mánadagur 30. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 123 - 30. juni 2008
Eftir Útoyggjastevn
una í Mykinesi gekk
væl at fáa fólkið
av aftur oynni. Tó
mundi enda galið,
tá ein bólkur av
íslendingum í gjár
kvøldið skuldi við
ferðabátinum Froyi:
Eitt stórt óløgi kundi
eins væl verðið
orsøk til eina størri
vanlukku. Góður sjó
mansskapur forðaði
kortini fyri hesum.
– Eg havi mangan
upplivað ringan sjógv,
men hetta er eitt tað
ringasta, eg havi verið
úti fyri, sigur Bjarki
Skúvadal, skipari á
Froyi
Sigling
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mykines: - Hetta óløgið
kom so óvæntað, at eingin
visti av fyrrenn tað fylti
Gjónna við sjógvi, sigur
Bjarki Skúvadal við Sosial-
in.
Veðrið var hampiligt, tá
ið Froyur kom út til Myki-
nesar seint seinnapartin í
gjár, men beint áðrenn
farast skuldi frá aftur, kom
hetta óløgið sum kundi ført
til ta stóru vanlukkuna.
Tað var tíbetur ein roynd-
ur skipari umborð á Froyi,
og hann visti, hvat ein eigur
at gera í slíkum føri:
– Eg hevði bert eitt í
huganum, og tað var at fáa
ferðafólkini og bátin trygt
útum bátahylin, sigur Bjarki
Skúvadal við Sosialin.
Hesin túrurin hevði einki
við Útoyggjastevnuna at
gera sum so, men var ein
bílagdur túrur við eini 40
íslendskum ferðafólkum.
Ferðavinnufyritøkan
Skúvadal fekk bátin Froyur
í 2005. Hann tekur 48
ferðafólk og kann sigla 30
sjómíl. Hann er væl egnaður
til longru túrarnar, sum fyri-
tøkan ger, til dømis túrarnar
til Mykines.
Endarnir slitnaðu
Veðrið var av tí allarbesta
undir
Útoyggjastevnuni
leygardagin. Henda dagin
fluttu bátarnir hjá Skúvadali
í Vestmanna mong ferðafólk
og stevnugestir út í Myki-
nes.
Sunnudagin
vóru
teir
aftur í Mykinesi við ferða-
fólki tvær ferðir, millum
annað hesum umleið 40
íslendingunum sum ynsktu
at vitja vestastu oyggj okk-
ara.
Fyrru ferðina teir løgdu
at í bátahylinum gekk væl,
hóast tað var eitt sindur
ókyrt, - so ókyrt, at endarnir
slitnaðu í einari av stóru
fyllingunum.
Seinnu ferðina kundi kort-
ini eins væl enda galið, um
ikki tann royndi skiparin
var so skjóttonktur og dugdi
rættan sjómansskap í eini
slíkari óvæntaðari støðu.
Tá teir vóru fyrra túrin í
Mykinesi
henda
dagin,
spurdi Bjarki staðkendan
mann um, hvussu útlitini
munda fara at verða við
atløguni seinnapartin. Hann
fekk tá at vita, at vóru lík-
indini nøkurlunda góð fyrru
ferðina, so fóru tey at gerast
betri út á dagin.
Avtalað var, at Froyur
skuldi koma eftir teimum
um hálvgum seks tíðina.
Og tá vóru eisini líkindini
góð – lítið lot og avfjarað
eitt sindur.
Bjarki Skúvadal lá uttan
fyri bátahylin og bíðaði
eina løtu, áðrenn hann legði
at landi. Hetta gjørdi hann
fyri at fáa øll ferðafólkini
oman á støðna, soleiðis at
tey skjótt og væl kundu
fáast umborð aftur.
Hann leggur síðani at og
fær ein mann at halda enda-
num um ein pullart framm-
an og ein aftanfyri, sam-
stundis
sum
motorarnir
gingu.
Trygdarboylin
bognaði
Tað gekk væl at fáa allar
hesar
40
íslendingarnar
umborð, men tá kemur
brádliga róp í har frammi:
Maðurin við fremra pullart-
in sær eitt óløgi koma inn
móti bátahylinum og var-
skógvar skiparin um at
hetta sær ógvusligt út.
- Eg hugdi tó fyrst aftur-
eftir, tí tað var har at ferða-
fólkini vóru. Í somu løtu
kom óløgið inn á bátahylin,
greiðir Bjarki Skúvadal frá.
Hann var sjálvur inni í stýri-
húsinum allatíðina.
Hann
bað
menninar
sleppa endanum í somu øði,
og koyrdi síðani á maskin-
urnar, fyri at fáa bátin útum
vandasjógvin.
Bátahylurin í Mykinesi
er skipaður við verjugarðum,
og tá ein slík fylling kemur
inn, rennur hon á garðarnar
og skapar tí hesi sjáldsomu
viðurskiftini
inni
í
bátahylinum.
- Hetta óløgið rakti eisini
bátin, og vórðu vit ta einu
løtuna tveittir yvir ímóti
berginum
hinumegin.
