Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 124 - 1. juli 2008 ] Hvassi gjørdi bart Genturnar í Sunda Róðrarfelag hildu tørn, eftir at tær høvdu fingið ógvuliga góðan start Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tær skiftast um at vinna í róðrinum mill­ um gentubátar. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann á norðoyastevnu, Hvassi hjá Sunda Róð­ rarfelag vann í heima­ sjógvi á sundalags­ stevnu, Drekin vann á jóansøku í Vági fyri einari viku síðani, og leygardagin var tað aftur Hvassi, sum var fyrstur á mál. Hvassi leyp avstað og vann seg beinanvegin eina hálva bátslongd og kanska meiri enn tað framum næstu kapping­ arneytarnar, og fremsta plássið var ongantíð rættuliga hótt. Junkarin og kanska onkur bátur afturat fekk betri start enn Drekin, men tá ið málið var hálvrógvið, vóru tað tær á Drekanum, sum átti størstu megina mill­ um teirra, sum ætlaðu at bjóða Hvassa av. Drekin tók seg eitt sindur inn á Hvassa, men tað var kortini eingin ivi um, at tað var Hvassi, sum fór fyrstur um málið. Harvið hava Hvassi og Drekin vunnið hvør sínar tvær ferðir, og tí er kappingin um FM púra opin. Hvassi og Drekin hava sama stigatal. Ormurin styrkti sær um FM-støðuna, tá teir vunnu eystan- stevnuróðurin, har tað bert er Havnar- báturin, sum kann skapa spenning um úrslitið Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eingin slingur í vals­ inum hjá 10­mannafarinum hjá Knørrafelagnum. Ormurin og Havnar­ báturin kappaðust á fyrru túsund metrunum um fremsta plássið. Áðrenn teir fóru um túsund metra málið, hevði Ormurin lagt seg á odda, og síðani var tað bara spurn­ ingurin, hvussu tryggur sigurin skuldi verða. Ormurin fór støðugt frá Havnarbátinum, og í enda­ spurtinum høvdu teir um­ borð á Orminum hug at gera uppvísning, hóast munurin ikki var meiri enn ein bátslongd. Nólsoyingurin kom á mál, men hann var ikki við í kappingini um tvey tey fremstu plássini. Heiðabáturin bjargaði við sigri í kappingini millum 8­ mannafør æruni hjá sigurs­ vanda kappróðrarfelagnum NSÍ. Hóast Eysturoyingur ikki luttók, so var ikki frítt, at rógvarar úr kappróðrar­ felagnum NSÍ vóru við í kappingini millum 10­ mannaførini. Umborð á Havnarbátinum hava teir verið so mikið óhepnir, at tveimum monn­ um bórust frá at rógva við í dag. Tí vóru tveir av veter­ anunum í Kappróðrar­ felagnum NSÍ umborð á Havnarbátinum. Teir eru Bogi Olsen og Martin Venned. Men hetta tekur einki frá fína avrikinum hjá teimum umborð á Orminum. Hetta var triði sigurin í fýra róðrum, og harvið hevur 10­mannafarið hjá Knørra­ felagnum sett beina kós ímóti FM heitinum. Fjórða róðurin upp í slag vunnu dreing- irnir á Sílinum, sum stevna móti púrasta vissum FM-heiti Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sílið vinnur hvørja ferð. Hetta er útsøgn, sum er tví­ falt sonn. Eingin stóð dreingjamanningini hjá Sílinum kurl á Skálafjørð­ inum. Harvið var talan um sama vinnara, sum tað hevur verið tríggjar tær fyrstu ferðirnar – í Klaksvík, í Hósvík og í Vági. Útsøgnin er eisini sonn á tann hátt, at hetta var áttanda ferðin, at Sílið bjóðaði seg fram í FM kappróðri higartil í ár, og hetta var áttanda ferðin, at Sílið var fyrst á mál. Um­ framt við dreingjamanning hevur Sílið vunnið fýra ferðir við kvinnumanning. Sigurin var ógvuliga sannførandi. Sílið stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Sílið var fremst allan kilometurin, sum tað verður róð. Á málinum var munurin aftur til Havfrúnna úr Vestmanna meiri enn tvær bátslongdir. Havfrúgvin var skutin fremri enn Junkarin úr Kvívík, og so var eitt sindur aftur til Tjaldrið og hinar bátarnar. Eingin tekur Sílið Nýggi báturin hjá Knørri hevur av álvara sett kós móti FM-heitinum. Alt bendir á, at ein sigur afturat er nóg mikið hjá stóra bláa bátinum Mynd: www.drekin.fo Ormurin fyri triðju ferð Deco til Chelsea Nýggi venjarin hjá FC Barcelona, Josep Guardiola, kunn­ gjørdi stutt eftir starvssetan sína, at hann ikki vildi hava Deco í hópinum. Síðan Luis Felipe Scolari bleiv kunngjørd­ ur nýggjur venjari í Chelsea, hava søgurnar av álvara ging­ ið um, at Deco, sum hevur leikt undir Scolari á portugis­ iska landsliðnum, skuldi koma við honum til felagið. Tíð­ indini eru í kvøld váttað á heimasíðuni hjá Chelsea. Deco hevur skrivað sáttmála við Chelsea, og roknað verður við, at prísurin hevur verið umleið 80 mió. kr. Víkingar í ferðsluóhappið Víkingur róði ikki á eystanstevnuróðrinum fyri 6­mannafør við monnum, og hetta hevði sína orsøk. Tveir av manningini vóru nevnliga partur av ferðsluóhappi millum Fjarða, og tí vórðu teir fluttir á sjúkrahúsið ístaðin fyri at fara til róðrarøkið í Eysturoynni. Sum skilst var talan um eina yvirháling, ið ikki gekk heilt eftir vild, og tí varð bilurin við teimum báðum rógvarunum kroystur út av vegnum.