Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • 27. juni 2008 Vikuskifti 17 mítt land Føroyar Aftur hesa vikuna vóru fimm áhugaverd evni umrødd í sendirøðini “Føroyar mítt land”, sum er á Rás2 hvønn gerandisdag. Evnini, sum vórðu umrødd í sendirøðini í hesi vikuni, og sum høvi verður at endurhoyra sunnudagin klokkan 13, vóru: útróðrarsøga; mishalgidagar og siðir og skikkir í sambandi við teir; føroyski tjóðbúnin – hesa ferð um tað bæriligu stavnhettuna og húgvuna; brot úr Vága bilsøgu; umframt gamlir føroyskir matsiðir. Tey, sum løgdu sendingarnar til rættis, vóru: Andreas Andreasen, Janus Mohr, Nicolina Jensen Beder, Eirikur Lindenskov og Kristianna Rein. Rás2, sunnudagin klokkan 13. Føroyar mítt land í næstu viku: 30/6 Turið Sigurðardóttir 1/7 Janus Mohr 2/7 Nicolina Jensen Beder 3/7 Eirikur Lindenskov 4/7 Ólavur Clementsen Hvønn gerandisdag kl.8, kl.9, kl.22 og kl.23, (týsdag tó 2230) Føroyar mítt land Summi minnast Dallas, onnur Beverly Hills, og nógv eisini Baywatch, men nú er tað ein krimirøð, sum er mest sædda sjónvarpssendin í heiminum. Sambært The New York Post er tað røðin CSI, sum tað verður hugt so dúgliga eftir í sjónvarpi kring allan heimin. Mett verður, at umleið 84 milliónir fólk hugdu eftir røðini í fjør. CSI finnist í trimum ymiskum útgávum. Í hølunum á CSI – men væl aftanfyri - eru Desperate Housewives við meira enn 60 milliónum hyggjarum, og á triðja plássi er Glamour við26 milliónum . Tónleikakappingin American Idol er mest sædda røði í USA, men hon er ikki við á listanum hjá amerikanska blaðnum, tá ið tað snýr seg allan heimin. CSI er populerast