mánadagur 30. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 123 - 30. juni 2008
Helena Dam á Neysta
bø dugir ikki at síggja
hví hon skuldi lagt frá
sær fyri tað um Kári á
Rógvi slettis ikki møt
ti til tíma
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Helena Dam á Neystasbø
hevur als ongar ætlanir um
at leggja frá sær sum lands
stýriskvinna í lógarmálum.
Hon heldur, at tað hevur
hon als onga orsøk til.
Annars hava teir báðir
tinglimirnir, Kári á Rógvi
og Johan Dahl róð framund
ir, at hon hevur verið so
klossut í síni handfaring av
spurninginum um eykajátt
an til stabilisatorararnar á
Smyrli, at hon átti at stungið
í sekkin og farið til hús.
Teir siga báðir, at hon hev
ur vitað so leingi, at neyð
ugt var við pengum til stabi
lisatorarnar, at hon átti at
fingið tað við í sjálva figgj
arlógina.
Tað gjørdi hon ikki. Ístað
in kom hon við eini bráð
feingis umbøn til fíggjar
nevndina, sum varð játtað í
bráðskundi.
Kári á Rógvi heldur, at
mannagongdin er ikki eftir
bókini, tí tað eru bara bráð
komnar upphæddir, sum
hava skund, sum kunnu játt
ast á henda hátt og tann
eginleikan hevði hetta mál
ið ikki.
Men Helena Dam á Neys
tabø heldur, at nú er tað onk
ur, sum hevur sovið í tíman
um, ella sum slett ikki er
møttur til tíma yvirhøvur
og tað fer hon ikki at taka
avleiðingarnar av.
Hon sigur, at hetta málið
er viðgjørt so nágreiniliga
og væl sum nakað mál kann
vera tað.
Tað er rætt, at vit vistu,
at tað helst fór at vera neyð
ugt at gera stabilisatorarnar,
sigur hon.
Men hon sigur, at alt het
ta greiddi hon fíggjarnevnd
ini frá væl og virðiliga í
sambandi við fíggjarlógina.
Men tá vistu vit ikki,
um vit fingu pláss í dokk í
ár og vit vistu heldur ikki
nágreiniliga, hvussu nógv
tað fór at kosta. Tí var vón
leyst at seta pening av á
fíggjarlógina, tí tað kunnu
vit ikki gera fyrrenn vit vita
tey nágreiniligu tølini.
Hon sigur, at tí var avtalan
í fíggjarnevndini, at so
skjótt, sum málið varð lýst
út í æsir, skuldi landsstýrið
venda aftur til fíggjarnevnd
ina við eini umsókn um brá
feingisjáttan.
Men Kári á Rógvi møtti
ikki á tí fundinum og tí er
hann kanska ikki kunnaður.
Men tað má vera hansara
ábyrgd og at krevja at eg
skal leggja frá mær fyri tað,
er burturvið, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Samgongan er farin
í tvíningar um ætlan
ina at avtaka skatta
lættan til fiskimenn,
tí Gerhard Lognberg
sigur kortanei.
SkattaPolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg sigi kortanei til at avta
ka skattafrádráttin til fiski
menn.
Gerhard Lognberg, ting
maður fyri Javnaðarflokkin,
sum eisini er í samgongu,
er púra avgjørdur um ætlan
ina hjá landsstýrinum at
avtaka skattalættan til fiski
menn.
Fríggjadagin
boðaðu
bæði Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í fiskivin
numálum og sjálvur løg
maður frá í Kringvarpinum,
at samgongan hevur sett
sær fyri at avtaka skattafrá
dráttin til fiskimenn í hes
um valskeiðnum.
Men nú er tað samstundis
greitt, at hetta er ein ætlan,
sum samgongan als ikki er
samd um og ein av teimum,
sum leggur seg púra tvøran,
er Gerhard Lognberg.
Tað verður ikki við mín
ari hjálp, at fiskimenn mis
sa skattafrádráttin, sigur
Gerhard Lognberg.
Hann leggur afturat, at
tað er heilt avgjørt, at hann
fer aldrin av góðtaka, at
samgongan tekur skattafrá
dráttin av.
Samgongan hand
lingslammað
Sostatt er tað greitt, at sam
gongan er farin í tvíningar
um ætlanina at avtaka
skattafrádráttin.
Av samgongan telur bara
17 tinglimir, krevst, at øll
samgongan er samd fyri at
gjøgnumføra eitt politiskt
mál.
Sostatt slepst ikki undan,
at av tí, at Gerhard Lognberg
noktar blankt at avtaka
skattafrádráttin,
er
samgongan handlingslamm
að í hesum máli.
