týsdagur 1. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 124 - 1. juli 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Eftir at hava starvast sum lærarar í 40 ár,
takka lærarahjúnini Óli og Elisa Holm nú
fyri seg
Lærarar
dagfinn@sosialurin.fo
Tá lærarar savnaðust á lærarastovuni í Vágs Skúla
mikudagin til hugnaløtu, so var tað eisini við eitt
sindur av sorgblídni, tí orsøkin til løtuna var
nevniliga, at tveir av lærarum skúlans í mong ár nú
takkaðu fyri seg.
Óli og Elisa Holm hava starvast í Vági í mong ár, og
Óli hevur røkt starvið sum varaskúlastjóri síðani
1973.
Óli og Elisa tóku læraraprógv á Nr. Nissum
Seminarinum í 1968. Óli var lærari í Vági 1968-71, á
Sct. Jørgen skúlanum í Holstebro 1971-73 og síðani
varaskúlastjóri í Vági frá 1973. Elisa var lærari í
Spjold Skole 1968/69, í Vági 1969-71, Sct. Jørgen
skúlanum í Holstebro 1971-73 og í Vági síðani 1973.
Óli í Hjøllum, skúlastjóri í Vági, takkaði teimum
báðum fyri trúgva og drúgva tænastu og handaði
gávur og blómur.
Starvsfelagarnir heilsaðu eisini teimum báðum,
sum nú leggja lærarastørv síni frá sær, við hesum
orðum:
Óli og Elisa Holm – Kennarar í 40 ár
Lívliga grør um gongufót
náddu at enda á mál
sáddu og festu vísdómsrót
birtu eld í ungu sál
Virkishugur um gongufót
Merkist har hegni og hug
Tó gongur onkutíð lot ímót
Og onkutíð lívgandi suð
Kennarar kenna kensluna best
Flokkar úr reiðrinum fara
Siga farvæl, royna flog og treyst
Flúgva frá vinaskara
Eftir fýrati ár í sama yrki
Royndust tit drúgv og trúgv
Merkist enn seiggi og styrki
Nú heystartíð nærkast so blúgv
Tann sum væl sáddi á vársins tíð
Hann heystar og gleðist á heysti
Takka og ynskja vit ár so blíð
Í komandi tíðum við treysti
Starvsfelagarnir
Óli og Elisa
takka fyri seg
Tað var við sorgblídni, at hugnaløta var í Vágs Skúla
mikudagin. Tveir av lærarum skúlans í mong ár, Óli og
Elisa Holm, hava nú avgjørt av leggja frá sær, eftir at hava
starvast sum lærarar í 40 ár
Fyrst av øllum hjartaliga tillukku við
teimum 80 árunum.
Hvat hevur tú havt at týða fyri okk-
um?
Tú hevur havt ALT at týða fyri okk-
um. Tú hevur altíð verið til staðar og
altíð haft eitt ógvuliga stórt tol við
okkum børnum, og øllum teimum ið
eru komin uttanífrá. Man fær ikki
tikið teg av fótum og tað er, sum at
einki kann gera teg bilsnan. Tú tekur
støði í tí støðu sum er og handlar har-
útfrá. Tú ert ikki tann sum moraliserar
um tað sum onnur burdu og skuldu.
Òansæð hvat verður sagt við teg, er tú
altíð fattur og rúmar øllum. Vit hava
leitað eftir dømum um, hvat kundi
gera teg óðan, men vit vita valla nakað
dømi um at tú nakrantíð hevur verið
óður. Hetta sigur ikki so lítið um teg,
nú tú ert vorðin 80 ára gamal. Tíni
evni til at fyrigeva og síggja tað besta
í øllum er fyrimyndarlig og tað kunna
vit læra nógv av.
Tú ert útbúgvin eletrikari, men hev-
ur mest arbeitt sum leiðari á El-deild-
ini á skipasmiðjuni á Skála. Tú
arbeiddi uml. 40 ár á Skipasmiðjuni á
Skála og er títt tilknýti til Skála harav
tætt. Síðani arbeiddi tú innan hand-
verkara vinnuna, bæði hjá Statoil og á
Fiskavirking á Toftum. Sum maður er
tú sera hegniður, at smíða, mála, tape-
sera og gera alt til hendurnar, eisini
tað sum hevur verið uttanfyri títt yrki,
sum at skriva bøkur, baking og mat-
gerð. Fyri stuttum hevur tú gjørt tær
hjall og smíða altanuna av nýggjum.
