fríggjadagur 27. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 122 - 27. juni 2008 ]
Nýggj ÍSF-síða
Ítróttarsamband Føroya hevur nú fingið
nýggja heimasíðu. Talan er um eina síðu,
har valmøguleikarnir eru væl fleiri, enn
teir vóru á fyrrverandi síðuni, sum ikki
var serliga nútímans. Eitt nú eru ymsu
menu’irnar væl sjónligari, og tað er bæði
skjótt og leit at leita á síðuni eftir hesum.
Enn sum árður er slóðin til heimasíðuna,
www.isf.fo.
Italia fekk aftur Lippi
Marcello Lippi gjørdist stóra fólkahetjan, tá hann í
fyrraárið leiddi Italia til HM-heitið í fótbólti. Trýstið á
eftirmann hansara, Roberto Donadoni, hevur alla tíðina
verið sera stórt, og í gjár gjørdist avgerðin um uppsøgnina
av Donadoni formlig. Og tað hevur eydnast Italia at fáa
Lippi aftur í heita stólin. Um tað so fer at eydnast Lippi at
endurtaka bragdið, er ein onnur søga, men ein styrki
hansara varð søgd, at hann fekk allar stjørnurnar at virka
sum ein bólkur. Nakað, sum ikki hevur eydnast heilt so
væl hjá Donadoni.
Í skrivandi stund
meta mong Spania
sum favoritt til at
vinna EM-finaluna.
Men taka vit støði
í søguni, so hevur
Týskland nógv
drúgvari og væl fleiri
finaluroyndir
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin
Spania hevur skotið 11 mál
higartil í hesum EM-enda-
spælinum og hevur latið trý
mál inn. Týskland hevur
skotið 9 mál, og hevur latið
6 mál inn. Skuldi ein tikið
støðið í bara hesum EM-
endaspælinum, so er Spania
favorittar til at vinna final-
una ímóti Týsklandi á Ernst
Happel
Leikvøllinum
í
Wien, nú sunnukvøldið.
Men, men fótbóltur er ofta
tengdur at siðum, og at
søguni. Summi lond gera
tað søguliga gott til HM og
EM-endaspøl, og eingin ger
tað betur enn Týskland.
Sponsku royndirnar
Spania er í einari EM-finalu
fyri triðju ferð í søguni.
Fyrstu ferð, teir vóru í ein-
ari EM-finalu, var á heima-
vølli á Bernabau Leikvølli-
num hjá Madrid í 1964. Í
finaluni vunnu teir 2-1 á
Sovjetsamveldinum. Mill-
um áskoðarnar var eina-
ræðisharrin,
Francisco
Franco.
Sovjetsamveldið
hevði ofta fleiri ukrainar
enn russar á liðnum, og tí er
tað søguliga ókorrekt at
gera fótbóltssøguna hjá Sov-
jetsamveldinum til fótbólts-
søguna hjá bara Russlandi,
hon er meiri fjølbroytt enn
so. Spania var aftur í EM-
finaluni í 1984, hetta var á
Parc Des Princes Leikvølli-
num í París. Motstøðuliðið
var Frakland og Michel
Platini, sum vunnu 2-0 á
spaniumonnum.
Spania vann hálvfinaluna
aftaná
brotsparkskapping
ímóti Danmark, ta tiltiknu
ferðina, tá Preben Elkjær
spældi við skrøddum brók-
um.
Spania átti av røttum ikki
at verið við til EM í 1984.
Hevði alt farið reiðiliga
fram, so hevði Holland, og
ikki Spania tikið lut í EM-
endaspælinum í Fraklandi í
1984. Holland og Spania
vóru í EM-undanbólki sam-
an, og kappaðust liðini um
tað eina plássið, sum gav
rætt til luttøku í EM-enda-
spælinum.
Áðrenn
síðsta
dystin
ímóti Malta á heimavølli
hevði Spania brúk fyri at
vinna við 11 málum ímóti
Malta - fyri at enda oman
fyri Holland á stigatalvuni
- og »tilfeldigvís« vunnu
spaniólar 12-1. Eftir 24
minuttir stóð annars á jøvn-
um 1-1, og Malta var væl
við, og tá liðini fóru til
hálvleiks var støðan »bert«
3-1 til Spania, og Holland
var klárt til at fara til EM.
