Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 123 - 30. juni 2008 ] Sjálvandi ber eisini til at síggja brot frá dystinum, sum ongan tíð verður gloymdur. Hvørki av føroyingum ella eysturríkarum Húgvan var væl pakkað inn, og tað var ein stór løta, tá Jens Martin opnaði eskjuna, sum hann hevði havt við úr Føroyum Eina seinastu ferð skuldi húgvan setast á høvdið. Og enn sum áður situr hon væl á høvdinum Áhugin fyri føroyskum fótbólti er framvegis stórur í Eysturríki. Her svarar Jens Martin spurningum frá einum sjónvarpsliði, sum eisini var komið á staðið Jens Martin sæst her saman við framýsingarkuratorinum, Dr. Michael Fuhr, og savnsstjóranum, Mag. Peter Winhäupl 9,68 sekund Amerikanski Tyson Gay, sum er heimsmeistari á 100 metrum, er í stórformi undan olympisku leikunum. Sunnunáttina rann hann 100 metrar upp á 9,68 sekund, og tað hevur eingin gjørt undan honum. Tíðin varð tó ikki góðkend sum heimsmet, tí undanvindurin var ov nógvur. Talan var um úttøkukapping hjá ameri­ kanska landsliðnum, og tað var um reppið, at Gay als ikki kom við á liðið. Í innleiðandi umfarinum tók hann tað nevnliga somikið róligt, at hann bara akkurát vann seg víðari til finaluumfarið. Suðuroyingar til DM á langbana Fýra svimjarar frá SuSvim fóru sunnudagin til Danmarkar har tey skulu luttaka í Danish Open. Tað er Danska meistaraheitiskappingin á langbana. Kappingin ið verður í Gladsaxe byrjar týsdagin 1. juli og heldur áfram til sunnudagin 6. juli. At senda svimjarar uttanlands at kappast er ein liður í støðugu menningini av svimjarum sum SuSvim hevur sett sær fyri, sigur felagi í tíðindaskrivi. Tey 4 eru: Mona Simonsen, Shaila Millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen og Pál Joensen. Við svimjarunum er eisini venjarin Jón Bjarnason.