mikudagur 2. juli 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 2. juli 2008
3
Tórshavnar kommuna fer nú undir at rudda upp á øllum almennum
vegum og økjum, sum kommunan ræður yvir.
Talan er um akfør, bátar, reiðskap, amboð og tílíkt, sum fólk hevur sett
frá sær, men sum einki frámerki hevur um, hvør eigarin er.
Heitt verður á øll, sum hava slíkar lutir standandi á kommunalum
økjum, um at beina teir burtur sum skjótast og innan eina viku.
Lutir, sum ikki eru burturbeindir í seinasta lagi 7. juli 2008, verða
burturbeindir av Tórshavnar kommunu uttan aðra ávaring.
Tórshavnar kommuna tekur samstundis fyrivarni fyri at krevja allar
útreiðslur í hesum sambandi endurgoldnar frá eigaranum.
Heitt verður eisini á øll, sum hava slíkar lutir á privatum økjum, og
hesir kunnu metast sum órudd, um at beina teir burtur sum skjótast.
Bjarga honum,
meðan tú kanst
Tórshavnar kommuna ruddar upp
á almennum økjum
Tórshavnar kommuna
Kom inn í hitan
– men lat roykin vera uttanfyri
Frá 1. juli verður roykfrítt innandura í
almenna rúminum í Føroyum.
Hetta er m.a. galdandi fyri matstovur, kaffistovur,
verts hús, dansistøð, arbeiðspláss, stovnar, hallir, skúlar,
dagrøkt og dagstovnar.
Um tú treingir til eina sigarett, noyðist tú útum.
Men best var, um tú bara lat vera.
Les meira um nýggju roykilógina á www.ahr.fo