týsdagur 1. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 1. juli 2008
11
Nú hoyri eg í miðlunum, at
grundstykkini við Karla
magnusarbreyt koma at
kosta 575 túsund krónur,
og eg má siga, at tað er
skelkandi at hoyra, at
prísurin er so høgur.
Eigarafelagið hevur
heldur ikki hoyrt henda
høga kostnaðin nevndan
fyrr, so eg skilji væl, at tey
ikki kunnu góðtaka henda
høga prís.
Grundin til at kommunan
ger sethúsaútstykkingar er
sera einfald, tað er fyri at
borgararnir kundu ogna
sær eitt grundstykki fyri
sámuligan kostnað. Ikki
kann sigast, at soleiðis er
við hesari útstykkingini.
Sum býráðslimur má eg
siga, at eg havi ongantíð
hoyrt, at hesi grundstykki
skuldu kosta so nógv, men
á onkrum fundi er nevnt
eitt tal um 300 túsund
krónur. Tað er ein rímiligur
kostnaður fyri eitt 300
fermetra stórt stykki, har
100 fermetrar eru lagdir til
fríøki. Eg veit ikki hvør tað
er, sum hevur gjørt at tað
skal vera so kostnaðar
mikið at ogna sær eitt
grundøki við Karlamagn
usarbreyt, men tað eiga vit
býráðslimir at fáa at vita.
Henda samgongan, sum
nú stýrir kommununi, hevur
als ikki skil á fíggjarstýring,
tað síggja vit á íløgunum,
sum skulu gerast í komm
ununi. Einki óført, tá onnur
skulu gjalda, er hugburður
in hjá Javnaðar og Tjóveld
isflokkinum í Tórshavnar
Kommunu.
Vónandi fáa tit, ið hava
fingið tillutað grundstykki
við Karlamagnusarbreyt,
broytt útstykkingina soleið
is, at stykkini koma at
kosta um 300 túsund
krónur.
Góða eydnu víðari.
Grundstykkjaprísirnir við Karlamagnusarbreyt
býráðslimur
Høgni
Mikkelsen
29. partur
Seinast hevði eg frammi
um tann álvarsama dóm, ið
Zefanias talar um Juda og
Jerúsalem, og hvussu skjótt
hann gekk út. At hann
eisini prætikar um dóm,
sum liggur langt frammi í
tíðini,og sum vissuliga fer
at ganga út eisini. Jesus
talar sjálvur um tann svára
dóm, sum koma skal yvir
henda heim o.s.fr.
Tað er syndin, sum ger,
at dómurin kemur. Eg
nevndi um Sodoma og
Gomorra, og at tað, sum
sermerkti ta tíðina, var
siðloysi. Zefanias nevnir
bæði Sodoma og Gomorra
í øðrum kapitli. Og í
seinra brævi sínum sigur
ápostulin Pætur hetta:
Býirnar Sodoma og
Gomorra legði Hann í øsku
og dømdi teir til undir
gang; Hann setti teir soleið
is teimum til fyridømi,
sum á komandi tíðum
vildu liva í gudloysi. Kap.
2 Vers 6.
Hetta er háaktuelt fyri
okkum her í Føroyum at
taka til eftirtektar. Eg øtist,
tá ið eg hoyri mangt av tí,
sum verður sagt alment í
dag. Tað er fari út um øll
mørk viðvíkjandi sámu
ligheit. Synd hevur altíð
verið, men hetta, at spæla
við syndina og samstundis
forsvara hana, sum nakað
gott er ræðuligt. Tá ið so
fylgjurnar koma, so verður
tosað um, hvussu vanda
málini skulu loysast, og
loysnirnar eru bæði tápu
ligar og ræðandi. Hvar
enda vit. At spæla við hesi
viðurskifti sum ung og so
royna at loysa vandamálið
við t.d. eini fosturtøku og
taka lívið, sum skaparin
hevur skapt, er so álvar
samt og so drepandi fyri
tey ungu og ein og hvønn,
sum ger tað, at tað er
neyðugt at rópa eitt hart
varðskó.
