mánadagur 30. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 123 - 30. juni 2008
Koyrilærarar eru
ógvuliga ónøgdir
við viðurskiftini á
Akstovuni. Teir duga
ikki at skilja, at tað
ikki ber til at skipa
summarfrítíðina
soleiðis, at koyrikønir
ikki hava frí í senn
KOYRIROYND
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hví ber tað ikki til hjá
Akstovuni at skipa summ-
arfrítíðina á ein slíkan hátt,
at tað slepst undan at lata
stovnin aftur? Tað ber til
alla aðra staðni!
Tað siga koyrilærarar,
sum Sosialurin hevur tosað
við.
Teir eru ógvuliga ónøgdir
við Akstovuna, og serliga
galið er um summarið, tá
summarfrítíðin er fyri.
- Eitt er, at teir velja at
lata stovnin aftur fyri koyri-
royndum, men teir hava
eisini skerdar upplatingar-
tíðir langt inn í august mán-
að. Fólk, sum kanska kemur
langvegis frá av bygd, risi-
kera at koma á stongdar
dyr, siga koyrilærararnir.
Tað eru tríggjar vikur, at
eingin
koyriroynd
kann
verða, og tað er sera óhepp-
ið, halda koyrilærararnir.
- Ung, sum fylla átjan í
hesum tíðarskeiði, mugu
bíða í vikur fyri at sleppa
upp í koyriroynd. Sama er
galdandi fyri eitt nú sjó-
menn, siga teir.
Eitt annað, sum koyrilær-
ararnir eru sera ónøgdir
við, er, at tann eini koyrikøni
á Akstovuni fær loyvi at
arbeiða til klokkan seks
mánadag til hósdag, fyri
síðani at hava frí fríggja-
dag.
- Vit verða tí noyddir at
hava koyriroyndir heilt til
klokkan seks, samstundis
sum vit byrja teorilæru
klokkan fimm. Hetta er
neyðugt, tí ungu fólkini
ofta íðka einhvønn ítrótt,
og venjingin byrjar oftast
um 7-tíðina, siga koyri-
lærararnir.
Illa tilrættalagt
Men tað er ikki bara um
summarið, at trupulleikarnir
eru. Koyrilærararnir halda,
at tað er ov vánalig tilrætta-
legging í síni heild á Akstov-
uni.
- Teir kunnu finna upp á
at senda báðar próvdómarar-
nar út á bygd sama dag, so
Havnin liggur heilt lamin.
Teir senda annan til Suður-
oyar og hin til Norðoyggjar
sama dag við tí úrsliti, at
eingin próvdómari er í
Havn, og tískil ber ikki til
at sleppa upp í koyriroynd,
siga koyrilærararnir.
Heldur ikki kunningin er
nøktandi, halda teir.
- Til dømis lótu teir aftur
eina heila viku undan jólum
í fjør uttan at vit fingu nak-
að at vita um tað framman
undan. Vit fingu bara at
vita, at frá nú av og fram til
jóla verða ongar koyriroynd-
ir, siga teir báðir koyrilærar-
arnir.
Teir siga, at tað er serliga
óheppið hjá sjómonnum,
sum sigla úti. Teir eru
kanska ikki nógv heima, og
eru ongar koyriroyndir í
tríggjar vikur mitt um
summarið kunnu teir koma
út fyri, at noyðast at útseta
koyrikortið í fleiri mánaðir.
Men mest ilskast teir inn
á, at teir eru noyddir at hava
koyriroyndir til klokkan
seks mánadag til hósdag.
- Vit krevja at fáa fríggja-
dagin aftur, siga teir báðir
koyrilærararnir, sum Sosial-
urin hevur tosað við.
Umvæla skaðan í Skálavík
Hóskvøldið samtykti Skálavíkar kommuna at fara undir at gera havnarlagið í bygdini aftur. Inn
vóru komin tvey tilboð og tikið var av tí lægra, ið RTS Contractors hevði upp á slakar seks
milliónir krónur Fyrsta stigið verður at gera verandi grótkast aftur og seta eina betongkistu fyri
endan og at gera eitt nýtt grótkast, ið fer at ganga norður fyri víkina. - Hetta verður gjørt fyrst
og fremst fyri at slíkur skaði ikki hendir aftur, men eisini fyri at verja tað sum er. Sjálvur
bátahylurin verður eisini gjørdur djypri og tømdur fyri tey umleið 1.200 kubikkini av sandi og
gróti, ið komu inn í hylin í óðnarveðrinum, sigur Linjohn Christiansen, brogarstjóri í Skálavík.
Fíggjarliga orkan hjá Skálavíkar kommunu er avmarkað, og verður hetta tí gjørt í stigum.
Arbeiðið, ið farið verður undir nú, kostar góðar 3,5 milliónir krónur og tekur sjey mánaðir at
gera. - Skálavíkar kommuna vónar, at landið játtar pening av fíggjarlógini í heyst at gera tað
arbeiðið, ið eftir er, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri.
Akstovan
blokerar
okkum
Soleiðis hevur verið
skipað fyri øll tey
tíggju árini, eg havi
verið stjóri her, og
summarfrítíðin er
skipað soleiðis av
praktiskum orsøkum,
sigur Jákup Jacobsen,
stjóri á Akstovuni
KOYRIROYND
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jákup Jacobsen, stjóri á Ak-
stovuni, skilir als ikki kritikk-
in, sum koyrilærarar hava.
- Summarfrítíðin hevur
altíð verið skipað soleiðis,
og tað er gjørt upp á hendan
mátan fyri at fáa avviklað
summarfrítíðina upp á stytst
møguligt tíðarskeið, sigur
Jákup Jacobsen.
Hann vísir á, at teir eru
ikki ov væl mannaðir, og at
tað er trýst á alla tíðina.
- Tænastan, sum koyrilær-
ararnir fáa er ikki verri enn
tann tænasta, sum allir aðrir
kundan fáa hjá okkum. Alt
virksemi verður droslað nið-
ur í summarfrítíðar skeiði-
num, men tað gongur ikki
harðari út yvir koyrilærarar-
nar enn onnur, sigur Jákup
Jacobsen.
Hann undrast annars á, at
koyrilærararnir ikki koma
til hansara at gera vart við
sína ónøgd. Ikki tí, tað
hevði tó einki nyttað.
- Summarfrítíðin verður
løgd soleiðis til rættis fyri
at fáa avviklað hana á skyn-
samiligasta hátt, sigur stjór-
in á Akstovuni.
Bíðitíðum slepst ikki und-
an, heldur hann.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tá tað koma stórir flokkar
frá einum tíggju koyrilær-
arum, so slepst ikki undan
bíðitíðum. Men vit royna
altíð at avmarka tær, so tær
ikki fara upp um tvær vikur,
sigur Jákup Jacobsen.
Hann vísir til, at Akstovan
hevur sínar reglur og sínar
føstu
mannagongdir
at
halda seg til.
- Og teimum mugu vit
fylgja, og tá vit hava avgjørt
at skipa summarfrítíðina
soleiðis sum vit hava, er tað
út frá praktiskum orsøkum.
Og koyrilærararnir fáa altíð
kunning í góðari tíð, sigur
Jákup Jacobsen, stjóri á
Akstovuni.
Einki nýtt undir sólini
Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, sigur, at summarfrítíðin
verður skipað soleiðis av praktiskum orsøkum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ongan koyriroyndir og skerd avgreiðslutíð. Tað eru koyrilærarar sera ónøgdir við
Mynd: Jens Kristian Vang