Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 124 - 1. juli 2008 staklingar og familjur við børnum fara at leita sær higar til Skálavíkar at vinna sær vitan, uppliving, stutt­ leika, sálarmátt og heilsu­ bót, sigur ein bjartskygdur borgarstjóri í Skálavík. Við tí upprunaliga lendi­ num frá kommununi, og tí sum Eiler hevur keypt aftr­ at, er talan um eitt 50.000 fermetrar stórt øki. Møguleiki er eisini at royna eina sameining av ymiskum orkukeldum, mill­ um annað reinari orku við vind og sól, ymiskum hita­ skipanum við luft og jørð til innihita, umframt elmegi saman við vanligum kol­ vetni til at hita og reka depilin. Útlendingar og føroyingar Linjohn Christiansen vísir á, at í dag eru fáir ráð­ stevnudeplar her á landi, um ein sær burtur frá Norðurlandahúsinum og teimum størru hotellunum. ­ Hetta hevur mangan verið ein bági og forðan fyri at vit kunnu hýsa størri altjóða ráðstevnum. ­ Men henda verkætlanin bøtir munandi um henda tørvin. Og tí vóna vita, at bæði føroysk og útlendsk ferðalið og áhugabólkar fara at leita higar at halda skeið og størri ráðstevnur, sigur hann. Fyri Linjohn Christiansen hevur tað stóran týdning, at vit eiga ágrýtin fólk, sum haraftrat hava tey góðu hug­ skotini, tora at váða nakað og haraftrat eru rummisk – tað er: stórtøkin og gávu­ mild. ­ Ja, Eiler er ein teirra, ið ikki goymdi gullið, eins og Frænir á Glitraheiði. Men hann ynskir at lata sín pen­ ing arbeiða og koma hundr­ aðtals øðrum fólkum og til nyttu og gleði, vísir hann á. endamál Skeiðsdepilin verður góðar 4000 fermetrar til støddar Skeiðsdepilin fer at skapa lív í bygdina og oynna, bæði hjá børnum, ungum og tilkomnum Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu skoðar tekningarnar av verkætlanini Fíggjarlig ódn rakar danir Danir verða nú ávaraðir ímóti bert at halda at landsins fíggjarlóg fer at merkja til versnaðu tíðirnar. Hvør einstakur dani fer heilt víst eisini at merkja avleiðingarnar av hesum. Ein harður steðgur er byrjaður og gerst sterkari næsta ár, skrivar epn.dk. Hevur onkur áhuga í at selja bústaðin, má viðkomandi síggja í eyguni at prísirnir fær at lækka nógv. Sambært eini nýggjari forsøgn hjá Handelsbanken fara prísirnir at lækka millum 5 og 10 prosent í ár og komandi ár, tí talið á seljarum er størri enn talið á keyparum.