45 minuttir seinni hevði
Spania skorað níggju mál,
fleiri av teimum vóru merki-
liga løtt – 8 av teimum
innanfyri heilt stutt tíðar-
skeið. Og tað var eyðsæð
fyri øllum í Evropa, uttan
spaniumonnum og maltes-
arum, at tað var nógv í
hesum 12-1 dystinum, sum
ikki ruggaði rætt.
Í EM-endaspælinum í
1984 var Spania í bólki
saman við Týsklandi. Tá
tað leið ímóti endanum av
dystinum millum tey bæði
londini, varð støðan 0-0, og
Týskland var í hálvfinaluni.
Men í yvirtíðini skoraði
Maceda fyri Spania, so
Spania fór fram um Týsk-
land. Spania og Portugal
endaðu á 4 stigum, Týskland
á 3 stigum, og Rumenia
fekk eitt stig.
Nú er Spania so í einari
EM-finalu fyri triðju ferð.
Spania
hevur
ongantíð
verið í einari HM-finalu.
Besta spanska HM-úrslitið
er eitt fjórðapláss, heilt
afturi í 1950.
Drúgvu týsku
royndirnar
Týskland hevur drúgvar
finaluroyndir, bæði í EM
og HM-høpi. Talan er um
13 finalur, og er einki land í
námind at taka týskarnar.
Fyrst kunnu vit taka tær 7
HM-finalurnar. Ì 1954 vann
Týskland 3-2 á Ungarn í
finaluni. Í 1966 tapti Týsk-
land 4-2 ímóti Onglandi. Í
1974 vann Týskland 2-1 á
Hollandi. Í 1982 tapti
Týskland 3-1 ímóti Italia. Í
1986 tapti Týskland 3-2
ímóti Argentina. Í 1990
vann Týskland 1-0 ímóti
Argentina. Og í 2002 tapti
Týskland 2-0 ímóti Brasil-
ia.
So eru tað EM-finalurnar.
Í 1972 vann Týskland 3-0 á
Sovjetsamveldinum. Í 1976
tapti Týskland 5-3 ímóti
Kekkoslovakia, aftaná brots-
sparkskapping. Í 1980 vann
Týskland 2-1 á Belgia. Í
1992 tapti Týskland 2-0
ímóti Danmark. Og í 1996
vann Týskland 2-1 ímóti
Kekkia, aftaná eitt Golden
Goal frá Oliver Bierhoff.
Nú er Týskland so í síni
sættu EM-finalu, og í sínara
13. finalu í einum enda-
spæli. Bara søga vil onkur
kanska siga. Rætt, men søg-
an hevur lyndið at endurtaka
seg. Meirilutin av fótbólts-
fjepparunum fer at heppa
uppá Spania, tí teir hava
víst tann betra fótbóltin
hesaferð. Men nýggja ættar-
liðið av týskum lands-
liðsspælarum vil ikki liggja
aftanfyri hini týsku liðini.
Týskland hevur fyrr vunn-
ið finalur ímóti heimsins
hjartafavorittum. Ungarn í
1954, og Holland í 1974
eru bestu dømini um hetta.
Óansæð! Vit ynskja góða
eydnu til bæði Týskland og
Spania til at seta eitt gott og
virðiligt punktum fyri EM,
sum hevur verið eitt enda-
spæl av teimum heilt góðu.
Føroyar hava góð minnir
um bæði liðini. Í 1996 og
1997 taptu vit 2-6 og 1-3
ímóti Spania við trimum
frálíkum málum hjá Toda
Jónssyni, Una Arge og Jens
Christiani Hansen. Í 2002
og 2003 taptu vit 1-2 og 0-2
ímóti Týsklandi, serliga 1-2
dysturin fer ikki úr minn-
inum hjá okkum, sum vóru
stødd í Hannover tá Hjal-
grím Elttør var so nær, so
nær við at javna til 2-2.
So er spurningurin, um
tað verður stólpin og inn
ella stólpin og út hjá Spania
hesaferð?
Seint sunnukvøldið eru
vit øll klókari.
13-3 til Týskland
í finaluroyndum
Seinast týskarar vóru í EM-finaluni, var tá Oliver Bierhoff avgjørdi finaluna í 1996 móti Kekkia.
Samanlagt er talan um 13. Finaluna hjá týska fótbóltslandsliðnum í EM- ella HM-høpi
Mynd: Polfoto/AP