Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 124 - 1. juli 2008 Oljuprísirnir farnir um »pínumarkið« Prísurin á norðsjóvarolju fór upp um 142 dollarar fyri tunnuna í síðstu viku, og hetta er met, sigur oljuanalytikarin, Rikard Hammer Olja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Trongur og órógvandi marknaður, minkandi framleiðsla uttanfyri OPEC og stórur eftirspurningur, serliga í Kina. Hetta er orsøkin til, at eftirspurningurin eftir olju er so stórur. Tað sigur oljuanalytikarin, Rikard Hammer við Afton- bladet. Hann vísir á, at órógv í londum sum Nigeria, Irak og Meksiko økir eisini um prísirnar. Rikard væntar, at prísirnir fara at fella nakað aftur í summar orsakað av einum meira hóvligum eftirspurningi og veksandi framleiðslu í OPEC. - Tað er ómøguligt at spáa um, hvussu høgir prísirnir kunnu gerast, tí oljuprísirnir hækka eisini orsakað av ótta og framleiðsluórógvi. Rikard Hammer væntar ikki, at høgu oljuprísirnir fara at halda sær í longdini og heldur, at prísirnir eru farnir um pínumarkið í mun til, hvat heimurin megnar. Kortini væntar oljuanalytikarin, at prísirnir fara at hækka nakað aftrat, áðrenn teir fara at fella aftur. Forsetin í OPEC, Chakib Khelil, sigur í eini samrøðu, at oljuprísirnir helst fara at koma upp á 170 dollarar fyri tunnuna. Chakib Khelil væntar, at eftirspurningurin eftir olju fer at veksa, samstundis sum dollarin framhaldandi fer at fella. Eldurin í maskinrúminum umborð á seismikkskipi­ num Atlantic Explorer var ikki so umfatandi, sum hildið varð í fyrstani Eldur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá eldur kom í seismikkskipið í norskum sjógvi í síðstu viku, tók Thor Provider hjá Thor í Hósvík, sum var fylgiskip hjá Atlantic Ex­- plorer, meginpartin av manningini umborð. Eftir umborð á seismikk- skipinum var trygdarmanningin, sum basti eldinum eftir nøkrum tímum. Sambært FiskeribladetFiskaren fór Atlantic Ex­plorer úr Troms í gjár og byrjar ætlandi at skjóta seismikk aftur í komandi viku. Tað er norska oljuumsitingin, sum er í holt við at savna inn tað, sum rópt verður 3D-seismikk í Troms II. Seismiska savningin av data skuldi ætlandi byrja 24. juni, men mátti útsetast orsakað av eldinum umborð á Atlantic Ex­plorer. Nú hevur oljuumsitingin í Noregi fingið at vita, at eldskað- arnir eru minni umfatandi enn hildið. Hetta merkir, at Atlantic Ex­plorer byrjar aftur sítt virksemið fyrst í juli, og síðan verður hesin parturin av verkætlanini liðugur 31. juli. Thor Provider, sum tók megin- partin av manningini av seismikk- skipinum, er chartrað av altjóða seismikkfelagnum PGS, sum ger seismiskar kanningar við Atlantic Ex­plorer. Atlantic Explorer fer aftur at skjóta seismikk í komandi viku Mynd: FiskeribladetFiskaren Atlantic Explorer skjótt klárur at loysa Skipaferðsla, flogferðsla og onnur ferðsla líður undir høgu oljuprísunum Mynd: FiskeribladetFiskaren úr gott handverk shore og support, sum tað verður rópt á fakmáli. Á skrivstovuni hjá Thor eru tey sera fegin um, at hesi skip kundu smíðast á føroyskari skipasmiðju. - Vit hava fingið eitt serstakliga gott handverk. Hóast póllendingar hava staðið fyri meginpartinum av stálarbeiðnum, er einki at ivast í, at slíkar verkætl- anir eru við til at bera før- oyska vinnu fram, samstund- is sum hetta gevur samfelag- num nýggjar møguleikar og avbjóðingar. Alternativið til avtaluna millum Skála Skipasmiðju, Landsfelag Handverkar- anna og pólsku skipasmiðj- una hevði verið, at skrokk- urin varð smíðaður í Póllandi ella øðrum landi. - Nú er alt arbeiðið í stað- in gjørt her heima, og tað gevur positivar ringvirkning- ar í samfelagnum. Tá Thor Alpha varð navn- givin og latin eigarunum, vórðu nógv rósandi orð søgd um avtaluna, sum Landsfelag Handverkar- anna á sinni gjørdi við Skála Skipasmiðju. - Uttan hesa avtalu og for- stáilsi millum partarnar, vóru Thor-skipini ikki smíð- aði á føroyskari skipasmiðju, vóru fólk samd um. Á skrivstovuni hjá Thor í Hósvík siga tey, at tað hevur verið nakað dýrari at smíð- að skipini í Føroyum, men afturfyri hevur felagið fing- ið eitt dygdargott hand- verk. Thor í Hósvík hevur út við 400 fólk í starvi í fiski- og frálandavinnu, og á skrivstovu felagsins starvast eini 20 fólk. - Vit hava verið stak væl nøgd við Thor Alpha, sum er nýbygningur á Skála Skipasmiðju nummar 56. Skipið hevur roynst sera væl, og vit ivast onga løtu í, at vit fáa eitt eins gott skip í nýbygningi nummar 57, siga tey í Hósvík Mynd: Vilmund Jacobsen Færri avreiðingar og minni virði Tølini fyri avreiðingar um avreiðingarskipanina fyrstu fimm mánaðirnar í ár vísa, at bæði nøgdin og virðið er minkað í mun til sama tíðarskeið 2007. Avreiðingarnøgdin er samantalt minkað umleið 4.100 tons ella 8% og virðið um 91 milliónir, sum er á leið 18%. Minkingin í nøgd og virði í mun til 2007 var størri fyrr í ár enn hon er nú. Fyrstu mánaðirnar á árinum kundi staðfestast ein minking í nøgd og virði á ávikavist 24 og 25%. Av teimum mest týðandi fiskasløgunum eru tað hýsan og havtaskan, sum vísa størstu minkingina. Avreiðingarvirðið á hesum fiskasløgum er nærum minkað niður í helvt og avreiðingarnøgdin um 40%. Tað koma nógv fleiri tons av svartkalva uppá land í ár mun til sama tíðarskeið í fjør. Avreiðingarvirðið á nevnda fiskaslagi er eisini økt um 13 milliónir ella 216%. Eisini kann nevnast at meira av brosmu og longu er komið uppá land í ár mun til 2007, ávikavist 20 og 24%.