Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 123 - 30. juni 2008 ] Scolari styttir feriuna Spælararnir í Chelsea hava fingið boð um, at teir skulu møta til venjing eina viku fyrr, enn ætlanin var, tá teir fóru í summarferiu. Nýggi venjarin hjá Chelsea, Luis Felipe Scolari, er so spentur til at fara í gongd við venjingina, at hann ætlar at byrja tann 7. juli. Spælararnir høvdu annars fingið frí til 14. Juli, men nú mugu teir avlýsa seinastu vikuna av feriuni. Walcott verður nummar 14 Ungi framherjin Theo Walcott fær eitt tiltikið nummar á sína troyggju í Arsenal, tá kappingin byrajr aftur. Walcott skal nevniliga spæla í nummar 14, og tað er gamla nummarið hjá Thierry Henry. Henry skoraði heili 226 mál fyri Arsenal við nummar 14 á bakinum, so Walcott hevur nógv at liva upp til. Walcott hevur ikki heilt livað upp til vónirnar, síðani hann skifti til Arsenal í 2006. Botnliðið EB/Streym­ ur var á odda ímóti nýggja oddaliðnum, inntil Gunnar á Steig var farin av vøllinum við brotnari hond, og seinni noyddist avloysarin av vølli­ num við skaða í beini­ num Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við trivaligum 5-1 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi lyfti 07 Vestur seg upp á fremsta plássið í 1. deild. Oddasessurin varð tryggj- aður, tí VB/Sumba tapti 2-1 á Argjum. Harvið hava 07 Vestur og VB/Sumba sama stigatal, men málmunurin hjá 07 Vestur er betri, enn hann er hjá VB/Sumba. Men satt at siga var tað lítið Formuladeildarsnitt yvir tí, tá ið nýggja oddalið- ið hitti teir næstbestu hjá EB/Streymi, sum stríðast fyri at sleppa undan botn- plássunum. EB/Streymur var á odda við einum máli eftir 1. hálv- leik. Niels Pauli Danielsen skoraði málið, tá ið hann við fremra stólpa møtti inn- leggi úr høgru frá Jens Mikal Jensen, og um EB/ Streymur kundi havt økt um leiðsluna bæði eina og tvær ferðir, men teir vóru ikki nóg neyvir í góðum støðum. Tveir minuttir undan steðginum var EB/Streyma málverjin Gunnar á Steig so óheppin at bróta hondina í samanstoyti við mótstøðu- mann. Ási Dam, sum er unglingur og plagar at vera í álopinum, fór at verja málið. Men bara í eina lítla løtu. Tíðliga í 2. hálvleiki noyddist hann av vøllinum, tí hann var skaddur í bein- inum. Tað var tá ið hann varð skaddur, at 07 Vestur javnaði. So fór Vinjard Dam at verja málið. Hann helt tætt í tólv minuttir. Tá ið hann hálvbjargaði frísparksroynd, og Jón Nielsen, sum er flutt- ur av Argjum og vestur aft- ur í Vágar, skoraði til 2-1, var greitt, at 07 Vestur fór at vinna. Men leingi var tað ikki sannførandi. Silva økti til 3-1 við stútara eftir frí- spark, og so skoraði Tór- Ingar Akselsen tvey mál, so sigurin at enda gjørdist trivaligur. Oddurin tódnaði Oddaliðið VB/Sumba tapti tøttu oddauppgerðina á Argjum 2-1. Gestirnir løgdu bragdligari fyri, og teir kundu verið komnir á odda eitt nú, tá ið Pól Thor- steinsson royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og Heðin Stenberg vardi væl fyri. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Kenneth Jacobsen AB framum. Hann var leysur mitt fyri, eftir at Thomas Hans Rubeksen hevði lagt innfyri úr høgru. