Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 125 - 2. juli 2008 Á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið bað Levi Niclasen um at vera loystur úr starvi eftir at hava verið borgarstjóri í næstan 16 ár Kommunu­ politiKKur Áki Bertholdsen áki@sosialurin.fo Hvalbingar hava nú fingið nýggjan borgarstjóra. Tað hendi á bygdaráðs­ fundi í gjárkvøldið, tá ið Levi Niclasen boðaði frá, at hann vildi verða loystur úr starvi sum borgarstjóri í Hvalba. Hetta er annars eitt starv, ið hann hevur røkt í næstan 16 ár, men á bygdaráðs­ fundinum í gjárkvøldið søkti hann bygdaráðið um at verða loystur úr starvi av persónligum orsøkum. Hinir seks bygdaráðslim­ irnir heittu á hann um at verða sitandi, eftirsum tað bara er eitt hálvt ár eftir av valskeiðnum, men hann stóð fast við umbønina um at verða loystur úr starvi og tað eftirlíkaði eitt samt bygdaráð honum. Sjálvur ynskti Levi Nicla­ sen, at bygdaráðið fór at vera líka samt um at velja nýggjan borgarstjóra, men tað ynskið fekk hann ikki uppfylt. Tá ið nýggjur borgarstjóri skuldi veljast, vóru nevni­ liga tvey uppskot og sostatt var stríðsval um at sita við borðendan í Hvalbiar Bygdaráð hetta síðsta hálva árið, til bygdaráðsval verður aftur í heyst. Og tað var javnt til tað síðsta, tí tá ið seks av teim­ um sjey atkvøðunum vóru taldar upp, høvdu tey bæði valevnini, Magni Berthold­ sen og Otto West, fingið tríggjar atkvøður í part. Men tað sjeyndu atkvøð­ una fekk Otto West og tað verður sostatt hann, sum skal standa á odda fyri Hvalbiar Kommunu hetta síðsta hálva árið, til nýtt bygdaráð tekur við á nýggjárinum. Í kjalarvørrinum á skaðunum í Skálavík og í Hvalba í vetur, er Landsstýrið farið at umhugsa at gera ein náttúruvanlukkug­ runn, sum skal lofta kommunum, har stórir skaðar henda nattúruvanluKKur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skulu vit hava ein náttúru­ vanlukkugrunn í Føroyum, sum skal vera til reiða at gjalda, tá ið stórar náttúru­ vanlukkur henda? Hetta er ein spurningur, sum nú er til viðgerðar í landsstýrinum. Tað eru stóru skaðarnir, sum hendi í Skálavík og í Hvalba í ódnarveðri í vetur, sum hevur fostrað hendan tankan í landsstýrinum. Tað var Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum, sum bar hugskotið fram sambandi við fíggjar­ lógina í ár og tað hevur fingið landsstýrið at arbeiða víðari við málinum. Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, játtaði Løg­ tingið skálvíkingum 400.000 krónur at gera skað­ an aftur fyri og tað er umleið helvtin av tí, sum mett var, at umvælingar­ arbeiðið fer at kosta. Men hvalbingar, sum eisini heitti á Løgtingið um at hjálpa til við skaðanum í Hvalba, sum kostar sjey ella átta milliónir at um­ væla, hoyrdu ikki eitt orð aftur. ­ Eg haldi, at tað er ómeta­ liga týdningarmikið, at vit fáa ein náttúrvanlukku­ grunn, sum hevur til enda­ máls at lofta kommunum, sum eru fyri skaðum, sum teimum, ið hendu í Skálavík og í Hvalba, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at í ávísum førum, kann tað gerast ómetaliga dýrt fyri eina kommunu at verða rakt av eini náttúruvanlukku, tí í nógvum førum taka trygg­ ingarnar ikki við, eitt nú tá ið havnarløg og molar fara. Hon sigur, at á lands­ stýrisfundi fyrr í summar, fekk undirtøku fyri, at vilja kommunurnar vera við til at seta ein samhaldsfastan náttúruvanlukkugrunn á stovn, skal landið eisini vera til reiðar at spjaða til í tann mun tað er neyðugt. Hon hevur ikki gjørt sær tankar um, hvussu nógv skal standa í einum grunni, sum hesum. ­ Men tað er greitt, at skal tað muna nakað, má talan vera um ein sterkan grunn við nógvum milliónum. Bjørt Samuelsen sigur, at hon hevur verið í sambandi við okkurt tryggingarfelag, men har var sjónarmiðið tað, at tryggingin hevur neyvan áhuga at vera