Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 124 - 1. juli 2008 Felagið Línuskip skilir ikki, at fiskifrøðingar nú siga, at tað er línuskipini, sum oyða fiskastovnarnar við Føroyar. - Hetta er púra nýtt fyri okkum, sigur felagið Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - At tað eru línuskipini, sum oyða fiskastovnarnar við Føroyar, er púra nýtt fyri okkum. Okkum kunnugt hava stállínuskipini fiskað munandi størri tosk enn aðrir bólkar, og tað er tann smá- fallandi toskurin, ið sambært fiski- og búskaparfrøðingum skal verjast. Felagið Línuskip sigur seg undr- ast yvir, at fiskifrøðingar og um- hvørvisfólk – í hesum umhvørvis- tíðum – ikki marknaðarføra línu- fiskiskap, sum tann ultimativa fiskireiðskapin. - Línureiðskapur brúkar minst olju og hevur harvið minst útlát. Hetta er ein stillstandandi reið- skapur, sum ikki skaðar botn ella korallir á nakran hátt. Felagið vísir á, at fiskur, sum verður veiddur við húki, er sera góður til dygdar, tá hann verður hagreiddur umborð. - Fyrimunirnir eru, at tað kemur bara ein og ein fiskur inn um lúnn- ingina í senn. Felagið Línuskip sigur seg heldur ikki skilja fiskifrøðingar- nar, tá hesir føra fram, at toska- fiskiskapurin skal minkast mun- andi. - Teir siga at gróðurin í sjónum er góður, og hetta er grundarlagið undir góðum toskafiskiskapi. Felagið hjá línuskipum fer at umhugsa møguligt endurgjalds- krav móti myndugleikunum, um fiskidagarnir framhaldandi verða skerdir. - Vit hava ferð eftir ferð mót- mælt, tá politiska skipanin hevur loyvt fleiri skipum at koma inn í línuflotan, bólk 3. Myndugleikar- nir hava sjálvir koyrt skipini inn í hendan bólkin, og um teir ynskja skipini útaftur, mugu teir loysa hetta málið sjálvir, sigur Felagið Línuskip. Nýtt at húkur oyðir fiskastovnarnar Línuveiðan er minkandi Nøkur línuskip liggja, og tað gera fleiri útróðrarbátar eisini Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Felagið Línuskip er komið fram til, at longu nú er dagatalið i fiskidagaskipanini skorið við umleið 30%, eftir at skip- anin kom í gildi. - Hetta hevur avlagað fiskidagaskipanina fullkomiliga. Felagið vísir til kanningina hjá fiskiorkunevndini, sum sambært felagnum staðfestir, at veiðiorkan ikki er munandi broytt innan húkaflotan. - Aftrat hesum eiga vit at hava í huga, at einir 20 útróðrar- bátar liggja, samstundis sum tað eisini eru línuskip sum í hesum døgum liggja. Hetta merkir, sigur Felagið Línuskip, at línuveiðan av sær sjálvum er minkað munandi í 2008. - Heldur enn at lata hurðar aftur, átti politiski myndug- leikin at gjørt sítt til fyri at útvega fiskiflotanum veiði- møguleikar í øðrum londum, eitt nú Ruslandi og Grøn- landi. Felagið heldur annars, at eitt møguligt hugskot, nú støðan í fiskiskipavinnuni er so vánalig, hevði verið at sett í verk eina FAS-líknandi skipan. - Eitt annað átak kundi verið at tikið av 25%-regluna um landing uttanlands, heldur Felagið Línuskip. Jóhannus M. Olsen er formaður í Felagnum Línuskipum Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit eru stak væl nøgd við Thor Alpha, sum Skála Skipasmiðja smíðaði fyri okkum, og vit ivast onga løtu í, at Thor Omega verður eitt eins gott handverk, siga tey hjá Thor í Hósvík nýbygningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá seinni nýbygningurin hjá Thor í Hósvík fór av bakkastokki á Skála leyg- ardagin, vóru tey, sum umboða felagið, væl mann- aði undir hátíðarløtuni. Brøður, foreldur og starvs- fólk hjá Thor vóru á Skála saman við arbeiðsfólki og leiðslu á Skála Skipasmiðju. Nógv onnur áhugaði vóru eisini til steðar hendan góðveðursdag. - Vit vóru sera væl nøgd við løtuna, sum vit halda eydnaðist til fulnar, siga tey á skrivstovuni hjá Thor. Á skipssíðuni á nýbygn- inginum stendur navnið Thor Omega, men hátíðar- løtan, tá skipið alment verð- ur navngivið, verður ikki fyrr enn til heystar, tá skipið verður latið eigarunum. - Í okkara verð er hetta nýbygningur nummar 57 á Skála Skipasmiðju. Um vit helst vildu, at navnið verður dult til dópsdagin, høvdu vit breitt útyvir navnið. Dagurin, tá hesin seinni nýbygningurin verður latið eigarunum, er settur til 14. september í ár, og mangt bendir á, at tíðarætlanin fer at halda. - Um ein lítlan mánaða fer skipið niður til Assens í Danmark til sandblásingar, metallisering og málingar, og tá hetta arbeiði er liðugt, og skipið er komið heim- aftur, verður almenna navn- gevingin og handanin, siga tey í Hósvík. Hin fyrri nýbygningurin hjá Thor á Skála Skipa- smiðju, Thor Alpha, sum varð latin eigarunum tíðliga í hesum árinum, er nú á veg úr Meksikanska Golfinum og í Norðsjógvin. - Vit hava verið stak væl nøgd við Thor Alpha, sum er nýbygningur á Skála Skipasmiðju nummar 56. Skipið hevur roynst sera væl, og vit ivast onga løtu í, at vit fáa eitt eins gott skip í nýbygningi nummar 57. Enn er ikki endaliga gjørt av, hvar nýggja skipið hjá Thor fer at sigla, men virksemið hjá felagnum er “world-wide” innan off- Thor fær eitt fram Kunningartilfar til útlendska arbeiðsmegi Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt kunningartilfar, sum limir tess kunnu geva teimum útlendingum, teir seta í starv. Nýggj lóggáva um útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, kemur í gildi í dag, 1. juli. Kunningartilfarið inniheldur eina yvirskipaða lýsing av bygnaðinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, lýsing av mest týdningarmiklu setanarviðurskiftunum, so sum viðurskifti í sambandi við lønir, arbeiðstíð, frítíð og sjúku, teir týdningarmestu sáttmálarnar, sum galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og eitt yvirlit yvir hentar upplýsingar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. (industry.fo) Dýrari at taka lán Kostnaðurin av at lána er longu øktur nógv í Danmark, men renturnar fara at hækka enn meiri, metir ein fíggjarfrøðingur hjá Danske Bank. Steen Bocian ávarar um vandan fyri einum nýggjum rentulopi, vegna hækkaðu inflasjónina. Hann vísir ikki aftur, at útlánsrentan kann hækka til 6 prosent, í mun til 4,35 í dag. Hendir tað, fer rentan at økjast hjá teimum hundraðtúsund húsaeigarunum, sum hava flekslán. – Ein renta hjá miðbankanum uppá 6 prosent er ikki ógjørlig. Hetta er jú ikki støðið frá 1970’unum, men er tó nakað hægri enn tey 2 og 4 prosentini, sum vit hava í dag, og nøkur prosentstig omanfyri tað sum má metast sum vanligt, sigur Steen Bocian. (epn.dk)