týsdagur 1. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 124 - 1. juli 2008
Barrir og dansistøð
fýlast á, at tey hava
fingið kunning um
roykibannið alt ov
seint
Royking
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Almanna-
og
Heilsu-
málaráðið sendi skriv út til
barrir og dansistøð sunnu-
dagin 29. juni og gav teim-
um tí bert ein dag at fyri-
reika roykibannið.
- Eg havi sagt fleiri ferðir,
at tað er ov illað kunnað. Í
øðrum londum hevur tú
havt høvið at fyrireika teg,
áðrenn ávíst roykibann er
komið í gildið, sigur Hans
Andreasen, eigari av dansi-
staðnum Glitnir, vit hava
sjálvi kannað viðurskiftini,
tí at vit einki hava fingið at
vita frá almanna- og heilsu-
málaráðnum.
- Sjálvandi kann mann
fýlast á, at kunningin hevur
verið ov vánalig. Vit hava
sæð og hoyrt til lógarupp-
skotið leingi, og tí er hetta
ikki komið sum eitt sjokk,
sigur Janus Einar Sørensen,
partaeigari í Byin.fo, men
vit hava onga kunning fing-
ið beinleiðis til okkum.
Almanna- og heilsumála-
ráðið greiðir frá, at ítøkiligt
skriv er sent út til øll dansi-
støð og barrir sunnudagin
29. juni, men hetta er alt ov
seint til at fyrireika seg,
siga teir báðar, Hans Andre-
asen og Janus Einar Søren-
sen.
Tá ið Sosialurin tosaði
við Almanna- og heilsu-
málaráðnum, søgdu tey, at
eingin ventilatiónsskipan er
nóg góð at hava í einum
rúmi, har ikki-roykjarir eru
til staðar. Hans Andreasen
er tó ikki samdur í hesum.
- Hetta hølið er trý ára
gamalt, og her ein venti-
latiónsskipan, ið riggar sera
væl. Míni starvsfólk, ið ikki
roykja, siga seg ikki merkja
nakað til royk, tá ið tey eru
til arbeiðis í Glitnir.
Tá ið Sosialurin spyr, hví
barrir og dansistøð fýlast á
kunningina,
svarar
Al-
manna- og heilsumálaráðið
soleiðis:
- Lógin varð samtykt 10.
juni í ár, men hevur verið
nógv frammi áður. Tey
mugu hava verið vitandi
um lógina, tí tað hevur
verið nógv frammi
í almenninginum. Vit vita
væl, at tað eru fleiri, ið siga,
at kunningin er komin ov
seint, men tá noyðist mann
bara at taka til sín. Vit sendu
skriv út til millum annað
dansistað og barrir sunnu-
dagin.
Sambart nýggju royki-
lógini er ikki møguligt hjá
danstøðum og barrum at
byggja sær roykirúm.
Føroyska roykilógin
er nógv strangari
enn danska
Stórur munur er á donsku
og føroysku roykilógina, tá
hugsað verður um undan-
taksloyvir. Millum annað
sigur danska roykilógin, at
er ein barr minni enn 40
kvadratmetur, er loyvt at
roykja inni. Er barrin hin-
vegin størri enn so, ber til
at hava roykirúm.
Í Føroyum loyvir lógin
bert privatum fyritøkum at
hava roykirúm á arbeiðs-
plássinum - men ikki al-
mennum. Hetta er loyvt í
Danmark sambært donsku
roykilógini,
greiðir
Al-
manna- og heilsumálaráðið
frá, tá ið Sosialurin spyr,
hvat størsti munurin er á
donsku og føroysku royki-
lógini. Undantøkur kunnu
tó gerast á føroyskum ellis-
og røktarheimum, privatum
bústovnum, viðgerðarstøð-
um, privatum arbeiðspláss-
um og á kømrum á skipum,
stendur í stk. 4 í Løgtingslóg
nr. 61 frá 10. juni 2008 um
tiltøk at minka um royking.
Tubbaksvørur
krógvast burtur
Frá í dag, 1. juli, skulu allar
tubbaksvørur krógvast burt-
ur, har viðskiftarfólkið ikki
sær. Almanna- og heilsu-
málaráðið greiðir frá, at
hetta er ein avleiðing av lóg-
ini, ið bannar allari lýsing
av
tubbaksvørum.
Al-
manna- og heilsumálráðið
sigur, at tað er ein lýsing av
vøruni, tá ið hon stendur
frammi í handlinum.
- Tað, sum er hugsað, er
at forða lýsing av tubbaks-
vørum og ikki at undir-
metað fría valið hjá menn-
iskjanum, sigur ráðið.
Tá Sosialurin spyr, um
tað er ein lýsing av bommi,
tá bomm stendur frammi á
hillunum, svarar Almanna-
og
heilsumálaráðið
so-
leiðis:
- Tubbak er heilsuskaði-
ligt og er tí ikki ein vanlig
vøra.
Tann stóri føroyski frumfram-
førslu dagurin nærkast
Tórshavnar Stór Band er einasta big band í Føroyum. Orkestrið er partur
av Tórshavnar Musikkskúla og leggur seg eftir at hava landsins bestu
næmingar og tónleikalærarar í rútmiskum tónleiki við. Orkestrið fer at
hava konsert á Summartónum við ikki færri enn átta frumframførslum.
Øll løgini eru antin skrivað ella løgd til rættis (útsett) til hetta høvið.
Tórshavnar Stór Band hevur síðstu trý árini gjørt nógv um seg her heima
og hevur fingið ikki færri enn 18 nýggj føroysk verk skrivað til orkestrið.
Átta av teimum vera so møguleiki at hoyra á Summartónum.
Fingu ein dag at fyrireika roykibann