við í einum beinleiðis grunni. Hinvegin kann talan vera um, at tryggingin vil vera við í onkrum fyribyrgjandi tiltøkum. ­ Eitt nú hava tryggingar­ feløgini stórar útreiðslur av bátum, sum farast í ódnar­ veðri og tí kundi hugsast, at tey eru sinnað at vera við í fyribyrgjandi tiltøkum, so at bátar verða betri vardir, tá ið teir liggja í bátahylum og havnum. ­ Men nakað heilt annað er, at vóru kommunurnar størri og sterkari, hevði tað avgjørt verið ein fyrimunur, tí so høvdu tær eisini sjálvar verið nógv betri førar fyri at átikið sær eitt fíggjarligt bakkast, ið stóðst av eini náttúruvanlukku. Alt annað enn einfalt Av tí, at hetta er eitt mál, sum fevnir um kommunur­ nar, er eisini talan um eitt málsøki, sum liggur undir Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í komm­ unumálum. Og hon sigur, at tað er alt annað enn einfalt at skipa ein samhaldsfastan náttúru­ vanlukkugrunn. Í veruleikanum eru so nógv ivamál, at hon sigur, at umsitingin í lógmálaráð­ num hevur í prinsippinum mælt frá at ein slíkur grunn­ ur verður skipaður. Men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at hóast umsitingin mælir frá, at ein slíkur grunnur verður skip­ aður, hevur hon gjørt av, at hugskotið skal ikki tyrvast. ­ Eg havi gjørt av kanna málið víðari fyri at vita um tað kortini ikki ber til, sigur hon. Hon sigur, at ivaspurning­ arnir eru fleiri. ­ Eitt stórt ivamál er í fyrsta lagið at nágreina, hvat ein náttúruvanlukka er og nær ein skaði kann verða rindaður úr einum slíkum grunni. Tað er eisini ein spurn­ ingur um, hvussu umvæl­ ingarnar skulu fara fram. ­ Eitt prinsipp í trygging­ armálum er, at tann skaddi luturin verður gjørdur aftur í sama stand, sum hann var áðrenn skaðin hendi. ­ Spurningurin er, um tað skal tað eisini vera endamál­ ið við einum slíkum grunni, ella um skal tað bera til at gera skadda lutin í betri stand aftur enn hann var frammanundan, fyri at forða fyri, at skaði hendir aftur. Helena Dam á Neystabø sigur, at tað má eisini byrgj­ ast upp fyri, at kommunur fara at spekulera í einum slíkum grunni. ­ Tað má ikki vera so, at tá ið kommunur fara undir havnarløg og molar, verður tað bara pjøssa saman við tí fyri eyga at fáa ein van­ lukkutryggingargrunn at gera tað aftur í tipp­topp stand, skuldi skaði hent av ódnarveðri. ­ Ein spurningur sum eisini skal viðgerast, er, í hvønn mun, tryggingar­ feløgini skulu vera við, tí tað kann hugsast, at tey eisini hava áhuga í, at bátar, sum eru tryggjaðir, eisini eru so væl vardir, sum gjør­ ligt, sigur Helena Dam á Neystabø. Otto West er nýggjur borgarstjóri í Hvalba, eftir at Levi Niclasen legði frá sær í gjárkvøldið Hvalbingar fingið nýggjan borgarstjóra Tryggja Føroyar ímóti náttúruvanlukkum Konsert í fimleika­ høllini á Glyvrum Komandi sunnudag kl 17 hava hornorkestrið “Kirkwall Town Band” úr Orknoyggjum og Nes Sóknar Musikkfelag konsert í fimleikahøllini á Glyvrum. Dirigentur hjá “Kirkwall Town Band” er Brian Jones. Hann er beiggi Kenneth Jones, ið hevur verið venjari hjá Nes Sóknar Musikkfelag síðan 2001. Tey komu mikudagin við “Norrønu” úr Scrabster og fara avstað aftur mánadagin. Skráin er fjølbroytt og koma orkestrini eisini at spæla onkran mars í felag. Last breath á Fjarðafestivalin Klaksvíkarbólkurin, Last Breath, spælir eina blanding av rock/metal/alternativum tónleiki. Eftir eina sera væleydnaða framførslu í Kelduni í apríl mánaði, varð avgjørt at bjóða bólkinum við á ársins festival. Teir sum manna bólkin eru, Hans Andrias: Sang, Gittar, Karstin: trummur, Hjalgrím: Gittar, sang, Gunnar: Bass. ­ Last Breath er ein bólkur, vit eiga at halda eygu og oyru við í framtíðini, teir hava veruliga fingið vind í seglini og fara uttan iva at geva tað besta teir eiga á Fjarðafestivalinum 2008, siga fyrireikararnir.