mánadagur 30. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 123 - 30. juni 2008 ]
Liðið og
Gudmund
Símun Rógvi Hansen,
sum helt B71-búrið reint
móti KÍ, var sjálvandi væl
nøgdur um tað, sum hann
og liðfelagarnir høvdu
víst. Men hann vildi ikki
reiðiliga staðfesta, at talan
hevði verið um besta
avrikið á árinum.
- Eg haldi, at talan hev-
ur verið um framgongd
seinastu vikurnar, og í dag
megna vit so eisini at
skora.
- Eg haldi ikki, at KÍ
hevði nakran veruligan
møguleika í dystinum.
Bæði verjan og restin av
liðnum
stríddust
og
arbeiddu framúr væl, so
talan var um eitt fínt avrik
frá okkara liði.
Og tó at talan var um
liðavrik, so kundi Símun
Rógvi illa svarað annað
enn játtandi, tá hann varð
spurdur um leiklutin hjá
Gudmundi Nielsen.
- Hann er fantastiskur.
Hann er gjøgnumbrots-
sterkur, sterkur í høvdinum
og sum heild ein sera kom-
plettur spælari, haldi eg.
-mørk
B71 stríddist
betur
Fyri viku síðani helt
Eyðun Klakstein seg og
KÍ hava betur uppiborið,
tá teir taptu heimadystin
móti EB/Streymi. Sunnu-
dagin taptu Eyðun og KÍ
næsta dystin á rað, men
hesa ferð mutaði venjarin
ikki ímóti.
- B71 stríðist fyri lívi-
num, og tað sást aftur á
vøllinum. Serliga í fyrra
hálvleiki trýstu teir okkum
nógv. Eftir steðgin gjørdist
tað meira aftur og fram,
har vit hava yvirtakið í
løtum. Men vit skora ikki,
og so gera teir av við
okkum, tá teir skora.
Eyðun Klakstein vildi
tó ikki vera við, at hugburð-
urin hjá hansara monnum
ikki var nóg góður.
- Tað haldi eg ikki.
Kanska eru vit ikki nóg
klárir, men teir stríddust
ótrúliga hart, og tí gjørdist
dysturin akkurát so trupul,
sum vit høvdu roknað við,
segði Eyðun Klakstein
eftir dystin.
-mørk
Høsnarungin provokeraði
Tað vakti ans, tá Michael Rasmussen um vikuskiftið var til DM í súkkling.
Høsnarungin, sum hann verður róptur, hevur í løtuni karantenu, og tá hann
nú var til DM-kapping, var hetta sum áskoðari til DM hjá kvinnum. Her er
loyvt øðrum enn luttakarunum at vera partur av feltinum, men Rasmussen
provokeraði nakað nógv, tá hann hevði hug at leggja seg millum tær
fremstu. Nakað sum umboðini fyri danska súkklusambandið at rópa eftir
honum. – Eg taki hatta sum eina provokatión frá einum manni, sum hevur
tørv á at vísa seg. Og eg haldi tað vera óuppdrigið, tá hann soleiðis
provokerar, og síðani bara flýggjar, tá vit fara eftir honum, segði Willy
Frederiksen, sum er formaður fyri kvinnusúkklingina í Danmark.
B68-Skála í kvøld
Klokkan 19 í kvøld verður dystur á
Svangaskarði, har B68 tekur ímóti Skála.
Við sigrinum hjá B71 móti KÍ, er trýstið í
botninum økt nakað. B68 er í løtuni seks stig
framman fyri bæði Skála og B71, og tí
kunnu teir við einum sigri koma heilt úr
vandaøkinum. Skála kann hinvegin vinna seg
ájavnt við ÍF, sum er nummar átta, um teir
vinna sín dyst, so eingin ivi er um, at báðir
partar hava sítt at stríðast fyri á vøllinum.
B71 spældi fyri
lívinum, og tað
eydnaðist at toga trý
stig heim, tá KÍ vitjaði
sunnudagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað skuldi røkka ella støkka
hjá B71. Fleiri ferðir hava
teir verið væl nøgdir við
leikliga avrikið í ár, men
úrtøkan hevur á ongan hátt
staðið mát, og tí høvdu spæl-
ararnir knívin á barkanum,
tá KÍ vitjaði sunnudagin.