Vit hava nú í hesum
stubbum lisið nógv um
dómin, sum kom yvir
Ísrael, Juda og Jerúsalem,
og at hann kom av synd
teirra. Esaias profetur sigur
hesi orðini í 3. kapitli 9.
versi: Andlitsbragd teirra
talar og vitnar ímóti
teimum, og sum fólkið í
Sodoma tosa tey opinlýst
um synd sína, tey dylja
hana ikki. Vei sálum teirra,
tey stoyta sær sjálvum í
vanlukku.
Er ikki okkurt betri at
hjálpa okkara ungu við, enn
okkara býttu loysnir, sum
menniskju. Vit kunnu ong
um hjálpa, tá ið um so
álvarslig mál ræður. Ikki eg
og ikki tú, vit standa
hjálparleys. Men vit hava tó
eina loysn, sum vit kunnu
brúka við dirvi. Bíblian, hin
gamla bókin, er og verður
einasta loysnin, hon, sum
sigur okkum frá Frelsaran
um. ”Kristus er svarið til
heimsins stóru neyð” syn
gja vit. Bíblian sigur okkum
viðurskiftini, sum tey eru,
hon kávar ikki útyvir nak
að. Vit hava nú farið ígjøgn
um skriftirnar og hava lisið
nógv um dóm, men eisini
um lyftini, til tey sum
venda við og eru Gudi
lýðin. Mátin at vera Gudi
lýðin er at akta orðið.
Bíblian, tann innblásta
bókin, hevur ta einastu
loysnina. Lat okkum til
seinast lesa 2. kapitul í
orðtøkunum:
Sonur mín! Tekur tú við
orðum mínum og goymir
boð míni hjá tær, so tú
vendir oyra tínum til vís
dóm og boyggir hjarta títt
til klókskap, ja, kallar tú á
vitið og rópar hart eftir
klókskapinum,
leitar tú eftir honum sum
eftir silvuri, og grevur tú
eftir honum sum eftir
dýrgripum, so skalt tú
skilja, hvat tað er at óttast
HARRAN, og vinna tær
kunnskap um Gud.
Tí HARRIN er tann,
sum gevur vísdóm, av
munni Hansara koma
kunnskapur og vit; Hann
goymir hinum sannhjart
aðu lukku, Hann er øllum
teimum skjøldur, sum liva
ólastandi!
Hann vakir yvir gøtum
rættarins og varðveitir veg
hinna heiløgu Sína. Tá skalt
tú skilja rættvísi, rætt og
rættsinni, ja, eina og hvørja
góða leið. Tí vísdómur skal
koma í hjarta títt, og
kunnskapur skal gleða sál
tína; skil skal halda vakt
yvir tær, vit skal vera verja
tín at bjarga tær frá ring
um leiðum, frá fólki, sum
talar tað, ið rangvørgt er, frá
teimum, sum fara av
rættvísileiðum og ganga á
gøtum myrkursins, sum
hava gleði av at gera ilt og
rópa av gleði um tað, ið
rangvørgt og ónt er, sum
ganga á sniðgøtum og
fylgja rangvørgum leiðum.
Vísdómurin skal frelsa teg
frá konu annars mans, frá
fremmandari kvinnu við
sleiskum orðum, sum
hevur svikið ungdómsvin
sín og gloymt sáttmála
Guds síns.
Tí hús hennara søkkur
niður í deyðan, og vegir
hennara ganga niður til
deydningarnar; aftur kemur
eingin, ið inn til hennara
fer, teir náa aldri leiðum
lívsins. Vísdómurin skal
hjálpa tær at ganga vegin,
ið hini góðu ganga, og
halda teg á leiðum rætt
vísra. Tí hini sannhjartaðu
skulu búgva í landinum, og
hini ólastandi skulu verða
eftir í tí; men hini gudleysu
skulu verða beind av landi
num, og hini trúleysu skulu
verða rykt burtur úr tí.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RicHaRd
danielsen
Sambandsflokkurin
royndi saman við hinum
andstøðuflokkunum at
gera alt fyri at fáa betra
um læknavaktarskipan
ina í Norðoyggjum og
Eysturoynni í samband
við fíggjarlógarviðgerð
ina seint í vár. Men
eingin áhugi var frá
landsstýrismanninum í
almanna og heilsu
málum og samgongu
feløgum hansara at taka
undir við uppskotinum.
