Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 124 - 1. juli 2008 ] Miðvingar snýttu Sundabátin Sundabáturin hevur higar til stríðst við Tvørabátin um oddasessin, men hesa ferð tók Riddarin alt og øll á bóli Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Størsta sensatiónin á eystanstevnu á Skála­ fjørðinum kom í 6­ mannafarsróðrinum, har Miðvingar vunnu í kapp­ ingini millum 6­manna­ førini við monnum. Riddarin úr Miðvági legði bragdliga fyri. Eftir startspurtin løgdu miðvingar seg framum Tvørabátin, sum tóktist hava besta startin, og Riddarin megnaði at halda tørn um odda­ plássið allan teinin. Tøk­ ini vóru sannførandi, og undan endaspurtinum var Riddarin eina báts­ longd frammanfyri Sundabátin, sum var fremstur í trimum teim­ um fyrstu róðrunum. Sundabáturin hevði ikki góðan start. Men fjarstøðan fram til Riddaran og Tvørabátin var ikki størri enn ein skutur, tá ið startspurt­ urin var av. Sundabáturin tók skjótt Tvørabátin, sum eftir góðan start, ikki stóð seg nakað serligt. Men tað gjørdist ongantíð spennandi. Í endaspurtinum royndu teir á Sundabátinum at gera ein vørr, men tað eydnaðist teimum ikki at bjóða sannførandi Riddaranum av. Eftir tættan fyrra part av róðrinum var Sílið við kvinnum sannførandi, meðan Frúgvin var í tættari kapping um næstfremsta plássið Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 5­mannaførini við kvinnum kappast. Sílið hevur vunnið í trimum teimum fyrstu FM kapping­ unum, og aftur leygardagin var báturin hjá Havnar Róðrarfelag fremstur, og sigurin var sannførandi, tí munurin var ein lítil bátslongd. Fyrri parturin av teininum var ógvuliga tættur. Frúgvin, Sílið og Katla fóru stavn um stavn út eftir fjørð­ inum, og Frúgvin og Katla vóru eins ofta í oddinum, sum tær á Sílinum vóru. Men so var tað, at tær á Sílinum spentu í, og so var spurningurin um fremsta plássið bara, hvussu nógv fremst Sílið skuldi vera. Frúgvin var næstfremst, meðan tað ikki eydnaðist Katlu at halda tørn um bronsuplássið. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir høvdu sera góðan og trivaligan endaspurt, sum bar triðja plássið við sær. Eingin stóð manning­ ini á Heiðabátinum kurl, tá teir á heimasjógvi settu alla mótstøðu til viks Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var einki at ivast í. Heiðabáturin legði bragd­ liga fyri, og síðani var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin skuldi verða. Áskoðarafjøldin, sum tekur á við gula bátinum, kundi ikki annað enn fegnast um tað, sum teir sóu á Skálafjørðinum. Heiðabáturin økti støðugt um leiðsluna, og á málinum var hann tvær bátslongdir undan kappingarneytunum. Árnfirðingur var alla tíðina næsti báturin. Eina løtu royndu árnfirðingar at bjóða Heiðabátinum av. Tað eydnaðist ikki, og í enda­ spurtinum snúði tað seg hjá teimum úr Árnafirði meiri um at halda tørn um næstfremsta plássið. Argjabáturin og Kvívík­ ingur vóru eina løtu við í kappingini um næstfremsta plássið, men tá ið teir fóru um málið, var Árnfirðing­ urin tveir triðingar av einari bátslongd frammanfyri Argjabátin, sum aftur var eina bátslongd frammanfyri Kvívíking. Í fjør vann Heiðabáturin allar sjey FM róðrarnar, og higartil í summar hevur Heiðabáturin vunnið allar fýra róðrarnar. Tað vil siga, at Heiðabáturin hevur vunn­ ið ellivu róðrar upp í slag. At Árnfirðingur aftur í dag lá á Argjabátinum ber við sær, at hesir báðir bátarnir liggja stavn um stavn í kappingini um silvurmerkini. Heiðabáturin bjargaði stevnuhýrinum Sílakvinnur fremstar Heiðabáturin hevði ikki vunnið á eystanstevnu áður, men hesa ferð var guli báturin so langt fremstur Mynd: www.drekin.fo Conteh veit einki Denni Conteh, sum seinasta kappingarár spældi við KÍ, veit ikki hvar hann flýtur í løtuni. Síðani hann gavst í Klaksvík, hevur Conteh spælt í Slagelse, men sáttmáli hansara við felagið gekk út í gjár. Við øðrum orðum stendur fyrrverandi superliguleikarin uttan nakran sáttmála og felag í løtuni. Denni Conteh hevur givið Slagelse eitt útkast til nýggjan sáttmála, men felagið hevur ikki ónt honum svar. Við heimasíðuna bold.dk sigur Denni Conteh, at hann er fegin um at vera í Slagelse. – Men nú mugu vit síggja, um vit kunnu finna fram til eina loysn, sigur fyrrverandi KÍ­arin. Cieslewicz til Hvidovre Lukasz Cieslewicz, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í VB, og er sonur navnframa Robert Cieslewicz, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Hvidovre, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Lukasz hevur seinasta hálva árið verið leigaður út til Hvidovre frá Brøndby. Við donsku heimasíðuna bold.dk sigur Lukasz, at Brøndby ongar ætlanir hevði við honum sum leikara, so tíðin var komin til, at hann mátti skifta felag.