fríggjadagur 27. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 122 - 27. juni 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Í B36 hava tey ikki
verið nøgd við úrtøk
una hjá ungverska
áleyparanum, sum
nú er sendur til hús.
Avtala er ístaðin
skrivað við enska Sam
Malson, sum hevur
vant við hesa vikuna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fýra mál í 12 dystum. Tað
er úrtøkan, sum Karoly
Potemkin hevur havt í
Formula-deildini. Og tað er
ov lítið hjá B36, sum hevði
størri ætlanir enn sum so
við ungverjanum, tá teir í
vetur
skrivaðu
undir
sáttmálan.
- Vit hava ikki verið
nøgdir við úrtøkuna hjá
liðnum seinastu tíðina, og
hetta er so ein avleiðing av
hesum.
Tað
sigur
Havgrímur
Johannesen, sum er ein av
teimum, ið tekur sær av
Formula-hópinum hjá B36.
Seinastu vikuna hevur
B36 havt ein breta til
royndarvenjingar.
Sam
Malson er navnið á hesum,
og 21 ára gamli áleyparin
hevur hesa seinastu vikuna
sannført tey í B36 somikið
nógv, at tey ikki ivast í, at
hetta er maðurin, sum kann
hvessa álopið hjá B36. Enn
eru øll pappírini tó ikki
komin upp á pláss hesum
viðvíkjandi, og tí er bretski
áleyparin ikki við hópinum,
sum fer at spæla stevnudyst
í Runavík leygardagin.
Havgrímur
Johannesen
leggur afturat, at talan
møguliga verður um at
knýta onkran annan spælara
afturat
hópinum,
nú
flytingarvindeygað er opið.
Fáa gongd á
tennis aftur
Havnar
Tennisfelag
hevur nú umskipað seg,
og
ætlanin
er
nú
veruliga at fáa gongd
aftur á tennis-spælið
her á landi.
Nú í summar verður
skipað fyri venjingum í
tennis, og fer hetta fram
hvønn mánadag klokk-
an 17.30, har øll áhuga
hava møguleika at royna
seg. Tað er tó treyt, at
hesi fyrst tekna seg sum
lim í felagnum, verður
sagt í tíðindaskrivi.
-mørk
Spæla seinni
í Sarpugerði
Vanliga verða fótbólts-
dystir í fremstu deildini
í Sarpugerði spældir
klokkan 15 sunnudag.
Soleiðis verður tað ikki
hesa ferð.
Sunnudagin fer odda-
liðið EB/Streymur at
vitja Víking. Fyrsta
bríkslið
verður
ikki
klokkan 15, men í stað-
in klokkan 17. Sambært
dómarayvirlitinum hjá
FSF verður Eiler Ras-
mussen 23. maðurin á
vøllinum í Sarpugerði.
-mørk
Metløn til
týskarar
Týsku landsliðsspælar-
arnir í fótbólti hava
longu vissað sær eina
metstóra
bonus-upp-
hædd fyri luttøkuna í
EM-endaspælinum.
Við at vinna seg fram
til finaluna hevur hvør
av spælarunum tryggjað
sær 150.000 evrur ella
á leið 1.25 milliónir
kronur. Vinnur Týsk-
land finaluna, verður
samlaða upphæddin til
spælararnar á leið 2
milliónir kronur. Tað er
tó lítið fyri at rokna í
mun til tað, sum týska
fótbóltssambandið fær
fyri luttøkuna. Higar til
er parturin hjá Týsk-
landi í UEFA-pengum
komin
upp
á
142
milliónir krónur.
-mørk
Potemkin er sendur til hús
Karoly Potemkin fekk bara 12 dystir í Formula-
deildini fyri B36. Í árstalsfelagnum hava tey
ikki verið nøgd við avrikini, og tí er spælarin nú
sendur til hús
Nýggju donsku
spælararnir vera við í
Gøtu, og miðvallarin
Høgni Zachariassen
venur aftur við fullari
ferð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur er suverent
oddalið. Eftir tólv umfør
hava teir ikki tapt, og eftir
HB
sigurin
á
Skála
mikukvøldið er fjarstøðan
aftur til næsta kappingar-
neytan, um tað ber til at
kalla tað soleiðis, tíggju
stig!
Hóast sannførandi plássið
á tindinum á støðutalvuni, so
fer EB/Streymur sunnudagin
at bjóða Víkingi av við
nýggjum vápnum. Danski
álopsspælarin Peter Foldgast
vandi fyrstu ferð við Margárir
í Streymnesi mikukvøldið,
og Anders Post, sum er
verjuspælari og eisini kann
gerast styrkur á verjukendum
miðvallarplássi, vandi fyrstu
ferð í gjárkvøldið. Teir var
báðir
á
dómaraseðlinum
sunnudagin.
Sorin Anghel noyddist av
vøllinum og varð seymaður
síðsta sunnudag í Klaksvík.
Hann verður tøkur sunnu-
dagin, og tað kann væl vera,
at
Høgni
Zachariassen
verður á listanum. Hann
hevur vant við fullari ferð,
og harvið hevur Sigfríður
Clementsen
positivan
trupulleika. Fleiri spælarar,
sum ivaleyst høvdu verið
uppløgd val at vera millum
teir fyrstu ellivu í flestu av
hinum feløgunum, mugu
finna seg í at skula hita
beinkin í Sarpugerði.
Tað verður jarðarferð í
Gøtu sunnudagin. Tí verður
fyrsta
bríkslið
millum
Víking og EB/Streym ikki
fyrrenn klokkan 17.
Eftir
kærkomna
2-0
heimasigurin
á
ÍF
og
trivaliga 5-0 sigurin á Sandi
var tað stórt vónbrot hjá
Víkingi at leggja rygg til
tap á Svangaskarði. Gongd-
in seinastu vikurnar er
undirstriking av, at tað
hevur verið nógv upp og
niður hjá Víkingi. Spurn-
ingurin er nú, um tað hesa
ferð verður upp, og um tað
harvið fer at eydnast hjá
gøtumonnum og leirvík-
ingum at útinna tað, sum
eingin annar hevur megnað
í tólv royndum, nevnliga at
vinna øll stigini ímóti EB/
Streymi.
Hanus Jacobsen hevur
ikki vant saman við hinum í
hesi vikuni, men hann
verður klárur sunnudagin.
Tað verður Hans Jørgen
Djurhuus eisini. Hann var
ikki við á Toftum.
Víkingur-EB/Streymur:
Trongligt í Sundalagnum