mánadagur 30. juni 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 123 - 30. juni 2008 ]
EM-finalan gjørdist
enn eitt vónbrot
av mongum hjá
Michael Ballack,
sum enn ikki hevur
vunnið sær tann
altjóða heiður,
sum evnini annars
skuldu borgað fyri
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi, um tú
spyrt ein týskara, hvør
størsti
fótbóltsspælari
teirra hevur verið seinastu
10 árini ella so.
Michael Ballack hevur
hesi árini verið støðugi
miðvallarmotorurin
á
landsliðnum, og ofta hevur
vónin um týskan sigur stað
ið og fallið við honum.
Hinvegin skerst heldur
ikki burtur, at Michael
Ballack einum týskara so
ólíkt hevur tapt meira enn
tey flestu. Týsk meistara
heiti við Kaiserslautern
og Bayern München viga
sjálvandi
rætta
vegin,
men í nógv størri mun er
søgan um Ballack ein
søga um spælaran, sum
ikki
rakk
á
hægstu
tindarnar.
Í 2001 var hann partur
av
Leverkusenliðnum,
sum vann silvur í Bundes
liguni, týsku steypakapp
ingini í Champions Leag
ue. Hann var partur av
liðnum, sum vann HM
silvur í 1998, tó at hann
var leikbannaður í final
uni. Hann var skaddur, tá
Týskland
vann
HM
bronsu
fyri
tveimum
árum síðani, og bæði í ár
og í fjør hevur hann verið
partur av einum Chelsea
liði, sum er endað á
silvurplássinum í ensku
Premier Leage. Í ár enntá
eisini við silvurmerkjum
í Champions League sum
úrtøku.
Og so var tað sjálvandi
eisini EMfinalan. Har
var til tað seinasta ivas
amt, um Ballack yvir høv
ur var til reiðar at spæla.
Og tó at hann at enda
varð sagdur at vera klárur,
so stóð øllum greitt, at
skaðin darvaði týska skip
aranum meira, enn gott
var. At hann mátti út av
vøllinum at seymast, tá
hann
hevði
verið
í
loftdysti við Senna, var
bara við til at styrkja
ímyndina
av
einum
særdum krígsmanni, sum
ikki megnaði at venda
hóttandi gongdini í dyst
inum. Einum dysti, har
Týskland meira enn nakr
an tíð hevði tørv á einum
stórspælandi
Michael
Ballack.
Út fór hann tó ikki.
Saman við liðfeløgunum
royndi Ballack til tað
seinasta at liva upp til tey
so væl kendu orðini hjá
Gary Lineker, men hesa
ferð vildi lagnan tað
øðrvísi. Týskland megn
aði ikki at vinna sína
sættu EMfinalu, og hjá
Ballack gjørdist talan enn
einaferð um silvur til
savnið.
iðið vann
aloftast út av lagi vánaligur.
Og ístaðin var fleiri ferðir
um reppið, at Spania økti.
Ikki minst tá Senna var
sentrum í einum framúr
skarandi álopi, men sami
Senni var akkurát nakrar
sentimetrar ov stuttur, tá
hann skuldi beina bóltin í
manntóma týska málið.
Heimsins bestu
Men tað slapp ikki at
skugga yvir gleðini, tá
dómarin hevði floytað fyri
seinatsu ferð. Spania hevur
ofta verið stóra vónbrotið í
bæði EM og HMenda
spølum, tá úrtøkan ikki
hevur staðið mát við annars
góða spælið.
Hesa ferð var tó eingin,
sum stóð spaniólum kurl.
Og tá Iker Casillas fór upp
eftir stóra steypinum mundi
einasti spurningurin vera,
um talan júst nú ikki er um
heimsins sterkasta landslið,
sum tók ímóti heiðrinum,
sum spælararnir so ruddi
liga høvdu uppiborið.
Taparin Ballack
Týskland-Spania 0-1 (0-1)
0-1: Fernando Torres, 33
Skot (á málið):
Týskland 4(3)
Spania 14(8)
Fríspørk
Týskland 20
Spania 19
Hornaspørk
Týskland 4
Spania 7
Rangstøða
Týskland 5
Spania 4
Possession
Týskland 53%
Spania 47%
Týskland: Jens Lehmann, Cristoph Metzelder, Arne Frie-
drich, Philip Lahm (Marcell Jansen, 46.), Per Mertesacker,
Thomas Hitzlsperger (Kevin Kuranyi, 58.), Torsten Frings,
Michael Ballack, Bastian Schweinsteiger, Miroslav Klose
(Mario Gomes, 79.), Lukas Podolski
Gult kort: Michael Ballack, Kevin Kuranyi
Spania: Iker Casillas, Carlos Marchena, Carles Puyol, Joan
Capdevilla, Sergio Ramos, Xavi, Andrés Iniesta, Marcos
Senna, Cesc Fábregas (Xabi Alonso, 63.), David Silva (Santi
Cazorla, 66.), Fernando Torres (Daniel Güiza, 78.)
Gult kort: Iker Casillas, Fernando Torres
FAKTA um finaluna
Brasiliumaður vann EM
Marcos Senna, sum í bæði EM og í sponsku la Primera
hevur imponerað við støðugt góðum spæli, skrivaði søgu,
sum fyrsti brasiliumaðurin, ið hevur vunnið EMheitið í
fótbólti. Senna er nevnliga upprunaliga úr Brasil, men hann
er síðani naturaliseraður, soleiðis at hann nú hevur spanskt
stempul í passinum. Og tað er ein avgerð, sum allir
spaniólar í dag munnu fegnast um.
Fyrsta steypið hjá Torres
Fernando Torres var sum vera man bæði errin og fegin, tá hann við sínum
máli hevði tryggjað Spania sigurin móti Týskland. Hetta er ein fantastisk
kensla, og beint nú skilja vit slettis ikki, hvussu stórt hetta er. Hetta er
eisini fyrsta steypið, sum eg havi vunnið, so bara tað í sjálvum sær er ein
dreymur, sum nú er gingin út. Eg eri errin av, at vit nú kunnu njóta sigurin,
og eg eri errin av, at somikið nógv fólk eru glað okkara vegna, segði
Torres, sum skoraði tvær ferðir í endaspælinum.
Eingin ivast
í, at Michael
Ballack er ein
av heilt stóru
spælarunum
í heiminum
seinastu 10 árini.
Næstu ferð fyllir
hann 32 ár, men
enn er stóra
gullmerkið ikki
komið til høldar
Mynd: Polfoto/AP