Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 123 - 30. juni 2008 ] Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Thomas Preiss Teir gloyma ongan tíð Jens Martin. Í Eysturríki fer 1-0 tapið móti Føroyum í Landskrona altíð at ríða landinum sum sonn marra. Sum tikið varð til í onkrum av mongu upp- taktsbløðunum, sum vóru at fáa til EM-kappingina, so náddi Eysturríki botnin, tá tjóðarinnar stoltleiki í 1990 tapti móti heimsins vánalig- asta fótbóltslandsliðið. Tí skuldi tú kanska eisini hildið, at eysturríkar mest av øllum vilja sleppa at gloyma Jens Martin og liðfelagarnar, men nú hevur húgvan fingið sítt pláss á stórbæra Leopold Museum, har framsýningin, Moderne Kunst der Färöer Inseln, verður at síggja. Jens Martin Knudsen var gestur í sendingini, 3. hálv- leikur, á Rás2 í gjárkvøldið. Og hann helt sum vera man, at talan var um serstaka uppliving í Wien. - Fyri einum ári síðani skuldi eg verða partur av ein- um all-star dysti, sum skuldi markera, at júst eitt ár var eftir til EM-endaspælið. Ta ferðina fekk eg tó kontraboð mest sum á flogvøllinum, tí Josef Hickersberger ikki vildi minnast á Landskrona- dystin, nú hann fyrireikaði liðið til EM. - Mær varð so lovað, at konan og eg ístaðin skuldu sleppa til ein dyst í EM- endaspælinum. Og vit vóru so til staðar, tá Spania vann á Russlandi í hálvfinaluni. - Samstundis er so hendan stóra framsýningin á Leop- old savninum í Wien, og har høvdu tey spurt, um tey ikki kundu fáa húgvuna. - Har hava tey so gjørt ein krók, har Merkið hongur á vegginum, umframt at tú kanst hyggja at dystinum í Landskrona. Bæði við før- oyskum og eysturríkskum speakara, og eg skal lova fyri, at tað er munur á! Og nógv varð annars gjørt burturúr, tá Jens Martin kom á savnið við húgvuni. - Eg hevði mín egna chauffør, og fleiri sjón- varpsstøðir og onnur tíð- indafólk vóru á staðnum. So hetta var ein heilt stuttlig uppliving. Tað var nú ikki bara fyri mína skyld, at hesi vóru á staðnum, men stuttligt var tað kortini. Í dag er Jens Martin hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum, sum í heyst skal spæla móti Eysturríki. Men tað verður so uttan Josef Hickersberger, sum segði seg úr starvinum eftir EM-kappnigina. Nakað, sum Jens Martin harmast. - Tað geri eg. Eg hevði glett meg til at hitta hann aftur, tí hann er jú tann einasti í EM-hópinum, sum eisini var við á Landskrona. So tað eri eg eitt sindur keddur um, staðfesti Jens Martin. Topphúgvan fann sína hill Her stendur hon so. Heimskenda húgvan, sum umvegis sjónvarpsmyndir ferðaðist kring allan heim fyri 18 árum síðani Heimskenda topphúgv­an hjá Jens Martini Knudsen er nú komin á sav­n. Sjálv­andi í Wien, har fólk neyv­an gloyma føroyska málv­erjan í bræði Rógvi út við skaða Tað gekk av skriðini hjá Hødd í útidystinum ímóti Notodden. Talan gjørdist um eitt stórtap uppá 5-1, hálvleiksstøðan var 2-0. Notodden skoraði øll seks málini í dystinum, eisini málið hjá Hødd, sum var eitt sjálvmál. Hødd og Rógvi Jacobsen byrjaðu annars væl. Tá 6 minuttir vóru farnir, var Rógvi hildin inni í brotsteig- inum hjá Notodden, og dómarin dømdi brotsspark til Hødd. Finn Erik Stavseng tók brotssparkið, men málverjin hjá Notodden, Nuno Marques bjargaði. Rógvi fór út við skaða aftaná 39 minuttirs spæl, tá var støðan 0-0. Síðstu løtuna áðrenn steðgin skoraði Notodden tvey mál, og tá gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá Hødd. Hødd liggur nú undir niðurflytingarstrikuni í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 9 stigum fyri 11 dystir. Elmander til Bolton Svenski Johan Elmander hevur gjørt sáttmála við enska felagið Bolton. Elmander hevur staðið seg væl í fronskum fótbólti, har hann hevur spælt fyri Toulouse, og Bolton hevur goldið franska felagnum 105 milliónir krónur fyri Elmader. Brøndby fær eisini pengar burtur úr søluni, tí Elmander hevur áður spælt fyri Brøndby, og nú rúka slakar 10 milliónir krónur til danska felagið.