fríggjadagur 27. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 • 27. juni 2008
Vikuskifti
18
Tvíhús – Torsteinsgøta 3, Tórshavn
Tvíhús í tveimum hæddum á 69+50 - í alt samlað búvídd
á uml. 119 fermetrar. Byggiár 2002. Á veghæddini er
durur, gongd/trappa, baðirúm við brúsu, køkur, og
fýrrúm/vaskirúm. Í ovari hæddini er gong, hjúnarrúm,
tvey kømur og baðirúm við brúsu. Húsini liggja væl fyri í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, tætt við
dagstovn og skúlar, skjótt til gongu heim í býin, gott
busssamband. Húsini eru væl hildin og í góðum standi.
Prísur : 1.175.000
Sethús – Hvítanesvegur 15, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum á 96 m2 – í alt 192 m2 og hartil
garaga / úthús á uml. 30 m2. Grundøkið er heilar 1877
fermetrar. Húsini eru bygd í 1964, men nakað av dag-
føringum og umvælingum er framt. Í erva er inngongd,
durur, gongd, køkur / alrúm, borðsstova / stova, hjúnar-
rúm, baðirúm. 2 kømur, goymslurúm og trappugongd til
niðaru hædd. Í niðaru hædd er inngongd, gongd, køkur,
stova, kamar, vaskirúm, fýrrúm, baðirúm og goymslurúm.
Stórur garður og sera vakur og væl hildin urtagarður er
runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum og náttúru-
vøkrum umhvørvi og hava sera gott útsýni út á fjørðin.
Prísuppskot : 2.500.000
Neyst á Støðni Hoyvík
Neystið er uml. 27 m2 til víddar. Neystið stendur sera væl
fyri á Støðni í Hoyvík beint omanfyri keiðina og dráttin.
Neystið stendur í friðarligum og sera náttúruvøkrum
umhvørvi, og lætt er at koma til við bili. Báturin, ið stendur
í neystinum, kann ganga inn í søluna.
Prísuppskot : 200.000
Sethús – Viðargøta 25, Argir
Nýggju, frálíka snøggu og stásiligu sethúsini eru í 2 hædd-
um á 138 m2 – í alt 276 m2 – alt innrættað. Grundøkið er
500 m2. Byggiár: 2007. Einki er spart, tá ið talan er um
tilfar og dygd. Í erva er inngongd, gongd / hall / trappu-
gongd, baðirúm, arbeiðsrúm / kamar við klædnarúmi,
stova við brenniovni, borðsstova / alrúm / køkur, hjallur,
grovkøkur / vaskirúm við útgongd til garagu við inngongd
og sjálvvirkandi portri. Í neðra er inngongd, gongd /
trappugongd, stova / alrúm – har klárt er at seta upp køk,
hjúnarrúm, baðirúm, kamar við klædnarúmi, goymslurúm
/ teknikkrúm, vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Altanur og
garður / urtagarður er ávegis. Húsini standa í náttúru-
vøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Skúli, barnagarður og busssamband er nær
við, og nýggjur skúli og ringvegur er á veg. Framúrskarandi
panoramaútsýni er inn yvir Havnina og út á fjørðin.
Um hóskandi boð fæst
Sethús – Brekkugil 4, Trongisvágur
Sethús við bilhúsi í tveimum hæddum á 118+118 - í alt
samlað búvídd á uml. 236 fermetrar. Byggiár: 1990.
Grundøki 756m². Í ovari hæddini er gongd / trappa til
veghædd, tvey baðirúm við brúsu, hjúnarrúm, køkur,
stova og eitt kamar. Á veghæddini er gongd, kamar,
fýrrúm, vaskirúm, ítrivsrúm og kjallari/bilhús. Frá stovuni
er hurð út á stóra altan. Giring er kring húsini, grasplena
og runnar í garðinum. Ognin eru sera væl hildin og í
góðum standi, eru nýístandgjørd 2005. Húsini liggja væl
fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, liggja tætt
við dagstovn, skúla og handil og hava sera gott og vakurt
útsýni út á fjørðin.