Tú dugir at vera pensonist. Tú hevur
altíð nógv at gera við hønum, dunnum,
gæs og seyði, so ein kann ikki siga at
tú liggur á løtu síðini, tvørturímóti.
Tú hevur seyð, gæs og dunnir, bert til
at geva til familjuna.
Vit vita at hetta kemst av, at tú longu
frá ungum árum av ikki vildi at vit
bert skuldu fáa eitt hálvt riv í part til
jóla, so sum tú var vanur við sum smá-
drongur. Tú vildi ikki at kjøt skuldi
tróta hjá tíni familju.
Sum persónur ert tú heilt ófatuliga
tolin og menniskjansligur. Sum pápi
hevur tú verið ein sera mildur og góð-
ur pápi. Sum børn vistu vit, at tað var
teg vit skuldu fara til um vit vildu
hava eitt oyra til eina sodavatn, tí tú
segði aldrin nei, hóast at pengarnir
vóru smáir. Tað havi vit ikki gloymt
tær, tann dag í dag. Tað gjørdi lukku í
barnalyndið!
Eitt annað dømi um títt tolsemi, er
at tú hvønn tann einasta morgun fór
upp við okkum seks børnum. Tú vakti
okkum spakuliga... minst 10 ferðir,
áðrenn vit tóku okkum saman at koma
upp. Uppkomin stóð morgunmatar-
borðið fult dekkað og matpakkarnir
klárir. Á tallerkunum lógu bollarnir
smurdir, søtt te var koyrt í kopparnar...
alt klárt at eta.
Tað var eisini so deiligt tá tú legði
okkum at sova, tí tú ballaði okkum so
væl inn í dýnuna. Hetta gloyma vit
ikki.
Kendur er tú eisini fyri allar út-
ferðirnar tú saman við mammu gjørdi
við okkum.Tað var stórur spenningur
tá tú pakkaði Peugeotin við øllum góð-
um til túrin. Eisini minnast vit túrin
til Saksunar, har tú fór við Heina,
Finnboga og Rógva at liggja í telti at
fiska síl í nakrar dagar.
Tú hevur altíð verið so hugnaligur,
t.d. tá tú gjørdi hummararúsur og
Finnbogi og Heini hjálptu til at vaska
hummarar og sluppu at selja teir og
fáa vinningin hóast tú hevði strevið.
Tú hevur altíð haft gongd í onkrum .
Tit góvu okkum ein ógvuliga góðan
barndóm. Tit vóru okkara klettar og
trygga grund at standa á. Hjá okkum
sum børn var ongantíð nakar ivi um
hvar vit høvdu tykkum, tit vóru heilt
einig í okkara uppaling og var hetta
okkum ein stórur tryggleiki.
Tá vit gjørdust 18 ár helt tú uppat
við at uppdraga. Tá vóru vit myndug
og sum tú plagdi at siga, “tað tit ikki
hava fingið við nú, tað kemur ikki inn
seinni”. Tú hevur soleiðis duga væl at
slept okkum á flog í rættari tíð og lati
okkum roynt egnar veingir. Tú hevur
ongantíð blandað teg uppí hvussu vit
hava liva okkara lív, men heldur stuðla
tá tørvur hevur verið á tí.
Hjúnalagið hjá tær og mammu var
sera gott.
Hjá okkum sum børnum var tað
gott at síggja hvussu tú, hvønn dag
eftir at tú hevði etið døgurða, gav
mammu ein muss, á veg til arbeiðis.
Hetta líka til síðsta dag hjá mammu.
Tit høvdu eitt sera harmoniskt lív sam-
an og samstundis á mangan hátt hvør
sítt lív. Mamma dámdi als ikki seyð,
meðan tað var títt. Tað lat hon so teg
taka tær av, meðan hon í staðin dámdi
væl hondarbeiði, at virka til, at bro-
dera, binda, seyma osv.. Tit gjørdu
hvørji tykkara ting, og var tað rúm í
tykkara lívi til, at hvør gjørdi tað, sum
hugurin lá til, samstundis sum tit
saman stóðu sterk.
