Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 123 - 30. juni 2008 ] Hans Pauli rósar Víkingi Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi var sum vera man harmur um ársins fyrsta tap. – Nú høvdu vit ongan­ tíð rokna við at koma ígjøgnum eitt heilt kapp­ ingarár, uttan at tapa ein einasta dyst, men hetta er sjálvandi keðiligt, stað­ festi hann eftir dystin. Hans Pauli metir, at EB/ Streymur gjørdi uppgáv­ una óneyðuga tunga við spæla sum teir gjørdu í Sarpugerði. – At tveita langar bóltar niðan í álop­ ið er í øllum førum ikki snilt, tá vit spæla móti størstu verjuleikarunum í landinum. Og verjan hjá Víkingi stóð væl og var væl skipað, umframt at Geza Turi eisini hevði nakrar góðar bjargingar, metir Hans Pauli. Hann heldur eisini, at Víkingur sum heilt spældi ein góð­ an dyst, men vísir so á, at tað gjørdu teir einans, tí EB/Streymur loyvdi teim­ um tað. – Men nú er hasin dysturin farin aftur um bak, og vit líta vit fram til dystin móti ÍF leygardagin, sigur hann at enda. Pressspælið riggaði til fulnar Símun Louis Jacobsen var annar av málskjúttunum hjá Víkingi í gjár. Hann metti stríðsandan vera høvuðsorsøkin til, at tey trý stigini fullu í teirra lut. – Man kemur altíð langt við at kempa, og í gjár kempaðu vit væl, helt hann fyri. – Vit høvdu av­ talað at vera á monnunum áðrenn teir fingu bóltin, og tað riggaði til fulnar, metti Símun Louis. Dyst­ urin í gjár verður av mong­ um mettur sum tann fræg­ asti hjá Víkingi í ár, og hesum er Símun Louis ikki heilt ósamdur í. – Men vit eru framvegis alt ov óstøðugir. Høvdu vit víst hetta spælið eitt sindur oftari, so hevði tað sæð nakað øðrvísi út hjá okk­ um, sigur Símun Louis, sum heldur at nú góða spælið er funnið fram, vantar bert teimum at finna stabilitetin. AB gjørt sáttmálar AB hevur gjørt sáttmála við Tummas Hans Rubeksen, Rógva Holm og Janus Mortensen fyri restina av hesum kappingarárinum. Janus Mortensen hevur spælt í AB seinastu tíðina, og Tummas Hans Rubeksen kemur úr B36. Rógvi Holm er argjamaður og gamal AB’ari. Hann hevur seinastu tíðina verið og spælt ymsastaðni uttanlands, bæði í Onglandi og í Danmark. Hann er komin heim aftur nú, og verður verandi hjá AB restina av hesum kappingarárinum. Amager fær harða byrjan FC Amager er flutt upp í donsku 1. deild, og teir sleppa veruliga at royna seg í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum. FC Amager skal nevniliga spæla ímóti Lyngby, sum í farna kappingarári spældi í superliguni, men sum flutti niður í næstbestu deildina. Lyngby er eitt av fyrrverandi feløgunum hjá Toda Jónsson, stjóra í FC Amager. Við at sita tætt á mót­ støðuleikarunum, stríðast manniliga og spæla væl, eydnaðist tað Víkingunum at steðga sigursgongdini hjá EB/Streymi, sum eftir átta sigrar á rað, og fyri fyrstu ferð í ár noyddist bæði mál­ og stigaleyst av vøllinum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 13. ferð EB/Streymur fór á vøllin til landskappingardyst í ár, gekk galið. Liðið tapti fyri fyrstu ferð í ár, spælið var ósamanhangandi og hugflogsleyst, vilji var ikki til staðar og einki mál gjørdu teir heldur. Beint øðrvísi var hjá Vík­ ingi. Teir vunnu sín fimta sigur í ár, gjørdu tvey mál, hildu egið mál reint og hava ikki spælt betur enn tað sama. Fagnaður var í Sarpu­ gerði sunnukvøldið. Vánaligt verjuspæl Tað sum hjá Víkingum fekk ein góðan enda í gjár, hevði