Báturin nart líka við í land,
men tíbetur forðaði tann
tjúkki trygdarboylin fyri at
nakað álvarsligt hendi.
- Hesin boylin nart við
land og bognaði eitt sindur,
men tað stóð tíbetur ikki
álvarsligur skaði av hesum.
Eg náddi sovítt at merkja
hetta, tí eg konsentreraði
meg bara um at fáa bátin út
hiðani skjótt og trygt, sigur
Bjarki Skúvadal.
Hann tordi ikki at koyra
fulla ferð á stóru og sterku
motorarnar
beinanvegin.
Um so var at eitt annað
óløgi kom og báturin kom
at snara annan veg av
hesum, kundi størri skaði
hent.
Ferðafólkini
vóru
sjálvandi
skelkað
av
tilburðinum. ið minti mest
um tað sum hendir, tá
flogfør koma í turbulens
yvir Sørvágsfirði.
- Fólk vóru sjálvandi
forskrekt, og eg hoyrdi róp
og skríggj frá teimum. Men
tað vardi tíbetur stutt – bert
eini 30 sekund ella so, sigur
Bjarki Skúvadal.
Leygardagin fór
ein bilur út av eftir
skilaleysa koyring
millum fjarða, og
seinni var ein annar
førari tikin fyri at
koyra 156 km/t á
sama vegastrekki.
Í Havn royndi ein
annar at koyra undan
løgregluni
lØgREglUTÍÐinDi
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Løgreglan hevur onkuntíð
havt meiri at sæð til um
vikuskiftið, men hendur í
favn sótu tey kortini ikki.
Úr Havnini vita tey at siga
um ein bilførara, sum ikki
vildi steðga, tá løgreglan
vildi hava hann at gera so.
Tað var seinnapartin leygar-
dagin á Skálatrøð, at bilfør-
arin helt undan løgregluni,
men við rundkoyringina
við Vesturkirkjuna í Havn
rendi hann á ein garð, og
var standandi har.
Vakthavandi á løgreglu-
støðini í Havn greiddi frá, at
airbag’urin blástist út og at
førarin, sum var ein ógvuliga
drukkin maður í sekstiáru-
num, var heppin við at sleppa
við einum bláum eyga.
Par til hendurs
Eitt annað mál, ið annars
lutfalsliga
tómu
politi-
rapportini, er um eitt par, ið
var farið til hendurs. Sum
skilst er tað ikki fyrstu ferð,
at løgreglan má koma í mill-
um teirra, og sunnunáttina
var aftur galið. Kvinnan
ringdi til løgregluna, sum
kom á staðið og handtók
mannin.
Rúsdrekkakoyring
og húsaófriður
Úr Runavík verður sagt, at
vikuskiftið hjá teimum var
rímiliga friðarligt. Hetta
hóast Eystanstevna var, og
nógv fólk vitjaði á Skála-
fjørðinum.
Sunnunáttina
komu tó boð um, at onkur
skuldi verið sligin niður við
ítróttarhøllina,
men
tá
løgreglan kom á staðið, var
einki at síggja.
Eitt sindur av húsaófriði
var eisini, har løgreglan
mátti tosa fólk til sættis, og
so var ein bilførari tikin við
kenning. Hesin hevur áður
havt koyrikort, men hevði
ikki fingið tað aftur, tá hann
varð tikin á Skálafjørðinum
leygardagin.
Við rúkandi ferð
millum Fjarða
Leygardagin um eittíðina
fór ein bilur sendandi útav
vegnum
millum
fjarða.
Talan var um ung fólk, sum
vóru á veg til kappróðurin í
Runavík. Trý fólk vóru í
bilinum, sum fór út av
vegnum, og alt bendir á, at
hesi høvdu koyrt kapp við
ein annan bil, tá tað endaði
galið hjá teimum. Hetta er í
hvussu so er tað, fyribils
kanningarnar hjá løgregluni
siga, umframt at eygnavitni
eisini vita at siga, at bilarnir
yvirhálaðu hvønn annan
bæði í rundkoyringini á
tunnilsvegnum
omanfyri
Norðskála, og inni í sjálvum
tunlinum.
Hóast skilaleysu koyring-
ina, spældi tað rímiliga væl
av hjá teimum ungu fólku-
num. Ein genta var tó flutt á
sjúkrahúsið, har tey stað-
festu, at hon hevði brotið
óstbeinið.
Hetta var um middags-
leitið leygardagin, at bilurin
fór sendandi av vegnum við
nógvari ferð, og nakað
seinni kom ein annar bilur
fúkandi millum fjarða. Hes-
in helt seg tó á vegnum,
men varð steðgaður av løg-
regluni, sum hevði mált
bilin at koyra 156 km/t.
Skilaloysi millum fjarða
Trý ung fólk vóru í bilinum, og ein genta varð flutt á sjúkrahúsið, tí hon hevði brotið óstbeinið
Mynd: Oddvør Vang
Óløgi tveitti bátin móti berginum
Óløgið kom púrasta óvart á,
og kundi ført til vanlukku um
ikki rætt var atborið
Mynd: Anton Joensen