Kanska óvanligt fyri menn í tínum
aldri, so hevur tú altíð bakað. Vit minn-
ast hvussu hugnaligt tað var, tá tú
koyrdi bollar í ovnin um kvøldarnar at
hita til ein drekkamun. Tú skalt hava
stórt rós fyri tann mann tú hevur verið
fyri mammu.
Einaferð tá mamma var til arbeiðis
og Finnbogi kom inn at vitja, bleiv
hann heilt ovfarin av tí blóðbaði sum
var í køkinum. Tá hevði tú sett tær
fyri at gera blóðpylsu, hóast tú ikki
hevði roynt tað áður. Tú stóð har í øll-
um blóð-rokinum og seymaði indur,
við eini kókibók framman fyri tær.
Tú hevur altíð handla skjótt og gert
tað sum tú hevur ætlað tær. Tað hevur
verið stutt frá tanka til gerð. Og so var
eisini hetta kvøldið tá tú gjørdi av, at
fáa blóðpylsurnar frá hondini.
Eisini er stuttligt at nevna, at til
føstulávint í ár fór Elisabeth oman til
tín við føstulávintsbollum at geva tær,
men tá hon kom oman stóð tú sjálvur
og bakaði tínar egnu føstulávintsbollar.
Tað endaði við, at Elisabeth fór
avstað aftur við fleiri bollum enn hon
kom við! Hetta dømi frá februar i ár
lýsir sera væl kjarnuna í tí, sum tú er
sum persónur. Sum knapt 80 ára gam-
al bakar føstulávinstbollar til teg og
fólk ið kemur inná gott.
Eisini skal nevnast fyri teimum sum
ikki eru í familjuni, at tú babba, hvønn
tann einasta dag gert døgurða til bæði
sonin og góða vinnmannin, Emil. Dag-
ligar døgurðar har tað er gerandiskostur
at fáa nýbakaða køku omaná, um tað
so er marmorkaka ella pannukøkur.
Nú, seinnu árini, hava tit hvørja
summarferiu haft húsið fult av børnum
og barnabørnum og hevur tað altíð
verið deiligt at koma “heim” til Glyv-
ur.
Abbabørnini hava nýtt gott av tær,
at gingið uppí øllum tú ger og verið í
tíni nærveru. Hetta kann ikki setast
nakar prísur á, so virðismikið tað er.
Og takka vit tær fyri tað.
Heimið er líka heitt og fjálgt í dag
at koma til, hóast at mamma ikki er
her meira.
Nú vit hava tosað um tína rúmligheit
kann nevnast, at fleiri av okkum systkj-
um hava skift makar og fingið nýggjar
familjur við børnum, ið hava fylgt
við. Tá nýggjasta ískotið í familjuna
kom til, segði Elisabeth við teg um
okkara familjumynstur:
“Hjá okkum er einki skil í familj-
uni!” Til tað svaraði tú: “Jú tað er
gott skil”!!.
Eina sovorðna rúmligheit skal ein
leita leingi eftir.
Tú tekur øll til tín sum koma inn í
familjuna og fær tey at kenna seg væl.
Stór sum smá.
Gjarna við einum stórum smíli og
klemmi.
Tað er bara eitt stað, har tú ikki
rúmar so nógv, tað er innan politikk.
Har er einki annað enn A til! Har er
Fólkaflokkurin títt eitt og alt, hóast at
vit uppá skift hava roynt at rilla við
tína fólkaflokstrúgv, so hevur tað ikki
eyðnast okkum enn.
Tú ert trúgvur kirkjugangari.
Hvønn sunnudag situr tù á beinkinum
innan fyri krosstræið. Hóast tú ongatíð
hevur ”prædika” fyri okkum, hevur
tú i verumáta víst okkum, tann vegin
tú hevur valt at ganga, og á hvønn tú
setur títt álit á.
Tú ert ein heilt serligur persónur, so
takk babba. Takk fyri tað tú hevur ver-
ið fyri okkum og tað tú vart fyri
mammu. Tú ert einanstandandi! Vit
elska teg.
Børnini
Oluf Djurhuus 80 ár 18. juni 2008