eisini eina góða byrjan. Tíggju minuttir vóru spæld­ ir, tá Marni Djurhuus kom sær í óføri og misti bóltin til Magnus Skoralíð. Leir­ víkingurin rak móti baklinj­ uni, áðrenn hann úr vinstru legði bóltin til fremru stong, har gøtumaðurin Símun Louis Jacobsen tveitti seg fram og stútaði í málið. Tíggju minuttir seinni var aftur galið í EB/Streyma­ verjuni. Víkingarnir spældi seg ígjøgnum mitt fyri, og við bringuni flutti Andreas Lava Olsen bóltin framum serstakliga passivu EB/ Streyma­verjuna, har hann við góðum skoti økti um leiðsluna. EB/Streyma­liðið var í villareiði, og venjarin hjá sundalagsmonnum handlaði skjótt. Fróði Clementsen og Hanus Eliasen vórðu tiknir av vøllinum, og Brian Olsen og nýggi danin, Peter Fold­ gast, komu á vøllin. Eftir hetta kom eitt sindur meiri javnvág í spælið, og EB/Streymur fekk nakrar kjansir. Vandamestu roynd­ irnar áttu Arnbjørn Hansen og Bárður Olsen, sum báðir royndu seg við skotið úti frá, men meðan tað fyrra fór framvið, tók Geza Turi tað seinna. Magnus Skoralíð átti tó helst størsta møguleikan, tá hann í tveimum førum royndu seg, men har René Tórgarð tók fyrru royndina, og tann seinna fór framvið. Tá farið var til hálvleiks var støðan framvegis 2­0 til heimaliðið – ein leiðsla, ið var væl uppiborin. Víkingur kontraði Efter steðgin var spælið rættiliga óruddiligt. Víking­ ur hevði onga orsøk til at spíla seg út, men valdi held­ ur at brúka orkuna upp á at órógva EB/Streym og teirra spæl. Tí tað vóru gestirnir, sum høvdu bóltin meiri, men bólturin gekk sjáldan millum fleiri enn tríggjar mans, áðrenn ein ljósabláur var ímillum. Sum seinna hálva leið fekk EB/Streymur meiri skil upp á spælið, men kjansir høvdu teir ikki nógv­ ar av. Hinvegin vísti Vík­ ingur seg sum eitt stak vandamikið kontralið, har serliga Andreas Lava Olsen ikki er til at steðga. Heilt nær við vóru Víkingar tríggjar ferðir, men stútarin frá Atla Gregersen varð steðgar á sjálvari málstrik­ uni, harða skotið frá Áslakki Petersen brast á stongina, og innskifti Erling Jacobsen brendi, tá hann var púra blankur við René Tórgarð. Í hinum endanum var vandamesta royndin eitt langskot frá Brian Olsen, men hesum tók Geza Turi sær væl av. Skilagóður Foldgast Fleiri mál enn tey bæði, ið fullu í fyrra hálvleiki, komu ikki í dystinum, sum Vík­ ingur sostatt vann uppiborið. Teir ljósabláu yvirraskaðu við góðum spælið, sam­ stundis sum eyðkendi stríðs­ andin eisini var til staðar. Hinvegin var lítið positivt, ið sundalagsmenn kundu hála úr dystinum. Eitt av fáu ljóspunktunum var nýggi danin, Peter Foldgast. Hesin fekk ein lítlan tíma á vøllinum, og vísti seg sum ein góðan bóltspælara, ið hevði rímiliga lætt við at fella inn í spælið, og ikki minst í samspælið við lið­ felagarnar. Hann skaraði tó á ongan hátt framúr, men skal nokk roynast EB/ Streymi væl, tá hann hevur verið her eina tíð og vant seg við umstøðurnar. Tað kann vera, at hann fer at gera meiri um seg leygardagin, tá EB/ Streymur vitjar í Fuglafirði, har Varmakeldustevna er. Víkingar skulu í eldin aftur longu fríggjakvøldið, tá teir skulu til Runavíkar at hitta NSÍ. Víkingur – EB/Streymur 2-0 (2-0) 13 var óeydnutalið EB/Streymur Víkingur Bólthaldarin hjá EB/Streymi varð støðugt lagdur undir trýst, og tað var fremsta orsøkin til, at Víkingur sum fyrsta liðið í ár sendi EB/Streym stigaleyst av vøllinum Mynd: Sofus D. Johannesen