersen úr Hammel Cykel Klub, og hann kom á mál við tíðini 3 min, 47 sek. Á triðja, fjórða og fimta plássi komu før- oyingarnir Rógvi Johansen, Bogi Christiansen og Gunnar Dahl Olsen. Rógvi hevði tíðina 3 min, 49 sek, Bogi hevði tíðina 3 min, 51 sek, bert tvey sekund eftir Rógva, meðan Gunnar Dahl Olsen hevði tíðina 3 min, 53 sek. Næsti Føroy- ingurin eftir hesar tríggjar var Jóhann Brend á níggj- unda plássi við tíðini 3 min, 58 sek. Gott føroyskt avrik Hóast eingin føroyingur var á fyrsta og øðrum plássi, má úrslitið úr Klaksvík metast at vera gott, sæð við føroyskum eygum. Rógvi Johansen, sum súkklar í A bólkinum, var framman- undan tippaður at vera mill- um teir fremstu, men tað má metast sum eitt gott úrs- lit fyri Boga Christiansen og Gunnar Dahl Olsen at enda á fjórða og fimta plássi. Bogi súkklar í B bólkinum, meðan Gunnar er í C bólkinum, og fingu teir betri tíð enn tríggir dan- ir, sum súkkla í A bólkin- um. Jóhann Brend, eisini úr C bólkinum, var framman- fyri tveir danir úr A bólk- inum. Jens Glerup, formaður í Tórshavnar Súkklufelag, segði eftir kappingina, at úrslitið fyri føroyingarnir var gott. Hann segði eisini, at tað ikki kom óvæntað, at Anders Michaelsen gjørdist vinnari í stutta prologinum í Klaksvík. Men Jens Glerup leggur afturat, at vinnarin, Anders Michael- sen, vigar nógv, og at hann saktans kann fáa trupul- leikar, tá súkklað verður í fjøllunum komandi dagar- nar. Tá er tað ein stórur fyrimunur at vera so lættur sum gjørligt, og tískil siga teir tríggir kilometrarnir í Klaksvík ikki so nógv um styrkina hjá súkklarunum á longu fjallateinunum. Sostatt fingu føroyingar- nir samanlagt gott úrslit á fyrsta teininum í Klaksvík, men størri og harðari av- bjóðingar skulu eisini gjøgnumførast, tá súkklar- arnir herja høgu fjøllini kring Føroyar komandi dagarnar. Í gjár, eftir evstamark á blaðnum, varð súkklað á 88 kilometra langa teininum í Eysturoynni, har súkklarar- nir m.a. skuldu uppum Eiðisskarð á 400 metrum. Les meiri um tað aðrastaðni í blaðnum. Dani vann prologin Súkklari til reiðar at fara avstað í prologinum í Klaksvík mikudagin Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, ynskir vinnaranum á prologinum í Klaksvík mikudagin, Anders Michaelsen, tillukku C M Y K 7 6