Og av tí sama er tað held
ur ikki greitt um tað yvir
høvur fer at eydnast sam
gonguni at strika skattalætt
an, tí tað er meiri enn
ivingarsamt um nakar í and
støðuni er sinnað at hjálpa
henni.
Leggjast fyrst
á fiskimenn
Gerhard Lognberg staðfest
ir, at vit frammanundan
hava nógvar frádráttir í okk
ara skattaskipan.
Handverkarar fáa skatta
frádrátt og tey, sum hava
longri enn eitt vist at ferðast
til arbeiðis, fáa eisini ferða
frádrátt.
Tí er tað undarligt, at
landsstýrið, sum tað fyrsta,
leggur eftir frádráttinum til
okkara
fiskimenn,
sum
hava borið okkara samfelagi
uppi.
Javnaðarmaðurin úr Sand
oy sigur, at skattafrádráttur
in til fiskimenn er eitt slag
av endurgjaldi fyri at teir
eru so nógv burtur heimaní
frá og sostatt missa nógv av
tí, sum heimafólk annars
fáa lut í av tilboðum og
tænastum.
Hann vísir eisini á, at í
Noregi er eisini ein fiski
mannafrádráttur og hann er
enntá akkurát nú hækkaður
upp í 120.000 krónur um
ári.
Als ikki viðgjørt
Gerhard Lognberg staðfestir
eisini, at ætlanin um at avta
ka fiskimannafrádráttin er
als ikki viðgjørdur í sam
gonguni yvirhøvur.
Og tað er átaluvert, held
ur hann.
Samgongan má fáa høvi
at viðgera stórmál sum het
ta, áðrenn ein fráboðan
verður
útbasúnerað
úr
Tinganesi.
Tað nyttar onki, at lands
stýrið situr í onkrum króki
og ger av, hvat er best fyri
Føroya land, uttan at tað
yvirhøvur er viðgjørt í sam
gonguni.
Gerhard Lognberg heldur,
at mangan tykist tað sum
um at landsstýrið beinleiðis
gloymir, at tað er altso eitt
Løgting, sum situr við enda
ligu avgerðini.
Hann spyr eisini, hvussu
tað ber til, at samgongan
pening til sendistovur um
allan heimin, tá ið ráðini
ikki eru til at lívga tey, sum
halda lív í okkara høvuðs
vinnu.
Stuðul er ikki altíð av tí
ónda. Lótu vit ikki rækju
flotanum stuðul á sinni,
høvdu vit ongi rækjuskip í
dag og fáa vit meiri inn í
samfelagið enn vit lata í
stuðuli, er hann væl givin
út, tí so gagnar hann samfe
lagnum,
sigur
Gerhard
Lognberg.
Samgongan ósamd um skattalætta
Helena onga ætlan
um at leggja frá sær
Meira bjór frá Føroya Bjór
Á bryggjarínum í Klaksvík hava tey nú bryggjað meira India
Pale Ale, sum er eitt av teimum trimum serligu ølunum, Føroya
Bjór hevur bryggjað seinastu tíðina. Stór undirtøka hevur
verið fyri nýggju Sct. Brigid jubileums seriuni hjá Føroya Bjór,
sigur Føroyar Bjór. Sct. Brigid IPA bleiv útselt beinanvegin,
tískil er eitt bryggj gjørt afturat av hesum slagnum. Nú eru trý
sløg av Sct Brigid seriuni bryggjað: ALE, IPA og Bohéme. Vit
bryggja víðari, verður sagt frá Føroya Bjór.
Konmansmýra er 25 ár
Í 1892 stóð greinastubbi í “Føringatíðindi” um at “Barna
goymslan” í Havn varð komin í lag. Barnagoymsla eru vit
ikki, men heldur ein stovnur í menning. Vøggustovan á
Konmansmýru fylti 25 ár 1.mars í ár, og nú fyllir Barna
garðurin 25 ár.Aftaná 25 ár er stovnurin lagdur saman til
eina eind, og stórar broytingar standa fyri framman. Tí
fara vit at skifta samleika og verður nýggja heiti avdúka
1. juli. Í hesum sambandi bjóða vit til opið hús týsdagin
1. juli frá kl. 16.00 til 18.00. Hendan dagin hevði tað glett
okkum at sæð nógv tykkara, ið hava og hava havt tilknýti
til stovnin, siga starvsfólkini á stovninum.
Gerhard Lognberg sigur, at
hann fer aldrin av góðtaka, at
samgongan, sum hann er limur
í, fer at avtaka skattalættan til
fiskimenn, soleiðis, sum bæði
løgmaður og Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður, hava boðað frá