Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 1. juli 2008 15 Í 2007 eydnaðist tað NORRIQ at samanleggja tríggjar stórar danskar fyritøkur, uttan at tað hevur ávirkað hvørki umsetning ella botnlinju. Tað er Formula International í Føroyum, sum er høvuðseigari av NORRIQ, og vónirnar fyri 2008 eru góðar KT-VIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo KT-fyritøkan NORRIQ hev- ur staðfest støðu sína sum ein av avgjørt størstu veitar- um av handilsskipanunum hjá Microsoft á danska marknaðinum, við einum sera nøktandi ársroknskapi fyri 2007. NORRIQ Danmark, sum stutt eftir stovnanina keypti upp KT-fyritøkurnar Munk IT, Conzern og Senseit, kom upp á ein umsetning upp á 155 milliónir krónur, og endaði á einum EBITDA upp á umleið 7,5 milliónir krónur. Hesi keypini hava gjørt, at NORRIQ í dag er leiðandi veitarin á danska marknaðinum av Microsoft Dynamics C-5, og ein av leiðandi veitarunum av Dy- namics NAV-skipanunum. - Eftir einum ári hava vit megnað at integrera tríggjar spennandi fyritøkur, og skapt grundarlag fyri sera gevandi virksemi. Saman- leggingin gav okkum sjálv- andi møguleikan fyri at rudda nakað upp, men vit hava nú tryggjað fyritøkuna, skapt ein sterkan dynamikk millum okkara 180 starvs- fólk, og enntá megnað eitt pluss á botnlinjuni. Tað er ógvuliga nøktandi, sigur Bo Martinsen, stjóri í NORRIQ. Tað er Formula Internatio- nal, sum stendur aftan fyri NORRIQ. Fyritøkan er sett saman av Eik Banka, Trygg- ingarfelagnum Føroyum, Føroya Tele og Formula.fo Út um landamørk Íløgan í NORRIQ skal síggj- ast sum ein liður í almennu føroysku strategiini um at koma í fremstu røð í altjóða KT-samfelagnum, umframt eitt ynski um at menna og knýta altjóða fyritøkur til vinnulívið í landinum. Við støði í vælednaðu saman- leggingini er tað tí bara náttúrligt, at NORRIQ fyri- reikar víðari víðkan av virk- seminum, og vendir eyguni móti eini røð av europe- iskum londum. - Tað, at vit hava fingið stýr á fyritøkuni so skjótt her í Danmark, letur upp fyri altjóða vøkstri, sum alla tíðina hevur verið ætlan- in hjá NORRIQ. Tað er ein tryggleiki, at vit hava eina so sunna kjarnu her í landi- num, og vit fara avgjørt at taka útgangsstøði í okkara norðurlendska framferðar- hátti og serfrøði í sambandi við komandi uppkeyp av fyritøkum, sigur Bo Martin- sen, stjóri. Vónirnar fyri 2008 eru er ein munandi betran av úr- slitinum, og tað hava fýra teir fyrstu mánaðirnir í ár staðfest. Smáar og miðal fyritøkur Kundagrundarlagið hjá NORRIQ eru smáar og miðalstórar fyritøkur. Góðu royndirnar, sum NORRIQ hevur fingið gjøgnum upp- keyptu fyritøkurnar, eru fyrst og fremst nýttar til at spjaða fíggjarskipanir til all- an SMB-marknaðin (Small and Medium Business). Stóru konsulenthúsini hava sum heild verið ov hálvhjartað tá tað kemur til smærri fyritøkur. Men NORRIQ hevur í 2008 valt at seta hart inn á júst hetta øki og hevur umlagt sølu- deildina í tvær sjálvstøðugar eindir, har onnur bert tekur sær av hópsølu. - NORRIQ Danmark kann veita tænastu til bæði stórar handilsketur við hundraðtals handlum og smáu einmans kioskirnar. Vit síggja, at í framkomna marknaðinum kemur sam- ansetingin í einari fyritøku ikki bert frá støddini, og krøvini til smáar og miðal fyritøkur eru stór. Tí er tað av stórum týdningi at fáa lætt atkomiligar og effektiv- ar fíggjarloysnir til henda partin av marknaðinum – og tað er drívmegin handan okkara strategi fyri hópsølu, sigur Bo Martinsen, stjóri í NORRIQ. SMB-marknaðurin er upprunaliga grundarlagið fyri skipanirnar Microsoft Dynamics NAV og C5, og tað er ein marknaður við ótrúliga stórum møguleik- um, bæði í Danmark og restini av heiminum. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar NORRIQ víðkar virksemið Bo Martinsen er stjóri í NORRIQ, sum hevur skrivstovur í Keypmannahavn, Odense, Kolding, Silkeborg og Aalborg Himmalhøgi olju­ prísurin og fram­ haldandi órógv á fíggjarmarknaðunum er ginrug løgur fyri partabræva­ marknaðin, sum í morgun fór undir seinna hálvár við javnt fallandi kursum FÍGGJARKREPPA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Indeksstøði á týska indeksi- num fall 1,1%, meðan bretska og franska indeksið fall ávikavist 1,3% og 1,4%. Sveisiski stórbankin, UBS, fall 4,5%, og meting- arfyritøkan Merrill Lynch hevur tikið bankan av sínum »Europe 1«-lista. Samstund- is er bankin, sambært Die Welt, tilreiðar at bróta kenda og eisini illa kenda bankaloynidómar, og lata upplýsningar um loyniligar bankakonti hjá amerikansk- um statsborgarum. Hetta hendir eftir áheitan frá amerikonsku rættarskip- anini, sum er í holt við at útgreina skattaundandrátt. Eisini hevur USB kalla inn til eykaaðalfund í oktober fyri at skifta fýra limir í nevndini út. Bankaverðin er rakt av áhaldandi søgum um niður- justeringar, og Deutsche Bank fellur næstan líka nógv sum USB við 3,5%, sigur partabrævahandlari í Jyske Bank, Michael Lyng- sø. Í USA fall indeksið hjá S&P 500 við meiri enn tveimum prosentum til tað lægsta í fimm ár, eftir stór fall í Lehman Brothers og obligatiónstryggingarfelag num MGIC. Lehman fall 11% til tað lægsta í átta ár, tá marknaðurin sambært Bloomberg News varð undirdýktur av søgum um, at heiðurskrýndi íløgubank- in kann verða á veg til at blíva yvirtikin til ein prís undir marknaðarvirðið. Millum tey feløg, ið eru tengd at olju, fall Ryanair 3%. Oljuprísurin náddi í gjár sítt hægsta higartil við 143,67 dollarum fyri tunn- una. Eisini bilaframleiðarar falla í kursi. BMW fellur 3,2%, Volkswagen 1,4% og Renault 2,9%, skrivar danska blaðið Børsen. Bankar hart raktir