Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 124 - 1. juli 2008 fíggjarligum vinningi og vitan í Føroyum av íløgum av tí slagnum. Hon heldur, at sostatt liggur ein sera stór ábyrgd á politiska valdinum at tær almennu íløgurnar verða raðfestar rætt tey næstu árini. - Men tað, sum kann verða ein stórur trupulleiki fyri fiskivinnuna, er, at tey, fólk, sum hava arbeitt í henni og sum sostatt hava førleikarnar til at arbeiða í henni, rýma í aðrar vinnur, tá ið arbeiðsloyvi verður í fiskivinnuni. - Tí kann manningartrot á skipum og virkjum gerast ein rættiliga stór avbjóðing hjá fiskivinnuni á sjógvi og landi, tá ið gongdin vendir aftur. Fingu onki burtur úr stuðlinum Men er stuðul altíð av tí ringa. Tað eru summi, sum tvíhalda um, at høvdu vit ikki havt stuðla rækju­ flotanum á sinni, høvdu vit ongan rækjufota havt eftir? - Tað, vit fingu burtur úr at lata rækjutrolarunum tvær milliónir í stuðuli í part, var tað, at teir fóru á heysin við tveimum milli- ónum minni í skuld í part. - Teir einastu, sum fingu nakað burtur úr hesum stuðlinum til rækjutrolar- arnar, vóru kredittorarnir, tí rækjutrolararnir fóru á húsagang kortini og nú hava vit ikki meiri enn tveir ella tríggjar rækjutrolarar eftir. Tí dugir Marita Rasmussen ikki at síggja, hvat stuðulin gagnaði rækjuskipunum. - Hann gagnaði peninga- stovnunum og øðrum, sum áttu pengar til góðar í flotanum. Hon vísir á, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna og í prinsippinum heldur hon tað vera heilt øvugt, at okkara høvuðsvinna skal stuðla sær sjálvari. Sostatt heldur Stjórin í Vinnuhúsinum, at vit eiga at avtaka skattalættan til fiskimenn, tí eisini tað er ein stuðulsskipan til fiski- vinnuna. Samstundis sum politik- arar tvíhalda um, at fiski- vinnan skal virka á markn- aðarligum treytum einsa- møllum, halda teir, at tað er rætt at avtaka allar forð- ingar, eitt nú forboðið fyri at virka fisk umborð á skipunum og forboðið fyri at avreiða meiri enn 25% av fiskinum uttanlands. - Akkurát hesi bæði viður- skiftini loysa ikki bráð- komna trupulleikan hjá fiskiflotanum í løtuni. Marita Rasmussen dugir ikki at síggja trupulleikan í hesum beint nú, tí føroysk skip avreiða nógv minni enn 25% av fiskinum uttan- lands og ongi skip eru før fyri at virka fisk umborð. At tosa um hesi viður- skiftini beint nú, heldur hon eru at venda eygunum frá veruligu trupulleikunum, sum eru, at oljan er ov dýr, fiskaprísurin ov lágur og stovnarnir ov illa fyri. Kortini heldur hon, at tað er positivt, at vit taka øll viðurskifti upp til viðgerar, tí ongar skipanir skulu væl vera í gildi í allar ævir. Gott høvi at minka flotan Marita Rasmussen sigur Vit eru í teirri støðu nógvir av okkara fiskastovnum eru rættiliga illa fyri, tí teir eru ov hart royndir. Her hugsar Marita Rasmus- sen ikki minst um toskin. - Toskastovnurin er okkara týdningarmesti fiskastovnur, men lívfrøðingar hava boðað frá, at hann er undir lív- frøðiliga markinum, so hann er stak illa fyri. - Tí eiga vit at gera alt, vit kunnu, fyri at verja hann, so at hann mennir seg aftur. Hon sigur, at fiski- frøðingar hava mett, at tað ber til at fiska útvið 30.000 tons av toski undir Føroyum um árið í miðal. - Fáa vit 20 krónur fyri kilo, er talan um eitt virði upp á 600 milliónir. Men í dag fiska vit 8000-10.000 tons av toski, so í veruleik- anum fáa vit bara ein triðing av toskavirðinum til høldar, tí stovnurin er so illa fyri. Marita Rasmussen stað- festir tí, at sjónarmiðið hjá Vinnuhúsinum er, at polit- ikararnir eiga av álvara at leggja seg í selarnar at byggja stovnarar upp aftur so at vit fáa sum mest burtur úr stovnunum. Hon staðfestir eisini, at tað er ongin ivi um, at stovn- arnir verða troyttir ov hart. - Og tað er væl hugsandi, at støðan, sum fiskiflotin er í beint nú, er eitt gott høvi til at fáa stovnarar bygdar upp aftur. Sostatt heldur hon, at hetta er eitt gott høvi til at minka um fiskiflotan og samstundis at minka um effektivitetin. Men er tað ikki júst politisk vanstýring, sum er atvoldin til, at fiskastovn­ arnir eru niðurfiskaðir? - Tað er ongin ivi um, at politikararnir hava ikki tikið tað í nóg stórum álvara, sum fiskifrøðing- arnir hava ført fram. Vit kunnu kjakast síðu upp og síðu niður um, hvussu haldgóð tilmælini hjá fiski- frøðingunum eru men vit hava framvegis ongan, sum kann koma við einum betri boði enn teir og tí eiga vit at lurta eftir teimum. Hetta er sum við veðurtíðindun- um: Vit hava ikki altíð álit á veðurtíðindunum, men vit lurta eftir teimum hvønn einasta dag og vit innrætta okkum eftir teimum. Stjórin í Vinnuhúsinum staðfestir, at fiskifrøðingar hava í fleiri ár ávarað ímóti, at fiskastovnarnir verða ov hart troyttir, ikki minst toskurin. - Tey árini, livilíkindini í sjónum hava verið avbera góð við góðum gróðuri, hava vit kanska ikki merkt ovurfiskiskapin so væl, men nú gróðurin hevur verið undir miðal í nøkur ár, rakar tað okkum meint, staðfestir hon og tí verður høvuðsuppgávan nú at fáa stovnarnar at koma fyri seg aftur og at laga veiðiorkuna til tað, sum teir tola. umgangur ÓRUDD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er blivið ein alsamt størri trupulleiki, at fólk hava settt bilar, traktorar, reiðskap, amboð og alt møguligt annað á almennum vegum og økjum, uttan nakað frámerki um, hvør eigarin er, so sum Sosialurin hevur víst á seinastu dagarnar. Men nú vil Tórshavnar kommuna gera ein enda á hesum óruddinum. - Vit vilja gera skjótt av, og tí hava fólk fingið eina viku til at fáa sítt órudd burtur av almennum støðum. Gera tey ikki tað, beinir kommunan óruddið burtur uttan aðra ávaring, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Borgarstjórin sigur, at hetta ikki bara er galdandi fyri Havnina, men alla kommununa. - Vit kunnu ikki liva við øllum hesum óruddinum, sum skemmir bæði nátturu og umhvørvi. Tað vísir seg eisini, at hevur onkur sett okkurt frá sær, kemur skjótt meira aftrat, sigur borgarstjórin. Fyri at undirstrika álvaran í hesum lýsir kommunan nú í bløðunum og heitir á øll, sum hava slíkar lutir standandi á kommunalum økjum, um at flyta teir burtur sum skjótast og í seinasta lagi 7. juli. Eftir tað syrgir kommunan fyri uppruddingini og tekur samstundis fyrivarni fyri at krevja allar útreiðslur í hesum sambandi endurgoldnar frá eigaranum, sigur Heðin Mortensen. Nú fer Tórshavnar kommuna undir at rudda upp á øllum almennum vegum og øðrum økjum, sum kommunan ræður yvir. Tað, sum fólk ikki sjálv hava beint burtur í seinasta lagi 7. juli, verður beint burtur fyri eigarans rokning Seinastu dagarnar hevur Sosialurin verið kring um við myndatólinum og víst, hvussu óruddiligt tað er manga staðni – eisini í Tórshavnar Kommunu. Hetta hevur kommunan nú tikið til sín, og um eina viku verður alt órudd beint burtur við eigarans rokning Mynd: Álvur Haraldsen Tórshavnar kommua beinir órudd burtur Tórshavnar kommuna víðkar um Heimavitjunartænastuna Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at víðka um Heimavitjunartænastuna við at seta ein fysioterapeaut í fast starv, sum fer at hava holdvenjingar á Tjarnargarði til pensionistar, sum búgva heima. - Fysioterapeutur hevur fyrr verið og havt liðvenjingar á Tjarnargarði. Fyrst var tað gjørt sum ein verkætlan á heysti 2006. Hetta vísti so góð úrslit at Almanna- og Heilsumálaráðið, saman við Tórshavnar kommunu játtaðu, at fíggja starvið frá 1. apríl 2007 og árið út, sigur Halla Samuelsen, sum er forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórs- havnar Býráð. Hon vísir á, at síðani er alt steðgað upp. Ringt var at fáa at vita um Almanna- og Heilsumálaráðið framhaldandi vildi seta pening av til hetta endamál. - Eftir at eg kom í Býráðið í januar 2008 fyri Katrin Dahl Jakobsen og bleiv forkvinna í Sosialu nevnd, tók eg hetta mál uppaftur. Málið bleiv einmælt samtykt av øllum býráðslimum, at víðka um Heimavitjunartænastuna, so at allir pensionistar í TK, sum búgva heima, kunnu fara á Tjarnargarð at gera fimleik. Umsóknarbløð verða løgd út m.a. í Tilhaldinum, Pensionistafelagnum og á heimasíðuna hjá TK, sigur Halla Samuelsen.