mánadagur 30. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 123 - 30. juni 2008
Leygarmorgunin var
hátíðarløta á Skála, tá
seinni nýbygningurin
hjá Thor í Hósvík fór
av bakkastokki
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Væl av fólki var saman
komið í góðveðrinum á
Skála leygarmorgunin til
móttøku. Seinni nýbygning
urin hjá Thor í Hósvík
skuldi av bakkastokki, og
fólk vóru forvitin eftir at
síggja og fylgja hesi hend
ing.
Áðrenn skipið varð loyst
í byggihøllini og kundi
stevna út á sjógv, søgdu
Mourits Mohr, rakstrarleið
ari og Thormund Johanne
sen, verkætlanarleiðari á
Skála Skipasmiðju, nøkur
orð.
Skipasmiðjukórið
setti
eisini sín dám á hesa fyrstu
løtuna av hátíðarhaldinum.
Dýrd á vík…
Alt gekk skjótt og væl fyri
seg.
Tá løtan kom, setti ný
bygningurin stevnið oman
úr hurðagapinum og fór so
hábærsligur omaneftir bed
ingini og út á sjógv.
Nakrir bátar lógu eisini
út fyri Skála Skipasmiðju
og fylgdu løtuni í silvitni
og bakandi morgunsól.
Eftir at skipið hevði ligið
eina løtu úti á vánni, varð
endi settur á, og nýbygn
ingurin varð sleipaður aftur
til bryggju.
Eftir sjóseting bjóðaði
Skála Skipasmiðja til pinna
mat og okkurt leskandi,
samstundis
sum
Skipa
smiðjukórið aftur setti sín
dám á við sanginum »Dýrd
á vík og vág…«
Alpha og Omega
Hóast hetta seinna skipið
hjá Thor í Hósvík enn ikki
er navngivið, krógvast navn
ið ikki, sum er sveisað á
skipssíðuna.
Thor Omega verður navn
ið, og tað er kanska ikki so
undrunarvert, tá fyrri ný
bygningurin,
sum
varð
navngivin og latin eigar
unum tíðliga í hesum árin
um, fekk navnið Thor
Alpha.
Thor Alpha og Thor
Omega eru systirskip. Hetta
eru nýbygningar nummar
ávikavist 56 og 57 á Skála
Skipasmiðju.
Hetta eru veitingarskip til
oljuvinnuna. Tey eru 55
metrar long og 13 metrar
breið.
Um ein lítlan mánaða fer
Thor
Omega
niður
til
Assens í Danmark, har skip
ið
verður
sandblást,
metalliserað og málað, og
sambært sáttmálanum verð
ur
nýbygningurin
latin
eigarunum 14. september í
ár.
Helgi Davidsen,
sum er ættaður úr
Runavík, fer at føra
Sancy, ið hugsandi
verður »chasari« í
seismikkvinnuni í
Grønlandi
SaNcy
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Djúpvatnstrolarin
Sancy,
sum hevur verið ein partur
av føroyska fiskiskipaflot
anum seinastu árini, er nú
seldur til Noregs, har hann
fer at sigla sum fylgiskip í
seismikkvinnuni. Keypari
er norðmaðurin Oddvar
Vea, sum áður hevur keypt
Froyu I og eitt nú chartrar
Jónrit, sum er heimahoyrandi
á Strondum.
Í nakrar dagar hevur
Sancy ligið í Runavík, har
maskinverkstaðurin Meka
nik er í holt við at yvirhála
høvuðsmotor og ljósmotor.
Hetta eru krøv, sum klassin
setir.
Helgi Davidsen, sum er
ættaður úr Runavík, skal
føra skipið, tá tað loysir
aftur. Saman við honum
verða fýra aðrir føroyingar,
stýrimaður, tveir maskin
menn og kokkur.
Enn er ikki endaliga gjørt
av, um skipið fer at sigla
undir
føroyskum
ella
norskum flaggi.
Helgi, sum í eini 10 ár
hevur búð í Danmark, hevur
siglt hjá Oddvar Vea í um
leið hálvt annað ár, og hann
hevur eisini ført Froyu I.
Skiparin sigur, at tað er
ikki óhugsandi, at Sancy
verður tað, sum rópt verður,
»chasari« í seismikkvinn
uni í Grønlandi.
Nakrir mans, sum fara at
sigla við Sancy, eru nú í
holt við at snøgga um skip
ið, og fyrsta dagin koma
málarar umborð.
Helgi Davidsen sigur, at
Sancy hevur verið uppi á
bedingini hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, og hann vón
ar, at klárt verður at loysa
um fáar vikur.
Sancy er farin úr føroyska
fiskiskipaflotanum
fyri
Beinisvørð hjá Sancy Trawl,
sum er keyptur úr Íslandi,
og nú verður gamli djúp
vatnstrolarin riggaður til
oljuvinnu, samstundis sum
Beinisvørð verður riggaður
til fiskiskap.
Stríð um kóp
Um einar fjúrtan dagar fer EStingið at viðgera eitt
uppskot um, at samveldið skal banna øllum handli
við kópaskinnum. Verður uppskotið samtykt, fer
tað millum annað at bera í sær, at ES gevst at
innflyta kópaskinn. Uppskotið hevur vakt stóran
ans í Grønlandi. Aleqa Hammond, landsstýris
kvinna í uttanríkispolitiskum viðurskiftum, sigur
við KNR, at tað fær sera álvarssamar avleiðingar í
Grønlandi, verður uppskotið samtykt.
Illir grønlendingar
Í grønlendska fiski og veiðimannafelagnum KNAPK eru
tey í øðini um, at ESlondini í altjóða hvalaveiðinevndini
IWC settu seg upp ímóti einum uppskoti um at loyva
grønlendingum at veiða 10 kúlubøkur. Fleiri í felagnum
vilja hava landsstýrið at senda mannarættindadómstól
inum hjá ES eina kæru um avgerðina, og at fiskivinnu
avtalan við ES skal endurskoðast. ESlondini eru júst nóg
mong í tali til at forða einum uppskoti, sigur KNR.
Aleqa Hammond fer í stríð fyri kópaskinnini
(Mynd: KNR)
Thor Omega av bakkastokki
Í silvitni og bakandi sól
stevnir Thor Omega so
hábærsligur oman úr
hurðagapinum og út á hav
Mynd: Vilmund Jacobsen
Thor-brøðurnir, Gunnbjørn og Hans Andrias og Gunnar Mohr,
fyrrverandi skipasmiðjustjóri. Kvinnan á myndini er kona
Hans Andrias, Súsanna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sancy í seismikkvinnu í Grønlandi
Fimm av seks monnum við Sancy verða føroyingar
Mynd: Vilmund Jacobsen