týsdagur 1. juli 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 124 - 1. juli 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Mugu baka
eftir upp-
skriftini
Bill McLoud Jacobsen
brúkti
eina
heldur
óvanliga myndatalu, tá
hann skuldi seta orð á
avrikið
hjá
hansara
monnum á vøllinum í
gjár. – Tá man bakar
eina kaku og ikki fylgir
uppskriftini, so kanst tú
ætla hvussu hon smakk
ar. Vit fylgdu ikki okk
ara uppskrift, og tað
bleiv so til eitt 02 tap,
harmaðist venjarin hjá
uppflytarunum. Hann
hevði annars vóna, at
liðið kundi hála ein
sigur heim, og harvið
sleppa undan at hugsa
um niðurflytingarvand
an í eina tíð, men tað
var av ongum í gjár.
-rwd
Ikki síðsti
sigurin
John Petersen, venjari
hjá
Skála,
var
ein
ovurfegin maður í gjár.
Seinast hansara menn
royndu at vinna var 3.
apríl. – Eg eri sera, sera
fegin og hetta er ein
deilig kensla, staðfesti
hann og vissaði um, at
hetta ikki var seinasti
sigurin hjá Skála í ár.
John
Petersen
helt
annars ikki, at spælið
var nakað at rópa hurrá
fyri, men róstu kortini
leikarunum fyri góðan
moral. Hann nevndi
eisini ungu leikararnar,
sum hann metti seg
høvdu
staðið
væl,
samstundis sum hann
fegnaðist um, at tað var
honum møguligt at seta
royndar
kreftir
sum
Boga
Gregersen
og
Alexandur Johansen inn
móti
dystarenda
at
tryggja sigurin.
-rwd
Skála vann fyri aðru
ferð í ár trý stig, tá teir
bastu uppflytarunum
B68. Vøkru málini
kompenseraðu fyri
minni vakra spælið
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinast Skála vann ein dyst
var 3. apríl. Tá spældi teir
ársins triðja landskapping
ardyst, og vunnu við tveim
um málum móti einum á
KÍ. Smáar tríggjar mánaðir
seinni bragdaði aftur hjá
Skála. Tá gjørdu teir aftur
tvey mál, men hildu egið
mál reint og vunnu sostatt á
uppflytarunum B68.
Hóast tølini siga frá
einum rímiliga tryggum
sigri, so var veruleikin á
Svangasskarði í gjárkvøldið
ein annar, og var tað ikki
fyrr enn beint fyri leiklok,
at Skála staðfesti sigurin.
Dysturin var annars ikki
størsta fótbóltsupplivingin.
Liðini spældu ikki betur
enn væntast kundi av einum
uppflytara og einum botn
liði. Ósamanhangandi, lítið
undirhaldandi og fáir kjans
ir. Hinvegin vístu skálamenn
vilja, tá ið á stóð, og tað gav
stig.
Vánaligur fyrri
hálvleikur
Úr fyrra hálvleiki var lítið
at skriva heim um. Tað
leikaði javnt á, men Skála
hevði lítla leikliga yvirvág.
Hóast hetta skaptu teir ikki
nevniverdar málmøguleikar.
Ikki fyrr enn í 24. minutti
var fyri fyrstu ferð veruligur
vandi á ferð. Sera vælleik
andi Pætur Dam Jaocbsen
vann bóltin á miðvøllinum,
og sendi Obi avstað. Áleyp
arin kom í góða skotstøðu,
men valdi heldur at leggja
bóltin tvørtur um til Sjúrð
Djurhuus,
sum
lættliga
legði bóltin í tóma netið.
Eitt ógvuliga vælspælt mál,
og heldur ikki var tað heilt
óuppiborið, at tað vóru
gestirnir, sum løgdu seg á
odda.
Hóast málið átti at givið
báðum liðunum eina ábend
ing um, at tað loysir seg at
spæla væl, so hildu liðini
bæði fram við óinteressanta
spælinum, tað ið eftir var
av fyrra hálvleiki.
