týsdagur 1. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 124 - 1. juli 2008
Bygdamenning
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skálavík: Tað var Eiler
Jacobsen sjálvur sum loysti
fyrsta bøkkin til henda
depilin, ið fyrst og fremst
skal vera karmur fyri kristi
ligum møtum og legum.
Ætlanin er síðan at depil
in skal gerast til ein part av
føroysku ferðavinnuni og
øðrum virksemi, sum verð
ur avleitt av hesum.
Tríatitals milliónir verða
nú settar í henda frítíðar og
mentanardepilin, sum tað
væntandi fer at ganga tvey
ár at byggja. Depilin liggur
á einum 50.000 fermetrar
stórum grundøki ovarlaga í
bygdini.
Borgarstjórin í Skálavík,
Linjohn Christiansen fegn
ast – sum vera man – um
hesa nýggju ætlanina í hans
ara kommunu. Eftir hansara
meting verður her ein møgu
leiki at kunna hýsa størri al
tjóða ráðstevnum í Føroy
um.
Vónandi fara eisini út
lendsk ferðalið og áhuga
bólkar at koma til Skálavíkar
at halda skeið og størri
ráðstevnur.
Verður tað so, fer hetta
uttan iva at skapa lív í hesi
bygdini og í allari oynni,
sigur Linjohn Christiansen.
Víðskygd ætlan
Tað er so við og við liðin
nøkur ár, síðani Linjohn
Christiansen fekk eini held
ur óvæntaði telefonboð.
Maðurin í hinum enda
num var Eiler Jacobsen,
fyrrverandi reiðari og sum
hevði eittans mál á skránni:
Kann eg keypa eini fýra
samanhangandi
grundøki
uppá nógvar túsund fer
metrar?
Hetta ljóðaði so ógvusligt,
at borgarstjórin gjørdist full
komuliga tikin á bóli, ikki
minst, tá Eiler greiddi hon
um frá ætlan síni í Skála
vík.
Eg skilti beinanvegin,
at her skuldi meiri ríviliga
takast til, enn við eitt
vanligt grundøki. Lendið
undir
eini
slíkari
byggiætlan mátti á ongan
hátt verða ein forðan, sigur
Linjohn Christiansen.
Eiler kom jú sjálvur at
vaksa upp her í bygdini, og
nú hakin er settur í ætlanina
um skeiðsdepilin er hetta á
einum staði, har børnini í
Skálavík eiga mong góð
minnini.
Tað er helst so sum Lin
john Christiansen tekur til:
Staðið her Inni á grind
hóskar væl til nakað so víð
skygt sum henda ætlanin!
Vitan og sálarmátt
Ætlanin hjá Eileri Jacobsen
er at byggja ein umleið
4000 fermetrar stóran frítíð
ardepil, har møguleikar fyri
alskyns
virksemi
skulu
skapast.
Hesin depilin skal hava
umstøður til ferðavinnu,
fundir, skeið, ítriv og sjálv
andi gisting. Ella sum Lin
john Christiansen tekur til:
Her verða hallir til fund
ir, samkomur, svimjing og
ítriv og leikvøllir til kropp,
sinn og sál at hvíla, koma
fyri seg og at savna megi og
mátt!
Hann vísir á, at ætlanin
hjá Eileri er ikki minst at
depilin skal nýtast til kristi
ligar fundir, og tí verða ikki
færri enn tvær samkomu
hallir at finna í skeiðsdepli
num.
Tað er mín vón, at fólk,
bæði ung og gomul, ein
Ein rummisk ætlar til túsund
Tað fara væntandi at ganga eini tvey ár at byggja stóra skeiðsdepilin ovarlaga í Skálavík. Her verður einki
spart og tí verða umstøðurnar eisini tær bestu hjá teimum vitjandi
- Tað hevur stóran týdning, at vit eiga ágrýtin fólk, sum haraftrat hava tey góðu hugskotini, tora
at váða nakað og haraftrat eru stórtøkin og gávumild, segði Linjohn Christiansen, tá hakin varð
settur í stóru ætlanina í farnu viku. Fremst á myndini Eiler Jacobsen, sum stendur aftanfyri
verkætlanini við eini 30 mió krónum
Hósdagin í farnu viku sást fyrsta teknið til eina ta størstu
verkætlanina av slíkum slagi í Føroyum. Talan var um ein nýggjan
skeiðsdepil í Skálavík, sum tað fer at taka eini tvey ár at byggja.
– Við virksemi sínum á sjónum skapti Eiler Jacobsen sær tað ríki
dømið, sum nú verður pløgt niður í tað jørðildið her í bygdini, og
sum hann altíð hevur havt tokka til, sigur Linjohn Christiansen,
borgarstjóri í Skálavíkar kommunu
OPEC ikki ábyrgdina av prísskelkinum
Tað er spekulatión og ikki manglandi oljuútboð, ið er orsøkin til teir methøgu oljuprísirnar.
Næstseinasta vikuskiftið varð oljutoppfundur hildin í SaudiArabiska havnabýnum Jeddah.
Umframt stjórnarleiðarar og ráðharrar úr 35 londum, luttóku umboð fyri 7 felagsskapir og 25
oljufeløg á fundinum. Við stuttari ávaring hevði Abdullah kongur í SaudiArabia bjóða
viðkomandi pørtum at skifta orð um prísskelkin og møguleikarnar fyri at fáa oljuprísin at falla, og
harvið blása nýtt lív í heimsbúskapin. Aftaná at hava fundast í fýra tímar, noyddust luttakararnir
tó at fara heimaftur uttan úrslit. ”Stúranirnar um framtíðar oljutilfeingið eru grundleggjandi
skeivar. Heimurin hevur nokk av olju til nógv ártíggju afturat. Okkum tørvar ikki meira olju í
undirgrundini, men harafturímóti at fáa oljuna upp, góðska hana og fáa hana út til brúkararnar.
Við øðrum orðum kunnu hvørki høgu oljuprísirnir ella tey stóru sveiggini á oljumarknaðinum
vera grunda á hesi viðurskifti,” sigur Ali alNaimi oljuráðharri í SaudiArabia. (industry.fo)