Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 123 - 30. juni 2008 ] Luis Aragones hevur ikki altíð verið eins væl lýddur sum spanskur landsliðsvenjari. Men EM-sigurin setir hann á allar ovasta sessin í heimlandinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vísmaðurin úr Hortoleza prógvaði sítt virði, tá Spania í gjárkvøldið lyfti stóra EM-steypinum. Eins og flestu av undan- monnum sínum, so hevur Luis Aragones av umstøð- unum verið mettur sum ein maður, ið ikki megnar at standa ímóti trýstinum, tá harðast leikar á. Spaniólar hava í so máta eina mest sum ræðandi fótbóltssøgu, tí sæð burtur frá EM- sigrinum á heimavølli í 1964, so hevur Spania ferð eftir ferð skuffað viðhaldsfólkini, júst sum hesi hava hildið, at tey nú áttu kanska besta landsliðið í heiminum. Soleiðis var eisini, tá Aragones fyri tveimum árum síðani stóð á odda fyri landinum í HM- endaspælinum í Týsklandi. Spania vann allar sínar dystir í innleiðandi bólk- inum, men í 1/8-finaluni rendi liðið seg í Frakland, og hóast spanska 1-0 leiðslu, so endaði alt við fronskum 3-1 sigri. Tekniskur heilivágur Í ár hevði Aragones tó funnið rætta heilivágin móti sponsku sjúkuni. Ágangurin var annars nógvur, tá Aragones undan kappingini staðfesti, at Raul – kongurin í Madrid – ikki var partur av lands- liðshópinum. Men við spæl- inum, sum Spania hevur sýnt, er ilt at síggja, hvussu venjarin kundi gjørt tað betur enn tað sama. Leikliga hevur Spania verið oman fyri alt og øll í EM-endaspælinum. Tekn- iski førleikin hjá hvørjum einstøkum spælara er av slíkum slag, at teir støðugt megna at spæla seg úr trýstinum, sum mótstøðu- liðini hava roynt at lagt, og hóast finalan »bert« varð vunnin 1-0, so hevur Spania í endaspælinum verið mest skorandi liðið. Og júst dirvið at tora at líta á egnar dygdir, hevur verið fremsti heilivágurin hjá spaniólunum. Til tíðir hevur tað verið sum at síggja Brasil á einum góðum degi, tá bólturin í kvikum kombinatiónum er sendur kring allan vøll- in. Ofta við drepandi stikn- ingum inn um verjuna, tá álopini verða endað. Og so gjørdi tað mest sum ikki mun, at topp- skjúttin, David Villa, noyddist at siga farvæl við EM longu í hálvfinaluni, tá hann mátti skaddur av vøllinum. Hóast Fabregas ikki ger um seg heilt so langt uppi á vøllinum, sum Villa ger tað, so nerv- aði hetta á ongan hátt span- ska spælið. Torres arbeiddi hinvegin tað meira í álops- partinum, og tá Lahm og Lemann so misskiltu hvønnanna, var Torres skjótur við hamaranum. Fer til Turlands Einum sponskum lands- liðsvenjara so líkt, so hevur Aragones ofta verið ofta verið útskeldaður og –spiltur í mongu miðl- unum, sum burtur av fáast við fótbólt. Tí mundu tey fæstu í Spania gráta, tá tað longu undan EM-endaspælinum stóð greitt, at Vicente del Bosque verður nýggjur landsliðsvenjari. Tað kann væl vera, at hetta er ein avgerð, sum bæði spanska fólkið og fótbóltssambandið nú iðra seg um, men Aragones man tó ikki leggja so nógv í hetta. 