Tí nakrar viðmerkingar
og spurningar
Verandi læknavaktarskipan
virkar fjar frá brúkaranum,
er ov nógv miðsavnað um
Landssjúkrahúsið, leggur
óskipað og nógv trýst á
vaktarskipanina á Klaks
víkar Sjúkrahúsi og skapar
harvið ótryggleika og
ónøgd millum brúkarar og
starvsfólk. Skipanin elvir
eisini til nógva óneyðuga
og mangan vanda koyring,
framvið Klaksvíkar
Sjúkrahúsi til Havnar.
Neyðugt er tí, á ein skip
aðan hátt at fáa Klaksvíkar
Sjúkrahús meira við í
læknavaktarskipanina, fyri
at fáa hana at virka og ger
ast trygga. Sleppast má
undan óneyðugu og vanda
miklu koyringini á Lands
sjúkrahúsið, soleiðis at
brúkarin framyvir fær eina
betri og tryggari tænastu
og starvsfólkini fáa rímu
ligari arbeiðsumstøður.
Landsstýrismaðurin á
økinum hevur á Løgtingi
viðgingið, at skipanin ikki
er nøktandi, og at tað er
neyðugt at fáa Klaksvíkar
Sjúkrahús meira við. Eisini
hevur landsstýrismaðurin
boðað frá, at hann arbeiðir
við eini loysn. Men tað
letur tíverri ikki til, at
ætlanir eru um at gera
nakað við hendan átrok
andi spurning í bræði.
Úrslit síggjast í hvussu er
eingi.
Styrkja um forvaktina á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Bæði í álitinum í samband
við fíggjarlógarviðgerðina
frá fíggjarnevndini og við
uppskoti millum aðru og
triðju viðgerð, varð frá
Sambandsflokkinum skotið
upp at játta pening til at
styrkja um forvaktina á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
soleiðis at sjúkrahúsið í
størri mun kann taka sær
av læknavaktarskipanini
partin av døgninum, tá ið
kommunulæknarnir ikki
eru til arbeiðis.
Sambært royndum starvs
fólki á økinum, fer ein slík
loysn at gera læknavaktar
skipanina nógv tryggari
fyri brúkaran, arbeiðsum
støðurnar munandi betri
hjá starvsfólkunum og
óneyðuga og vandamikla
koyringin til Havnar heldur
uppat. Kostnaðurin fyri
skipanina er einans góðar
3 mió. krónur árliga.
Kommunulæknatrot ein
orsøk til trupulleikarnar
Tað hevur leingi verið
trupult at fáa kommunu
læknar settar í starv í Før
oyum. Sambært landsstýris
manninum er tað ein av
orsøkunum til at trupult er
at fáa læknavaktarskip
anina at virka nøktandi.
Lættari hevur verið at
manna hjálparlæknastørv
ini á sjúkrahúsunum. Men
gongdin undir verandi
læknavaktarskipan í Norð
oyggjum og pørtum av
Eysturoynni ger, at læknar
heldur ikki støðast á sjúkra
húsinum. Tí óskipað trýst
verður lagt á forvaktina
har. Tað hevur tí miklan
skund at fáa hesi viður
skifti í rættlag fyri at fyri
byrgja, at virksemið á
sjúkrahúsinum eisini fer
fyri bakka.
Verður tað úrslitið,
stendur norðurøkið heilt á
berum, tá um bráðfeingis
læknahjálp ræður og tað
kann als ikki góðtakast.
Spurningar til lands
stýrismannin Hans Paula
Strøm. Spurningar til
landsstýrismannin
Landsstýtismaðurin boðaði
á Løgtingi frá at læknavakt
arskipanin í Norðoyggjum
og pørtum av Eysturoynni
ikki virkar nøktandi.
Hvussu ætlar landsstýris
maðurin at skipa lækna
vaktarskipanina í Norð
oyggjum og pørtum av
Eysturoynni, fyri at fáa
skipanina at virka eftir
ætlan?
Nær verður nakað muna
gott gjørt, soleiðis at norð
urøkið fær eina nøktandi
og trygga læknavaktar
skipan, bæði fyri brúkara
og starvsfólk?
Við vón um at lands
stýrismaðurin svarar greitt
og at úrslit fara at spyrjast
skjótt.
Hvat ætlar samgongan við læknavaktini?
løgtingsmaður
BjøRn kalsø
viðmerkingar