Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 1. juli 2008 13 Andlát og jarðarferðir Karla Joensen í Vest­ manna andaðist á eldra­ sambýlinum í Vest­ manna leygardagin, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vestmanna Kirkju mikudagin klokk­ an 14. Tey, ið vilja minn­ ast Karlu, kunnu lata missiónshúsinum í Vest­ manna eina gávu. Hans Jacob Morten­ sen, búsitandi í Klaks­ vík, ættaður úr Svíni, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin 80 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi heim í Betesda týsdagin klokk­ an 18. Jarðarferðin verð­ ur mikudagin klokkan 13.30. Tey, sum vilja minnast Hans Jacob, kunnu lata Betesda eina peningagávu, konto í Norðuoyar Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 26. juni varð prógvhandan á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Bilsmiðir f.v.: Jákup Hansen, Klaksvík, Jóhannes Simonsen, Fuglafjørður, og Martin Debes Nielsen, Tórshavn Mynd: Jens Kristian Vang Próvtøkur á Tekniska Skúlanum Bresti Ryggshamar er nú farin frá sum bókhaldari í Vágs Kommunu Starv dagfinn@sosialurin.fo Fríggjadagin 23. mai var almenn móttøka í hølunum hjá Vágs Kommunu. Bresti Ryggshamar fór frá sum bókhaldari í Vágs Komm­ unu. Hann hevur sum fáur verið trúgvur í starvi og hev­ ur tænt mongum borgar­ stjórum. Bresti byrjaði í starvi hjá Vágs Kommunu í september í 1974 og kom í fast starv 1. januar í 1975. À almennu móttøkuni takkaði Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri, fyri trúgvu tænastuna og fyri, at hann altíð var so góður at heita á og so hollur í ráðum. Hon helt, at um so var, at fast stóð onkra løtuna,nú Bresti gevst, so noyddust tey ivaleyst at leita sær ráð hjá Bresta. Nógv fólk leitaði framvið hendan dagin og Bresti Ryggshamar fekk gávur og blómur handaðar. Bresti Ryggshamar farin frá Dagurin Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dóm­ kirkjan í Stavanger í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroy­ um og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hansara. Niels Winther var føddur hendan dagin í 1822. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu okkum samkenslu, tá okkara kæri maður og pápi Óla-Svenn Nolsøe andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á A3 á Landssjúkrahúsinum fyri umsorgan, nærveru og hollan stuðul. Tøkk til heimarøktina, til tey, ið stukku inn á gólvið, skrivaðu ella ringdu til okkara. Tøkk til hjálparfólk í kapellinum, Sonju Klein prest fyri vælvald og troystarrík orð, til sangarar og kirkjutænarar. Tøkk til børnini í Frískúlanum fyri vakran sang í kirkjuni, og GHM fyri fløvandi tónar í kirkjugarðinum. Tøkk fyri blómur, heilsanir og gávur til frískúlalærarar. Eina stóra tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Óla-Svenn til hansara seinasta hvíldarstað. Eyðbjørg, Johanna, Sonja og Katrin Lesið internet Sosialin ! Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Ludvík Abrahamsen ættaður úr Oyndarfirði, búsitandi í Klaksvík doyði og varð jarðaður. Tøkk til øll, sum fylgdu Ludda til hansara seinasta hvíldarstað og ein hjartans tøkk fyri stórfingna hjálp í sambandi við jarðarferðina. Somuleiðis takk fyri peningagávur til Reyða Kross. Kærar heilsanir Asta Harry, Heðin, Arthur, Arnhild og Jana v/ familjum