týsdagur 1. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 124 - 1. juli 2008
Fakfeløgini eru í øðini
av fráboðanini hjá
løgmanni um, at nú
skulu skip sleppa at
avreiða uttanlands
sum tey vilja, og tey
fara nú at viðgera
støðuna. Løgmaður
stúrir ikki fyri, at
óvirkaður fiskur fer at
floyma av landinum
ArbeiðsmArknAður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ein stór provokatión
ímóti fakfeløgunum, tá ið
løgmaður nú sigur, at sam-
gongan umhugsar at avtaka
forboðið hjá føroyskum at
avreiða uttanlands.
Tað sigur Ingeborg Vinth-
er, forkvinna á Føroya
Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at fakfeløgini
stríddust í fleiri ár fyri at
tryggja, at fiskur, sum før-
oysk skip fiskaðu undir Før-
oyum, eisini skuldi koma til
virkingar á landi í Føroy-
um.
Tað gjørdu feløgini, tí tað
kom alt ov ofta fyri, at skip-
ini í stóran mun sigldu bein-
leiðis uttanlands við fiski-
num.
- Tað kostaði nógv ar-
beiðspláss á landi og tí
stríddust fakfeløgini fyri at
tryggja, at fiskurin, sum
varð fiskaður undir Føroy-
um, eisini kom til virkingar
í Føroyum.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað var eitt stríð, sum tók
fleiri ár, men at enda var
tann regla sett í gildið, at
skipini kunnu í mesta lagi
avreiða 25% av fiskinum
uttanlands.
Tí hava fakfeløgini tikið
løgmanni tað ógvuliga illa
upp, tá ið hann nú sigur, at
samgongan fer at umhugsa
at avtaka forboðið aftur.
Tað er fyri at hjálpa fiski-
vinnuni ígjøgnum kreppuna,
at samgongan nú umhugsar
at avtaka forboðið ímóti at
avreiða uttanlands.
Samgongan heldur fram-
vegis fast um, at almennur
stuðul kemur ikki upp á tal
fyri at hjálpa fiskiflotanum
burturúr oljukreppuni, men
hinvegin er samgongan sinn-
að at avtaka lógarásettar
forðingar fyri at geva fiski-
flotanum fríari ræsir at virka
og sostatt geva honum betri
møguleikar at klára seg.
Ogn Føroya fólks
Ingeborg Vinther sigur, at
tað er beinleiðis ásett í lóg-
ini, at fiskiríkidømið undir
Føroyum fólksins ogn og
sostatt eru tað ikki bara
nakrir fáir reiðarar, sum
hava ognarrættin til tað.
- At fiskurin er ogn Før-
oya Fólks, merkir eisini, at
fiskurin skal á land í Før-
oyum til virkingar, so at
eisini fólk á landi fáa ágóð-
an av tí.
- At flyta fiskin óvirkaðan
av landinum setir Føroyar í
somu støðu sum menningar-
londini, sum bara útflyta
sína rávøru, tí tey hava ong-
an ídnað sjálvi.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er púra skeivur poli-
tikkur og er ein avleiðing av,
at politiski myndugleikin hev-
ur ikki megnað at finna nakr-
ar loysnir fyri fiskivinnuna.
Fakfeløgini vísa eisini á,
at tann støða, at fiskiskap-
urin er minkaður so nógv,
er ein avleiðing av beinleiðis
politiskari vanstýring, tí teir
hava ikki megnað at ført
ein fiskivinnupolitikk, sum
hevur tað neyðugu stovns-
røktina við sær.
Men ístaðin fyri at taka
hond um tann trupulleikan,
er loysnin hjá samgonguni
at føra fiskin óvirkaðan av
landinum.
Ingeborg Vinther sigur, at
avleiðingin av hesum verð-
ur, at fiskurin fer óvirkaður
av landinum og virkini
koma at standa tóm.
- Eg dugi heldur ikki at
síggja, hvussu hetta skal
fáa fiskaprísin upp og olju-
prísin niður.