Prísur: kr. 1.200.000
Sethús Traðarvegur 22, Sørvágur
Nýggju, sera snøggu og væl bygdu húsini eru í 2 hæddum
hvør á 144 m2 – í alt 288 m2 – alt sera snøgt innrættað.
Grundøkið er 763 m2. Byggiár: 2004. Í neðra er inngongd,
durur / gongd / hall, stórt kamar, minni kamar, baðirúm
við kar og brús, fýrrúm, stórt kjallararúm og garaga við
sjálvvirkandi portri. Í erva er trappugongd, grovkøkur /
vaskirúm við egnari inngongd, køkur / alrúm / borðsstova
/ stova, hugnastova / sjónvarpsstova, kamar, hjúnarrúm
við baðirúmi og klædnarúmi. Húsini standa í veðurgóðum,
náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan
veg nær við skúla og dagstovn. Húsini hava sera vakurt
panoramaútsýni yvir Sørvágsfjørð.
Prísuppskot : 1.900.000
Sethús – Toftagøta 4, Fuglafjørður
Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum,, samlað búvídd
umleið 100 fermetrar. Grundøkið er 159 m2. Byggiár :
1908. Urtagarður er niðan fyri húsini. Miðhæddin : gongd,
stórt kamar, køkur, 2 stovur og trappa til ovastu hædd.
Ovasta hæddin : baðirúm, hjúnarúm, 2 kømur og útiloft.
Niðasta hæddin: fýrrúm/kjallararúm. Húsini eru í sera
góðum standi, hava nýggj vindeygu, nýggjan klædning,
nýtt tak, nýggjan køk, nýtt baðirúm, nýggja oljufýr og eru
annars mestsum øll dagførd . Húsini liggja í friðaligum og
barnavinarligum umhvørvi mitt í bygdini, hava gott
útsýni.
Prísuppskot: 1.100.000
Sethús – á Stórheyggi 1, Velbastaður
Húsini eru í 1 hædd á 138 m2 og við lágum hjallara.
Grundøkið er 974 m2. Byggiárið er 1986, men húsini eru
dagførd og í góðum standi. Dururin er gjørdur av
nýggjum, gólv eru skift í gongd og kømurum, innhurðar
eru skiftar og alt er málað. Har er inngongd, durur, hjallur
(bryggers), gongd / hall, hjúnarrúm, baðirúm, 3 kømur,
matarkøkur og borðsstova / stova við útgongd til útigólv.
Í neðra er fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm. Húsini standa í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg
og skúlar, dagstovnur og skúlabussur er nær við. Útsýnið
er heilt einastandandi vakurt.
Prísuppskot: kr. 1.950.000
Sethús – Kósabrekka 8 Klaksvík
Húsini eru í trimum hæddum á 54+54+54 - í alt samlað
uml. 162 fermetrar. Í miðhæddini er inngongd, gong
trappa til loft og kjallara, køkur / spísistova / stova. Í ovastu
hædd er gong, hjúnarrúm, wc, baðirúm við baðikari,
og tvey kømur. Kjallarin er eitt rúm, ikki innrættaður. Til
húsini er leysstandandi hjallur. Húsini er bygd 1952 men
dagførd 1977 og 2005. Húsini liggja væl fyri í friðarligum
og barnavinaligum umhvørvi og hava gott útsýni og
hartil er góður sólargangur.
Prísuppskot : 1.100.000
Sethús – Traðarbrekka 21
Hugnaligu og sermerktu húsini eru 130 m2 í ovaru hædd
og 120 m2 í niðaru hædd – í alt 250 m2. Grundøkið er 493
m2. Húsini eru bygd í 1978 og dagførd í 2008. M.a. er
nýggjur klædningur, bjálvað uttan, nýggj lágorkuvind-
eygu, nýtt tak, oljufýr, nýggjur ketil og 3 nýggjar úthurðar.