Til dystin hevði B71
styrkt sær um liðið við at
fáa Anders Sørensen – sum
í fjør var partur av liðnum
– upp til Føroya, eins og
Patrick Sunday Okoro er
komin úr B36, har áleyparin
ongan tíð veruliga fekk
fótin fyri seg.
Og við knívinum á bark-
anum stríddust sandoying-
arnir fyri lívinum. Serliga
løgdu teir stórt týrst á í
fyrra hálvleiki, har bólt-
haldarin hjá KÍ sjáldan fekk
frið, og har KÍ av tí sama
hevði sera ilt við at spæla
seg niðan eftir vøllinum.
Atsóknirnar á KÍ-málið
vóru áhaldandi, og einar
tvær ferðir mátti Jákup
Mikkelsen bjarga heilt væl
fyri at forða fyri B71-málið.
B71 hevði nógv horna-
spørk í fyrra hálvleiki, og
fyrra málið hjá teimum
kom eftir hornaspark. Sent
var til aftaru stong, har
verjuspælarin Fabio Vieira
stóð leysur. Hann sendi bólt-
in innfyri málið aftur, og
har fekk Gudmund Nielsen
sent bóltin um málstrikuna.
Málið var fult uppiborið,
tí B71 hevði var í fyrra
hálvleiki betra liðið. Teir
spældu rættiliga beinleiðis,
bólturin skuldi verða á KÍ
hálvuni alla tíðina, og so
fluttu teir fólkið fram at
trýsta og renna KÍ-spælar-
arnar niður.
KÍ-venjarin fekk stillað
liðið hjá sær nakað í hálv-
leikinum, og hugburðurin
hjá spælarunum var mun-
andi betraður, tá menn
komu út til seinna hálvleik.
Spakuliga fekk KÍ arbeitt
seg aftur í dystin, men teir
megnaðu ongan tíð av
álvara
at
skapa
opnu
møguleikarnar, sum skuldu
til. Og tí hevði Símun Rógvi
Hansen lætt við at verja fyri
teimum
atsóknum,
sum
komu á málið.
Og tá B71 økti til 2-0 við
einum mótálopi miðskeiðis
í seinna hálvleiki, mundu
tað verða fá, sum ivaðust í,
at B71 fór at vinna hendan
dystin.
KÍ misti bóltin á egnari
hálvu. Símin Hansen sendi inn
um KÍ-verjuna til Gudmund
Nielsen, sum rundaði Jákup
Mikkelsen, áðrenn hann sendi
bóltin í málið til 2-0.
Eftir hetta gekk spælið
báðar vegir, men B71 var
nærri við at økja til 3-0 enn
KÍ at minka um munin. KÍ
royndi at skifta og flyta
fólk, men dysturin stóð ikki
til at bjarga.
Hóma strikuna
Við sigrinum hevur B71
aftur meldað seg inn í
dystin at sleppa undan
niðurflyting. Og tær báðar
komandi uppgerðirnar fáa
helst alstóran týdning í so
máta. Undan summarsteðg-
inum skal B71 nevnliga á
vitjan hjá bæði Skála og
B68, og tað eru tveir dystir,
sum helst skulu kasta eini
fýra stig av sær, um bjarg-
ingarætlanin skal eydnast.
Og so verður sjálvandi
eisini spennandi hjá sand-
oyingum at fylgja við,
hvussu leikur fer, tá júst
B68 og Skála dystast á
Svangaskarði í kvøld.
Hjá KÍ merkti tapið, at
teir spakuliga aftur eru í ferð
við at nærkast botninum.
Átta dystir uttan tap høvdu
annars lyft KÍ væl og virði-
liga av vandaleið, og enn er
vandin ikki serliga akuttur.
Men við 14 stigum sansar
nú spakuliga at hjá klaksvík-
ingunum, um teir ikki skjótt
finna rætta stevið aftur.
KÍ
B71
B71-KÍ 2-0 (1-0):
Loksins lukkaðist
Klaksvíkingar fingu ongan tíð fótin
fyri seg, tá B71 í fyrra hálvleiki
stoypti grundina til bara næsta
Formula-sigurin á árinum
savnsmynd