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Dion Splidt um AB leiðsluna. Hann var leysur aftanfyri handara stólpa, eftir at Evrard Ble hevði lagt innfyri úr høgru. Miðskeiðis í 2. hálvleiki kom spenningur í aftur, eftir at Jón K. Poulsen hevði minkað um munin við skoti, sum umvegis stólpan brast í netmeskarnar. AB megnaði tó at halda tætt, og tað hevði stóran týdning fyri teirra vánir í toppstríðnum. TB tapti fyrr í ár púra óvæntað 1-0 í Leirvík. Tá ið Víkingur leygardagin vitj- aði á Sevmýri var tó eingin ivi. Heimaliðið var greitt omaná og vann 5-1. Tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at Finnur Justinussen við stút- ara eftir frísparksinnlegg frá Bárði Hansen pyntaði um fyri Víking. Botnliðið B68 tóktist vera á veg ímóti øllum stigu- num, tá ið NSÍ fríggjakvøld- ið vitjaði á Svangaskarði. Súni Fríði Barbá hevði eftir innlegg úr høgru frá Emil Olsen lagt heimaliðið fram- um, og Gestur Lómstein hevði eftir horna økt um leiðsluna. Tveir minuttir undan leik- loki minkaði Sonni L. Peter- sen um munin eftir skjót- álop, og síðsta atsóknin av øllum var tað, tá ið Pól Jóhannus Justinussen við høvdinum umsetti frísparks- framlegging frá Kára Han- sen til 2-2! HB skuldi havt vitjað í Klaksvík, men dysturin varð útsettur orsaka av Inter- toto Cup ferðini hjá HB. Elfsborg spenti ikki bogan ov nógv, men HB sýndi eisini munandi betri spæl enn fyri viku síðani, tá teir komu aftur við málleysum javnleiki Fótbóltur Jákup Mørk Eftir 4-1 sigur til sviarnar í fyrra dystinum var spenn- ingurin burtur, tá HB leyg- ardagin spældi seinna Inter- toto-dystin móti Elfsborg. Men tað forðaði ikki HB í at levera eitt av betru av- rikum sínum seinastu vik- urnar. Á spildurnýggja graslíki- num í Borås Arena hevði HB eitt útgangsstøði, ið var nakað nógv varligari, enn tað var í heimadystinum. Setningurin var heilt greitt at halda sviunum frá teim- um stóru málmøguleiku- num, og fyri tað nógva eydnaðist ehtta eisini. Móti dystarenda hevði HB eisini einstakar vandamiklar kontraatsóknir, hóast teir hesa løtuna spældu undir- mannaðir, eftir at Kári Nielsen tvær ferðir hevði fingið gula kortið frá dóm- aranum. Hálvum misnøgdur Eftir dystin hevði Rás2 orð- ið á Jákup á Borg, og hann var væl nøgdur um avrikið, sum HB sýndi í dystinum. - Í verjupartinum stóðu vit okkum sera væl. Serliga í fyrra hálvleiki, har teir ein- ans hava onkrar deyðbóltar. Og vit hava eisini okkara møguleikar, sum allir komu í opnum spæli. - Eg veit ikki, um eg skal siga, at eg eri ónøgdur, men tað er eitt sindur løgið at hava spælt á útivølli í Europa, og so vera hálvgum misnøgdur um úrslitið. Um ávirkanina, sum dyst- urin kann hava á HB, helt Jákup, at hetta kann ávirka rætta vegin. - Nú eru vit langt aftan fyri EB/Streym á stigatalv- uni, so teir hugsa vit ikki um enn. Men eg haldi, at avrikini seinsatu tíðina hava verið betri. Vit hava verið meira disciplineraðir í spæli- num, og har eru fleiri lutir, sum venda rætta vegin. Enn er tó langt eftir á mál, áðr- enn vit kunnu verða nøgdir, so lat okkum nú síggja, hvussu leikur fer. Men hetta er í øllum førum eitt stórt fet rætta vegin, segði Jákup á Borg eftir dystin. Elfsborg-HB 0-0 Altjóða stig til HB Tveir málverjar beinbrotnir av vølli