Húsini er væl bygd úr góðum og “rustikkum” tilfari. Í erva
er inngongd, durur / gongd, baðirúm, køkur / alrúm /
borðsstova / stova, kamar, hjúnarrúm við útgongd til
útigólv, baðirúm. Í neðra er inngongd, durur, køkur /
alrúm / borðsstova / stova, 3 kømur, baðirúm, vaskirúm
við útgongd og fýrrúm / goymslurúm. Húsini standa í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi
við blindan veg nær miðbýin 3 min til gongu frá SMS.
Dagstovnar, skúlar, handlar og busssamband er nær-
hendis og frálíkt útsýni er yvir alla Havnina. Húsini verða
seld, um nóg høgt boð fæst.
Sethús – Nesvegur 73, Nes
Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum, 5o fermetrar
hvør hæddin, samlað búvídd 100 fermetrar. Grundøkið er
680 m2. Byggiár: 1949. Urtagarður er í ferð við at verða
gjørdur rundan um húsini, og stór terassa er eystanfyri.Til
húsini hoyrur eisini ein stórur hjallur, har ein grovkøkur er
við at verða gjørdur. Húsini hava hitapumpu og nýta ikki
olju. Miðhæddin : gongd, wc, køkur, stova og trappa til
ovastu hædd. Ovasta hæddin: baðirúm, hjúnarúm 3
kømur og klædnarúm. Niðasta hæddin: fýrrúm, 2 kjallara-
rúm og 2 smærri rúm. Húsini eru í góðum standi, hava
nýggj plastikkvindeygu og eru annars mestsum øll
dagførd. Húsini liggja í friðaligum og barnavinarligum
umhvørvi, og busssambandið er gott.
Prísuppskot : 900.000
Tvíhús : Lynggøta 5, Norðskáli
Í mai mánaði 2008 varð farið undir at byggja eini tvíhús á
Lynggøtu við Norðskála, sum verða liðug í septembur
mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd - samlað búvídd 95
fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast
Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart
alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og
úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og
gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði
soleiðis : Durur, gongd, baðirúm, forstova , 2 kømur,
hjúnarrúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at
velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt
goymslurúm at hoyra til húsini.
Prísur: kr. 1.150.000
Grundstykki – á Ryggi 35, Nólsoy
Grundstykkið matr.nr. 88b á 458 m2 liggur sera væl fyri í
norðara endanum í bygdini við asfalteraðan blindan veg í
barnavinaligum, friðaligum og náttúruvøkrum umhvørvi
við góðum útsýni. Lætt er at binda í el, vatn og kloakk.
Sethús – Norðuri í Sundum 18, Kollafjørður
Hugnaligu húsini eru i tveimum hæddum, 56 fermetrar
hvør hæddin, samlað búvídd 112 fermetrar. Grundøkið er
350 m2. Byggiár : 1946. Urtagarður er rundan um húsini.
Veghæddin: gongd, baðirúm, hjúnarúm, køkur, stova og
trappa til niðastu hædd. Niðasta hæddin, Gongd, fýrrúm,
kjallararúm, 2 kømur, baðirúm og stova.. Húsini í góðum
standi og eru dagførd øll sum tey eru. Húsini liggja væl
fyri, hava gott útsyni og tætt er til allar hentleikar.
Tvíhús – Traðarvegur, Streymnes
Á summri 2008 verður farið undir at byggja eini tvíhús
áGerðisgøta 9, Lamba sum verða liðug í septembur
mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd - samlað búvídd 95
fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast.
Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart almini-
umstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og út-
hurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og
gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði
soleiðis: Durur, gongd, baðirúm, forstova, 2 kømur, hjúnar-
rúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at velja gólv
og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt goymslurúm at
hoyra til húsini.
Prísuppskot: 1.150.000
Grundstykki – Velbastaður
Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt til at seta
tann fyrsta formin, matr. 24 ae, er byggibúgvið og
planerað, komandi keypari kann fara í gongd beinavegin.
Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur
omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul
bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu
bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili
til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað.