týsdagur 1. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 124 - 1. juli 2008
Tað var ein vika við
hugna og venjing, tá
ið 46 limir í Heilafelag
num vóru eina viku á
venjingar og frítíðar
miðstøð í Danmark
Útferð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Umstøðurnar hjá føroying
um við heilaskaða hava
leingi verið rættiliga vána
ligar,
ikki
minst,
hvat
endurvenjingum viðvíkur.
Tað er ein orsøk til, at
felagið av og á plagar at
gera útferðir ymsastaðni,
har tað ber til at kombinera
venjingarog hugna.
Aftur í summar hava tey
verið uttanlands og hesuferð
gekk ferðin til frítíðar
deplinum, Slettestrand, í
Norðurjútlandi.
Tilsamans vóru tey 46
fólk við níggju bilum, sum
fóru til Danmarkar við
Norrønu og tey vóru burtur
í eina viku.
Tey siga, at á ferðini
hevur Smyril Line veitt
teimum so góða tænastu,
sum man skal leita leingi
eftir og sum tey eru ómeta
liga takksom fyri.
Tá ið vit skuldu umborð
á Norrønu, sluppu vit um
borð á Norrønu áðrenn
hinir bilarnir fyri at gera
tað meiri ómakaleyst at fáa
fólk í rullustóli og illa
gongd fólk upp á, sigur
Bjarni Juul Petersen, sum
var við á ferðini.
Hetta var ein sera góð
byrjan upp á ferðina, leggur
hann afturat.
Tann góða ferðin helt
fram, tí á ferðini niður var
tað sum á gólvinum og
serliga hugtakandi var tað
at sigla innanskers í bakandi
sól inn ímóti Bergen.
Nógv á skránni
Í Hanstholm stóð bussur
fyri teimum og har komu
eisini tey upp í ferðalagið,
sum ikki komu við Norrønu,
men sum flugu niður.
Men tá ið tey komu til
Slettenstrand, vísti tað seg,
at ein lítil misskiljing var
íkomin, tí kom undan kavi,
at vit vóru komin fram ein
dag fyrr enn vit skuldu.
Men jydar eru fryntligt
fólkaslag, so tað bleiv alt
ornað í bestu semju við tað,
at tey funnu aðra gisting til
okkara. So samanumtikið
gekk alt av tí besta og dagin
eftir kom so alt upp á
pláss.
Dagin eftir sluppu vit
ein túr í hestavogni runt í
økinum og tað var eitt upp
livilsi, tí landsslagið har um
vegir er rættiliga sermerkt
við so djúpum gjáum, sum
tú ikki skuldi trúð vóru í
Danmark, sigur Bjarni Juul
Petersen.
Dagin eftir fóru tey á
strondina at leita eftir stein
um, sum tey slípaðu til
mangt og hvat, tá ið tey
komu heimaftur við sera
góðari hjálp við frá einum
fryntligum starvsfólki, sum
altíð var til reiðar við góð
um ráðum.
Summi fingið rættiliga
nógv burtur úr teimum
slípaðu steinunum.
Sjálvandi vóru tey eisini í
handilsmiðstøðini,
Bilka,
og um kvøldið var hugna
kvøld við nógvum sangi.
Mikukvøldið var so tað
stóra veitslukvøldið við
sera góðum mati og har
orkestur spældi til dans og
øll dansaðu, eisini tey, sum
sótu í rullistóli.
Hósdagur var frídagur,
sum hvør brúkti, sum tey
hildu vera best og fríggja
kvøldið var aftur hugna
kvøld við sangi og har
konufólkini, sum við vóru,
settu sín serliga dám á við
eini mótaframsýning, har
tey vístu fram tey klæði, tey
høvdu keypt.
Leygardagin varð so aftur
pakkað og leiðin gekk til
Hanstholm og umborð á
Norrønu og aftur hesuferð
fingu vit eina serstakliga
góða tænastu frá Smyril
Line.
Bjarni Juul Petersen sig
ur, at tað var kortini ikki
bara hugni á ferðini, tí nógv
brúkti eisini túrin til at
venjingar av ymsum slagi,
eitt nú fysioterapi og venj
ingar í heitum svimjihyli.
Aftur heimferðin við Norr
ønu var tað sum á gólvinum.
Bjarni
Juul
Petersen
sigur, at eitt, sum gjørdi, at
hendan ferðin bar til, var, at
tey fingu ein hóp av máln
ingum frá J.C Solarium,
sum tey høvdu liggjandi.
Hetta setti av álvara
gongd á peningainnsavn
ingina, tí málningarnir blivu
allir seldir og í hesum føri
vóru virki og kommunu
rættiliga beinasom at keypa.
Annars fingu tey dyggan
stuðul frá ymsum komm
unum og allir stuðlarnir fáa
eitt lítið takkarskriv frá
Heilafelagnum við nøkrum
myndum.
Bólkurin, sum skipaði fyri
innsavningini var Jóhannus
Rasmussen, Jógvan Sofus
Vágsheyg, Estur Lognberg
og Bjarni Juul Petersen.
Her er alt ferðalagið, sum var við á danmarkarferðini
Ein vika við hugna og venjing
Her er dansur á hugnakvøldinu. Fremst á myndini eru Páll og
Elin Vang
Aage, Sunrid, Jógvan Sofus og Anna umborð á Norrønu. Tey
eru avbera væl nøgd við tæpnastuna frá Smyril Line
Tað var eitt serligt upplivilsi at sleppa ein túr við hestavogni