Hon sigur, at fakfeløgini
taka hetta í størsta álvara og
tey trý feløgini í Samtaki,
Føroya
Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag
og Føroya Fiskimannafelag,
fara at viðgera støðuna ein
av næstu døgunum at tosa
um støðuna.
Løgmaður stúrir ikki
Hinvegin stúrir løgmaður
ikki fyri, at óvirkaður fiskur
fer at floyma av landinum
fyri tað um forboðið fyri at
avreiða uttanlands, verður
tikið av.
Og tí heldur hann ikki, at
fakfeløgini eiga at taka
hetta so illa upp.
- Eru føroyskir fiskakeyp-
arar nøkunlunda kappingar-
førir, eru teir altíð førir fyri
at bjóða ein prís, sum setir
kappingina frá keyparum
uttanlands, til viks.
Løgmaður sigur, at skal
útlendskur keypari verða
kappingarførur, skal prís-
urin vera rættiliga nógv
hægri uttanlands, tí fyri at
sigla uttanlands við fiski-
num krevst nógv sigling og
tað er dýrt við teimum olju-
prísum, sum nú eru. Og
samstundis missa skipini
fiskitíð.
Løgmaður sigur, sostatt
dugir hann ikki at síggja
annað enn at føroyskir keyp-
arar altíð hava ein kapp-
ingarfyrimun framum út-
lendskar keyparar og tí ivast
hann ikki í, at føroysku
virkini altíð fara at fáa tann
fisk, tey hava brúk fyri.
- Tí eri eg ikki bangin
fyri, at hetta fer at seta okk-
um í sama bás sum ávís
menningarlond, ið bara út-
flyta rávøru.
- So leingi, vit hava eina
skynsama vinnu, fer hon
altíð at megna at bjóða upp
á fiskin.
Samstundis vísir løgmað-
ur á, at forboðið ímóti at
avreiða uttanlands er als
ongin trygd fyri, at fiskur
ikki fer óvirkaður av landi-
num.
- Í ávísum tíðarskeiðum
hevur tað ikki verið óvan-
ligt, at fiskur verður av-
reiddur
um
føroyskan
bryggjukant, men verður
bara kúvendur á bryggjuni
umborð á farmaskip og
sigldur uttanlands.
- Tí er skipanin sum nú
er, ongin trygd fyri, at allur
fiskur verður virkaður í Før-
oyum, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Hinvegin heldur hann, at
hava vit gjørt upp við okk-
um sjálvi, at vinnan skal
hvíla á marknaðarkreftirnar,
mugu vit lata tær sleppa at
virka og ikki leggja vinnuni
forðingar í vegin.
Men er vánaligi fiskiskap-
urin ikki ein avleiðing av, at
politiski myndugleikin ikki
hevur megnað at stýrt fiski-
vinnuni við neyðugu stovns-
røktini.
- Tað mugu vit taka á okk-
um,
staðfestir
Jóannes
Eidesgaard.
Men hann sigur sam-
stundis, at samgongan hev-
ur sett sær fyri at taka størri
atlit at fiskifrøðini, hvat í
stovnsrøkt umræður.
Løgmaður provokerar arbeiðs-
fólk á flakavirkjum
Ingeborg Vinther følir seg provokeraðan av fráboðanini hjá løgmanni, men løgmaður dugir ikki at síggja nakran vanda
Rás2 sendir av Fjørukrónni
í Vestmanna
Hetta vikuskiftið bjóða vestmenningar til Fjarðastevnu, og hetta er
ein hending, sum fólkini á Rás2 ikki lata fara aftur við borðinum.
Tey fara nevniliga at senda rættiliga nógv úr Vestmanna, eins og
gjørt hevur verið við hinar summarstevnurnar. Sambært skránni hjá
rásini byrja sendingarnar longu hósmorgunin kl. 9:05 og hildið
verður á til middags og síðani aftur frá kl. 13 til 15. Fríggjadagin
byrja sendingarnar eisini kl. 9:05 og halda fram til middags. Síðani
verður ein steðgur fram til kl. 17:15, tá sent verður nærum óbrotið
heilt til kl. 21.