B68 tók yvir
Seinni hálvleikur var heilt
øðrvísi enn fyrri. Nú sat
B68 á alt og øllum. Bara
fáar ferðir kom bólturin á
skálaføtur, men hann varð
skjótt
vunnin
aftur
av
heimamonnunum. Meðan
trýstið frá toftamonnum
bara øktist sum seinni
hálvleikur leið, so tóktust
skálamenn alsamt meiri
fjálturstungnir. Gott dømi
um hetta var í samband við
hornaspark hjá B68 mið
skeiðis í seinna hálvleiki,
har Skála longu tá sendi
allar mans í egið felt at
verja fyri.
Ferðirnar hjá Skála niðan
á
B68hálvuna
gjørdust
eisini færri og færri, sam
stundis sum bólturin ferðað
ist meiri og meir kring
brotsteigin hjá Skála. Hann
kom tó ikki nærri málinum
hjá Vlada Filipovic enn tað
sama, og hóast B68 flutti
seg alsamt longur fram á
vøllin, eydnaðist tað ongan
tíð B68 at hótta Skála av
álvara.
Tvørtur ímóti var tað
Skála, sum fekk størsta
møguleikan, tá Obi varð
spældur púra leysur, men
skeyt beint á málverjan.
Løtu seinni bragdaði tó hjá
Skála. Hesaferð tók miðvall
arstríðsmaðurin Pætur Dam
Jacobsen sakina í egnar
hendur. Við einum frágera
góðum einmansavriki, har
Pætur Dam Jacobsen sleit
seg í gjøgnum B68verjuna,
og høgdi bóltin flatt inn við
handaru stong.
Nakað
frammanundan
vildi B68 hava brotsspark,
tá ein av útlendsku leikar
unum hjá teimum fór um
koll í brotsteiginum. Dóm
arin lat tó ikki við seg
koma, og so var tað at Pætur
Dam Jacobsen avgjørdi í
hinum endanum.
Nærkast hvørjum
øðrum
Í leikskránni hjá B68 til
dystin í gjár staðfestu tofta
menn, at Skála lá næstaftast
við bert einum sigri í
skjáttuni. »5 ferðir hava teir
spælt javnt og tá man liggur
tungt í sjónum telja javn
leikir alt ov lítið«, stóð
skrivað, men hesi keðiligu
hagtøl broytti Skála í gjár
kvøldið. Næsti sigurin í ár
er fingin til hølvdar, og
liðið er nú ájavnt í stigum
við ÍF.
Við tapinum misti B68
møguleikan at ríva seg heilt
leysan av botninum. Bert
trý stig eru niður til ÍF og
Skála, sum soleiðis anda
toftamenn tungt í nakkan.
Skála hevði gott tak á B68 í gjár, og hevur við sigrinum fingið samband aftur við liðini omanfyri
Mynd: Rólant Waag Dam
Skála
B68
B68 – Skála 0-2 (0-1):
Fyrsti sigurin í tíggju dystir
B68 – Skála 0-2 (0-1)
0-1: Sjúrður Djurhuus, 24.
0-2: Pætur Dam Jacobsen, 87.
Dómari: Ransin N. Djurhuus.
Liðið: Petur Meinhard Magnussen - Niklas Joensen, Ovi
Magnussen, Dánjal Hansen, Arnbjørn Danielsen - Ndende
Adama Gueye, Jann Ingi Petersen (André Olsen 75.),
Badara Diedhiou, Jacob Bymar (Jóan Símun Edmundsson
57.), Kristian Anthon Andreasen - Ameth Keita (Jonleif
Højgaard 57.).
Gul kort: Badara Diedhiou, Jann Ingi Petersen.
Skála: Vlada Filipovic – Teitur R. Joensen, Vali Miela, Arn-
hold Berg, Bárður Danielsen (Jógvan G. Joensen, 90.) – Atli
Christiansen (Bogi Gregersen, 63.), Pætur Dam Jacobsen,
Erling Berg Danielsen, Pauli G. Hansen, Sjúrður Djurhuus
(Alexandur Johansen, 81.) – Obele Okeke Onyebuchi.
Gul kort: Bárður Danielsen.
FAKTA um dystin