Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 27. juni 2008 43 lýsingar Námsfrøðingur søkist Frítíðarskúlin “Kambur” søkir námsfrøðing at byrja 11. august 2008. Eftir summarsteðgin fer frítíðarskúlin at økja um virksemi sítt, við at takað nøkur 6 ára gomul børn inn og veita teimum eitt serligt tilboð. Vit fara tí at hava brúk fyri tær. Vit sóknast einum námsfrøðingi, ið hevur dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvið, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Setanarviðurskifti Starvið er 40 tímar um vikuna, við møguleikanum fyri niðursettari arbeiðstíð. Starvið verður sett frá 11. august 2008. Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kom- munu í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. juli 2008 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna Norður í Gerði 10b FO-530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Philbrow, leiðari, telefon 73 77 91.