mánadagur 30. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 123 - 30. juni 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Sig nærmer tiden, da jeg må væk,
jeg hører vinterens stemme;
thi også jeg er kun her på træk
og haver andensteds hjemme.
Jeg vidste længe, jeg skal herfra;
det hjertet ikke betynger,
og derfor lige glad nu og da
på gennemrejsen jeg synger.
Jeg skulle sjunget lidt mer måske -
måske vel også lidt bedre;
men mørke dage jeg måtte se,
og storme rev mine fjedre.
Jeg ville gerne i Guds natur
med frihed spænt mine vinger,
men sidder fast i mit snævre bur,
det alle vegne mig tvinger.
Jeg ville gerne fra højen sky
udsendt de gladere sange;
men blive må jeg for kost og ly
en stakkels gældbunden fange.
Tit ligevel til en smule trøst
jeg ud af fængselet titter
og sender stundom min
vemodsrøst
med længsel gennem mit gitter.
Lyt og, o vandrer! til denne sang;
lidt af din vej du hidtræde!
Gud ved, måske det er sidste gang,
du hører livsfangen kvæde.
Mig bæres for, som ret snart i
kvæld
at gitterværket vil briste;
thi kvidre vil jeg et ømt farvel;
måske det bliver det sidste.
Minningarorð um Jaspur Midjord
f. 04.08.1924 - d. 07.12.2007
Dagurin
1. juli Teobaldus, deyður ár 1066. Franskur aðals
maður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einbúgvi.
Var fyrst í Luksemburg, ger so pílagrímsferð til Santi
ago de Compostella í Norðurspania, til Róm og fær
sær at enda tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð
prestvígdur.
1. juli eru 25 ár liðin síðan
Heðin Hansen fór í bil
mekanikaralæru hjá Reyni
Service í Hoyvík.
Eftir at hava starvast sum
lærlingur, og síðani sum
sveinur eina tíð, tók Heðin
við sum verkstaðsleiðari.
Heðin hevur verið við í
menningini av verkstaðnum
øll hesi árini, eisini tá ið
hugsað verður um DAF
góðkenning og TSM/Toyota
góðkenning.
At
Heðin
er
hálvur
hvalbingur er einki at taka
seg aftur í, tað kann
viðhvørt kennast eitt sindur
“ógvusligt” fyri persónin
handan
hornið
ella
hinumegin diskin, tað er tó
ikki so illa meint.
Vit ynskja Heðini góðan
byr og hjartaliga tillukku
við teimum 25 árunum.
Heilsan
starvsfelagar
Heðin Hansen:
25 ár á Reyni Service
Kunngjørt verdur fyri ætt, vinum og kenningum at
elskaða mamma, omma og vermamma okkara
Karla Joensen
Vestmanna
andadist á eldrasambýlinum í Vestmanna,
leygardagin 28. juni, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
mikudagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Petur, Helgi og Katrin
Tey, ið vilja minnast Karlu, kunnu lata eina gávu til
Missiónshúsið í Vestmanna.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Ludvík Abrahamsen
ættaður úr Oyndarfirði, búsitandi í Klaksvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til øll, sum fylgdu Ludda til hansara seinasta
hvíldarstað og ein hjartans tøkk fyri stórfingna hjálp
í sambandi við jarðarferðina.
Somuleiðis takk fyri peningagávur til Reyða Kross.
Kærar heilsanir
Harry, Heðin, Arthur, Arnhild og Jana v/ familjum
Lítla hvíta húsið í Øravíkarlíð, við
trøðni, víkini og neystinum. Tú var
vanur at siga »Mítt paradís«. Har
sleit tú tínar barnaskógvar. Tað var
áðrenn pedagogar og barnaansing
sóu dagsins ljós. Hóast móðir og
faðir vunnu sær til lívsins uppihald
hinumegin fjørðin, frá morgni til
myrkurs í fiskaarbeiði, so føldi tú
teg sjáldan einsamallan, sum tú tók
til, »vinirnir hjá mær vóru kúgvin,
kálvurin, hønurnar, dunnurnar og
heiðafuglurin. Tað einasta tú var
bangin fyri, var tarvurin. Tí hevði
tú altíð ein stiga standandi uppat
húsinum, so tú kundi fara uppá hoy
løðuna um illa vildi til.
Tey róðu við lítla árabátinum til
arbeiðis, morgun og kvøld. Um
kvøldið, tá tú væntaði tey heim, sat
tú frammanfyri gluggan og stardi
út á fjørðin, tí tá mánalýsi var,
kundi tú síggja árabløðini lyftast
upp úr sjónum langt burt.
Tá ið tú var borin til dópin, var,
sum vant skjótasti maðurin funnin
at bera teg í kirkjuna, og væl mann
hava verið runnið, tí tú var líka
kvikur, inntil sjúka boygdi teg.
Tú var borin út úr somu kirkju,
sum tú var við til at byggja, sum for
maður fyri innandura arbeiðinum.
Hóast mong ár í Havn, var tín
yndissangur »Tvøroyrarsangurin«.
Nú er myrkt og øskukalt í Kross
líð 4, men minnið um hjartahita og
gestablídni livir.
Hvíl í friði kæri vinur.
Egin
Hann lá framyvir køksborðið við
tí brúna kaffikrússinum í høgru
hond kaffiroykurin leitaði sær
upp ímóti loftinum. Eitt ár var ligið
síðani hansara elskaða blóma føln
aði, tey vóru á gullbrúdleypsferð á
flatlondum tá hon slóknaði og
hansara lívsins ljós brann út og við
henni kámaðist ljósglæman í eyg
um hans. »Hann sang fyri mær«.