Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 122 - 27. juni 2008 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Samskipari til øki 1, íð umfatar Suðurstreymoy Stuðulstænastan er í støðugari menning, og sum liður í einum nýggjum leiðslu- bygnað skal ein samskipari setast. Starvið er eitt nýtt fulltíðarstarv og verður sett 01.09.2008. Stuðulstænastan fevnur um Stuðul- skipanina fyri vaksin og Deildina fyri sinnisveik. Uppgávunar hjá Stuðulskip- anini fyri vaksin eru: fylgi, eftiransni, umsorgan og sosialpedagogisk hjálp til heimabúgvandi persónar yvur 18 ár við serligum tørvi, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika. Í løtuni eru uml. 120 persónar, sum fáa stuðul. Uppgávunar hjá Deildini fyri sinnisveik eru bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik. Høvuðsendamálið er at stuðla persónum, so teir hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Førleikakrøv / Høvðusuppgávur • Tú hevur eina relevanta sosial- ella heilsufakliga bakgrund. • Tú hevur fakligu leiðsluna av 15 – 20 stuðlum, íð eru settir í øki 1. • Tú hevur dagligu ábyrgdina av einum nýggjum toymi, ið fer at arbeiða við ungum , ið skulu tillaga seg í samfelagnum, umframt stuðlum, ið ikki eru knýttir til toymið. • Tú kanst byggja víðari á tað fakliga fundamentið í tøttum samstarvi við starvsfólkini. • Tú dugir at fyrireika og menna tænastuna til borgaran. • Tú hevur eftirlit av samstarvsavtalum millum borgaran og stuðulin. • Málsviðgerð. Vit leita eftur einum samskipara, sum hevur hesar persónligir eginleikar: • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og dugir væl at fyrisita. • Tú dugir væl at samskifta, bæði munnliga og skrivliga. • Tú dugir væl at samstarva. • Tú ert týðulig/ur og torir at taka avgerðir. Vit kunnu bjóða • Eitt arbeiðspláss sum er í støðugari menning og við nógvum avbjóðingum. • Humor. • Supervision. Lønar- og setunartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum avvarð- andi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærverkið hevur sent starvið til flokk- ingar. Tann, íð settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Regin Johansen, Leiðara á telefon 360000 ella økisleiðaran Hermann Mortensen á telefon 360000. Umsókn Umsókn við avriti av prógvskjølum, viðmælum og C.V skal sendast til: Nærverkið Argjavegur 26 Stílað: Regin Johansen, leiðari fyri Stuðulstænastuna 160 Argir Umsóknarfreist: 21. juli 2008 kl. 12.00. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Avloysari til Verkstaðið Vón Søkt verður eftur avloysara fyri pedagog í barsilsfarloyvi til setan 1. septembur 2008 og eitt hálvt ár fram og møguliga longur um farloyvið verður longt. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeitt verður gerandisdagar frá kl.8.00 til 16.00. Tann, sum søkir, verður ein natúrligur partur av virkseminum á Vón og má verða sinnað/ur • at arbeiða við fólki við menningartarni • at arbeiða sjálvstøðugt • at samstarva við øll okkara viðskiftafólk bæði innan- og uttanhýsis • at vera skapandi og virka fyri nýhugsan. Verkstaðið Vón er í dag karmur um virksemi hjá uml. 45 vaksnum fólkum við menningartarni umframt 13 starvsfólkum. Vit arbeiða í høvuðsheitinum við fastari framleiðslu umframt at vit skipa fyri alternativum tiltøkum gjøgnum árið. Vit leggja stóran dent á, at tann einsktaki mennist í samstavi við onnur, og at tann einsktaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum til ber. Sum starvsfólk kemur tú at verða partur í einum tvørfakligum umhvørvi, har dagligar rutinur og broytingar eru eins neyðugar. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til leiðaran, Maud Wang Hansen á tlf. 21 42 88 ella 31 42 88 – lokal 0. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið . Um tænastumaður søkir, heldur tænastumannasetanin fram. Umsókn Umsókn við avriti at prógvskjølum, viðmælum og C.V. skal sendast til: Verkstaðið Vón Hóvabrekka 1 Postboks 2003 165 Argir Stílað.: Maud Wang Hansen Umsóknarfreistin: 13. juli 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.