týsdagur 1. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 124 - 1. juli 2008
- Kreppan í fiski-
flotanum verður ein
harður umgangur
nógva staðni í
landinum, men hetta
eitt gott høvi til at
minka fiskiflotan
og laga hann til
fiskastovnarnar,
sigur stjórin í
Vinnuhúsinum
Fiskivinnukreppa
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit halda ikki, at tað er
rætt at geva fiskiflotanum
almennan stuðul av nøkrum
sum helst slagi.
Marita Rasmussen, stjóri
í Vinnuhúsinum sigur, at av
prinsipiellum orsøkum er
Føroya Arbeiðsgevarafelag
ímóti at lata vinnuni stuðul
og sostatt heldur felagið
eisini, at tað er skeivt at
geva fiskiflotanum almenn-
an stuðul, hóast hann nú er
í kreppu.
Tí heldur hon, at vit skulu
brúka hetta høvi til at lata
fiskiflotan laga seg til og
finna sína nátúrligu stødd
og samanseting, so at tað
verða tey mest rationellu
skipini, sum verða eftir.
Hon sigur, at tað, sum
umræður, er sjálvandi at
fiska tað nøgdina, vit skulu
hava burtur úr stovnunum,
so effektivt, sum gjørligt.
Ì hesum sambandi nevnir
hon teir stóru lemmatrol-
ararnar.
- Upprunaliga komu teir í
flotan við tí endamáli at fiska
á djúpum vatni eftir konga-
fiski, blálongu, svartkalva og
øðrum fiskasløgum uttanfyri
sjálvan landgrunnin.
- Tað var eisini teirra
høvuðsveiða í nógv ár. Men
tað er tað ikki longur, tí nú
eru eisini teir stovnarnir illa
fyri. Sostatt hevur fiski-
skapurin hjá lemmatrolar-
unum flutt seg og nú dúva
teir mest upp á upsan.
- Spurningurin er so um
tað er mest rationelt at fiska
upsa við teimum stóru
lemmatrolarunum,
sum
brúka ógvuliga nógva olju,
ella um tað er rationellari at
fiska hann við øðrum
skipum, sum eru bíligari í
rakstri.
Ein harður umgangur
Stjórin
í Vinnuhúsinum
sigur, at kreppan, sum okk-
ara fiskifloti er komin í, er
uppstaðin hetta seinasta
hálva árið, nú oljuprísirnir
eru farnir til himmals.
- Broytingin í fiskivinnuni
hevur verið so ógvuslig og
brádlig, at tað kann ongin
vinna laga seg til.
Og hon ivast ikki í, at
tann tillagingin, sum nú
skal til, verður ein harður
umgangur,
bæði
hjá
fiskivinnuni sjálvari og hjá
samfelagnum annars. Ikki
minst verður tað ein harður
umgangur
hjá
teimum
økjum úti um landið, har
fiskivinnan er stór.
Hinvegin staðfestir hon
eisini, at tað hevur altíð
gingið upp og niður í
fiskivinnuni.
- Í løtuni eru vit í einum
aldudali
við
vánaligum
fiskiskapi, lágum prísum
og dýrari olju, men um eitt
ella tveir ár, kann støðan
vera heilt øðrvísi.
Men hon heldur eisini, at
tað almenna kann taka tann
harðasta stoytin við at
leggja tær almennu íløgur-
nar, har kreppan í fiski-
vinnuni rakar harðast.
- Tað er vanligur fíggj-
arpolitikkur, at økja um
íløgurnar í vánaligum tíðum
og at halda aftur í góðum
tíðum.
- Sum støðan er í løtuni,
kunnu umraðfestingar ger-
ast í íløguætlanum so at tær
íløgur sum ætlanin hevur
verið at gera úti um landi
verða
raðfestar
meira
frammaliga nú enn áður.
- Sum støðan er nú, hava
politikararnar møguleika at
raðfesta tey økini framma-
liga, sum eru harðast rakt
av kreppuni í fiskivinnuni.
Verða íløgurnar øktar úti
um landið í teimum økjum,
sum eru meinast rakt av
kreppuni í fiskivinnuni,
hevur fólkið har framvegis
ein inntøkumøguleika.
Marita Rasmussen heldur
eisini, at tá ið almennu
íløgurnar verða raðfestar, er
eisini neyðugt at hugsa um,
at talan verður um íløgur,
har fólkið á staðnum hevur
møguleikan at vera við.
- At bora tunlar skapar
eisini nakað av virksemið,
men tað eru fyri ein stóran
part útlendsk feløg, sum
standa
fyri
teimum
arbeiðnum og tí er avmark-
að, hvat liggur eftir av
Hetta verður ein harður
- Hendan næsta tíðin verður hørð nógva staðni í landinum, men politikararnir kunnu bøta um støðuna í harðast raktu økjunum við at raðfesta almennar íløgur
frammaliga í teimum pørtum í landinum, sum verða ringast fyri av arbeiðsloysi, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Oljan framvegis oman fyri 140
Hóast prísurin er lækkaður nakað síðani í gjár, so er prísurin á eini
tunnu av ráolju framvegis oman fyri 140 dollarar. Óttin fyri einum
álopið á Iran heldur tó framvegis eitt ávíst trýst á prísunum. Óttin fyri
kjarnorkuframleiðslu í Iran ber við sær, at eitt álop kann koma upp á
tal, og hett kann aftur órógva oljuframleiðsluna í landinum. Mána-
dagin rakti oljuprísurin sítt fyribils hægsta – 143,67 dollarar fyri
tunnuna – tá amerikonsk embætisfólk aftur tosaðu um herd tiltøk
mótvegis Iran. Í morgun kostaði ein tunna av olju 140,55 dollarar.
Bíðitíðin á Klaksvíkar Sjúkra
húsið verður nú longri
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið
sigur, at ætlaðu sparingarnar sjúkrahúsinum merkja at ferðin
sum heild verður sett niður. Við Norðlýsið sigur hann, at eingi
starvsfólk verða søgd úr starvi, men at ymisk arbeiði verða
útsett. Deildir verða samanlagdar og stongdar, og sum stjórin
tekur til: Tað sum kann bíða, sleppur at bíða!