mánadagur 30. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 123 - 30. juni 2008 ]
B36 botn-
urin sæst
Lagið var einki serligt í
B36 leguni eftir stevnu
tapið í Runavík, og tað
var ikki so undarligt. Eft
ir at tað í fyrsta triðing
inum av kappingini hev
ur gingið heilt væl hjá
nýggja liðnum, sum av
góðum grundum ikki
hevur havt møguleika at
samanspæla seg heilt, so
hevur tað síðani sjøtil
varð settur á annan trið
ingin av hesum kapp
ingarárinum hilnast illa:
B36 hevur eftir 30
heimasigurin á Víkingi
bara fingið tvey stig
burtur úr trimum dystum
– 00 á Skála, 11 á
heimavølli ímóti ÌF og
nú tap í Runavík. Higartil
hevur B36 spælt fýra
ferðir aðra staðni enn í
Gundadali, og úrtøkan
hevur verið fýra stig: 10
sigur í síðstu løtu á Toft
um og 00 á Skála.
Hetta mundi vera
botnurin var staðfesting
in, áðrenn B36 um eina
viku skal til Klaksvíkar.
Seks ferðir
uttan at
tapa
Eftir at tað í fleiri av
fyrstu umførunum skinkl
aði hjá meistarunum í
NSÍ, hevur tað seinastu
ferðirnar
gingið
sum
eftir ánni. Ikki síðani 18.
mai, tá ið NSÍ legði rygg
til 30 tap í Gundadali
ímóti HB, eru meistar
arnir farnir av vøllinum
uttan úrtøku.
Eftir eitt stig ímóti
Skála og KÍ hevur NSÍ
fýra tær seinastu ferðir
nar vunnið fulla úrtøku.
Í vikuskiftinum tóku
meistararnir seg nærri
toppinum, tí oddaliðið
EB/Streymur
tapti
í
Gøtu:
Vit hugsa um okkara
avbjóðingar, og vit taka
ein dyst í senn. Men
sjálvandi er tað uppaftur
hugaligari hjá okkum, tá
ið vit vinna, og sigrarnir
bera okkum nærri topp
inum, siga teir í Runa
vík.
Platini væl nøgdur
við EM
Forsetin í UEFA, Michel Platini, er væl nøgdur
við EMendaspælið í Sveis og Eysturríki, sum
endaði í gjárkvøldið. Eg eri ein glaður forseti.
Fyriskipanin av kappingini hevur verið framúr
góð, og tær báðar vertstjóðirnar hava samstarva
fyrimyndarliga. Spælarar og venjarar hava
eisini givið europeiskum fótbólti eitt gott image
við hesari kappingini, sigur Platini við
heimasíðuna hjá UEFA.
Teir ungu skulu verða heima
U21 landsliðsvenjarin hjá Danmark, Keld Bordinggard, heldur, at ungir
danskir spælarar skulu ikki fara til útlandið at spæla fótbólt. Teir skulu
heldur hava tol, verða heima í Danmark og menna seg. Tað ringasta,
sum kann hendan fyri ein ungan spælara, er, at hann fer til útlandið,
men ikki fær neyðugu spælitíðina til mennast, sigur Bordinggard við
BT. Hann heldur, at summir ungir spælarar ongantíð koma fyri seg
aftur, eftir at teir hava havt eina miseydnaða tíð uttanlands.
Yngru NSÍ spælar
arnir hava tikið
stóra ábyrgd á seg,
og eftir sigurin á
tannleysa B36 hava
meistararnir lyft seg
nærri toppinum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað vóru ikki minst veteran
arnir Jens Martin Knudsen
og Pól Thorsteinsson, sum
taldust millum størstu álit
ini, tá ið NSÍ í fjør var sann
førandi meistari. Hesir báð
ir eru ikki longur á meist
araliðnum, og tað kann væl
vera ein av orsøkunum til,
at tað ikki var so sannførandi
fleiri tey fyrstu umførini.
Nú gongur betri, og or
søkin er eyðsýnd. Ungu
menninir, sum eisini vóru
óførir í fjør, megna nú at
lyfta stóru ábyrgdina.