69 ára gamli vís- maðurin, hevur gjøgnum yrkisleiðina roynt eitt sindur av hvørjum, og nú er hann so til reiðar at skriva enn eitt kapittul í so máta. Hetta tá hann kom- andi tvey árini skal standa á odda fyri turkiska Fenerbache. Spanski EM-sigurin er meira enn nakað ein sigur hjá fótbólt- inum. Tekniskt var Spania oman fyri øll hini, og sjálvt ikki týska ímyndin av stríðsviljanum megnaði at steðga teimum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EM-finalan sunnukvøldið fer kanska ikki í søguni sum tann best spælda í søg- uni. Til tess var týdningurin av dystinum kanska ov stórur, og tí sást ikki heilt so nógv til spruttandi álops- spælið, sum Spania hevur sýnt í EM-endaspælinum. Men skuldi ein vinnari finnast, so var Spania so avgjørt tann virðiligasti av øllum. Teir vunnu bólka- spælið við fullum stigatali, og hóast brotsspørk skuldu til í 1/4-finaluni, so var tað ein sigur fyri fótbóltin, at italska verjuspælið ikki vann á spanska dirvinum at leypa á. Í hálvfinaluni varð annars væl smurda russiska álops- maskinan turkað væl og virðiliga, og tá Ballack og hinir bíðaðu í finaluni, var Spania eisini omaná. Klassamunur Avgerðin fall longu eftir hálvum tíma. Lahm og Lehmann kundu ikki sem- jast um, hvør teirra skuldi taka bóltin, tá Xavi sendi bóltin inn um verjuna. Og so var Torres rætti maðurin á rætta staðnum. Í endaspæl- inum hevur hann kanska ikki víst heilt so gott spæl, sum hann hevur gjørt tað í Liverpool, har hann hetta árið hevur skotið 33 mál. Men hetta hugsaði eingin um, tá hann hegnisliga kipti bóltin upp um skreiðandi Lehmann í týska málinum. Undan hesum hevði Spania eisini havt aðrar møguleikar. Júst Torres hevði ein drønstútara á stólparótina, og ta einu ferðina hevði Lehmann frálíka refleks-bjarging, sum forðaði Metzelder í at gera sjálvmál. Týskarar høvdu sínar møguleikar tíðliga í dystin- um, tá Spania tóktist tyngt av nervum, men eftir hetta var at kalla eingin bøn. Eftir leiðslumálið koyrdu spani- ólarnir bóltin runt í vøkrum mynstrum, sum Týskland sjáldan megnaði at bróta, og tann gongdin helt sær eftir steðgin. Skuldi Týskland vinna seg aftur í dystin, so kravdi hetta mest sannlíkt onkran vandamiklan deyðbólt, men kvaliteturin í hesum var Besta l Fernando Torres hevur kanska staðið í skugganum av David Villa í endaspælinum. Men Villa varð skaddur í hálvfinaluni, og so traðkaði Torres til, tá avgerandi bólturin skuldi leggjast í týska netið Mynd: Polfoto/AP Vinnarin – Aragones Hóast árini eru 69 í tali, so er Aragones enn sum ein unglingi. Og tað voldið ikki teir stóru trupulleikarnar at lyfta 7 kilo tunga EM-steypið upp um høvd EM-endaspælið fekk eitt flott punktum, tá Casillas kundi lyfta stóra steypinum, meðan alt fýrverkið á Ernst Happel Stadion at kalla eksploderaði Mynd: Polfoto/AP Met til Lehmann Jens Lehmann, týski landsliðsmálverjin, setti met, tá hann fór á vøllin til EM-finaluna. Lehmann, sum tann 10. nov- ember verður 39 ár, er nevnliga elsti spælarin, sum hevur spælt í eini EM-finalu. Við hesum hevði hann so eisini møguleikan at gerast elsti spælarin í søguni, sum hevur vunnið EM-heitið, men tann heiðurin fekk hann so ikki – hesu ferð í øllum førum. Teir vóru betri Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, segði eftir finalutapið, at Spania hevði uppiborið EM-heitið. – Í dag mugu vit bara geva kreditt fyri kvalitetirnar hjá Spania. Teir spældu sera væl, og tekniskt eru teir ótrúliga sterkir. Eg havi tosað við mínar spælarar, og eg bað teir ikki harmast ov nógv. Sjálvandi er tað vónbrot, at vit taptu finaluna, men bara tað at koma somikið langt, er eisini eitt megnar avrik, segði Löw eftir dystin.