Bogi Løkin var tvífaldur
málskjútti í 31 stevnu
sigrinum á B36. Umframt
við at skjóta tvey mál var
Bogi rættuliga eyðsýndur á
annan hátt. Hann arbeiddi
nógv, flutti seg væl og var
skilagóður í avspælinum.
Jóhan Troest Davidsen var
stinnur miðverji, og sjálv
andi telur tað rætta vegin,
at hann aftur hesa ferð tald
ist millum málskjúttarnar.
Øssur Dalbúð hevur vunn
ið fyrsta rættin til fremstu
ódnina. Hann var rættuliga
einsamallur, men hann ar
beiddi nógv og væl og átti
lut í málum, áðrenn hann
varð skiftur út.
Ivaleyst valdi venjarin at
geva Jónhardi Frederiksberg
møguleikan, tá ið B36 flutti
fólkið langt fram á vøllin í
roynd at koma afturíaftur.
Hetta bar nógv pláss við
sær aftanfyri B36 verjuna,
sum skjótleikin hjá Jónhardi
kundi brúkast í.
Mønusting undan
steðginum
Serliga fyrra partin av 1.
hálvleiki var NSÍ greitt við
yvirlutan. Teir høvdu verið
fleiri ferðir tætt við, tá ið
Bogi Løkin í 18. minutti
setti hol á: Hjalgrím Elttør
og Einar Hansen spældu
seg ígjøgnum í vinstru,
Einar legði innfyri, og tað
eydnaðist Øssuri Dalbúð
við høvdinum at stýra bólt
in fyri føturnar á Boga
Løkin, sum takkaði fyri, tá
ið B36 verjan var lítið av
gjørd.
Sum 1. hálvleikur leið
fekk B36 betri tak á spæli
num. Stóri trupulleikin var,
at tað var eingin broddur í
heilt har frammi. Hanus
Thorleifsson sat skaddur
uttanfyri,
Potemkin
var
sendur til hús, og tað tyktist
alt ov stórur biti fyri Tamás
Nagy uttan serligan stuðul
at skula stríðast við og
ímóti NSÍ miðverjunum.
Mønustingin fekk B36 í
síðstu sekundunum av 1.
hálvleiki. Hjalgrím Elttør
legði úr vinstru hornasparks
innlegg aftur um handara
stólpan. Óli Hansen var
blankur, tá ið hann við
høvdinum stýrdi bóltin inn
fyri málið aftur, og B36
verjan ansaði heldur ikki
Jóhan Troest Davidsen, sum
mitt fyri málinum takkaði
fyri og stýrdi bóltin í málið.
Tómgongd
Í 2. hálvleiki var talan um
nógva tómgongd og lítið
hugflog. Heðin Askham
styrkti tíðliga í 2. hálvleiki
um álopspartin við at flyta
Santos longri fram í vinstru,
meðan Jóhan V. Gunnarsson
yvirtók vongverjan í vinstru
og Oddmar Færø kom inn á
vongverjan í høgru. Santos
hevði onkur gjøgnumbrot,
men tað var eingin broddur
í mitt fyri málinum, har
Tórður Thomsen saman við
Óla Hansen og Jóhan Troest
Davidsen hevði tamarhald
á støðuni.
Spenningur kom í aftur,
tá ið Magnus Olsen, sum
saman við Klæminti Matras
stríddist nógv á miðvølli
num, við rimmar skoti úr
18 metrum og umvegis tvør
træið minkaði um munin.
B36
royndi
at
spenna
álopsbogan uppaftur meiri,
men tað kendist tannleyst,
og í yvirtíðini var Bogi Løk
in púra kaldur, tá ið hann,
eftir stórt B36 kiks í verjuni,
setti bóltin framvið Hans
Jørgensen.
NSÍ-B36 3-1 (2-0):
Nú ganga teir ungu undan
B36
NSÌ
Jóhan Troest Davidsen og Tórður Thomsen eru tveir av ungu runavíkingunum, sum veruliga hava bitið frá sær í Formula-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen