Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 125 - 2. juli 2008 Sjúrður Skaale svingar í hesum døgum dirigent­st­avi­ num yvir »Eg elski Førjar«­liðnum, sum fyrireikar seg t­il framførslur í Norður­ landahúsinum FRAMFØRSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Skemtirøðin í sjónvarp­ inum, »E elski Føroyar« gjørdist so væl umtókt, at leikararnir gjørdu av at framføra leikin á palli. Men tað verður ikki við teimum innsløgunum, vit hava sæð í sjónvarpinum. ­ Talan verður um heilt nýtt tilfar, bæði hvat dialogi og sangi viðvíkur, sigur Sjúrður Skaale. Tað verður kortini soleið­ is, at talan verður um somu figurar sum í sjónvarps­ røðini. Tað verða eisini somu fimm leikararnir, sum trína á pall vikuskiftið 13., 14. og 15. juli. Teir eru Jensina Olsen, Bárður Persson, Elsa Maria M. Olsen, Lív Reyn­ heim og Sjúrður Skaale. At spæla undir hara tey fingið kendu tónleikararnar Kim Hansen, James Olsen og Paula Magnussen. Nevnast kann, at tað longu nú er um at verða útselt til fyrstu sýningina. Fyribils eru so bert nevndu tríggjarsýningar á skránni, so tað ræður um at bera skjótt av, um ætlanin er at síggja »E elski Førjar« á palli. Fyrireika »E elski Førjar« Tey fimm í leikbólkinum eru: Elsa Maria M. Olsen, Sjúrður Skaale, Lív Reynheim, Jensina Olsen og liggjandi Bárður Persson Mynd: Jens Kristian Vang Av ymsum orsøkum hevur t­að drigið nakað út­ hjá Rás2 at­ handa t­ær báðar t­eldurnar, sum t­eldufyrit­økurnar Sent­a og Formula.fo lót­u rásini í sambandi við uppboðssølu av Bryan Adams at­gongumerki TELDUGÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í sambandi við konsertina hjá Bryan Adams á Tórs­ vølli 4. juni í ár, sendi Rás2 allan seinnapartin av Tórs­ vølli. Eitt av tiltøkunum í sambandi við sendingina var uppboðssøla av einum atgongumerki til konsertina, og stórur áhugi var millum lurtararnar at bjóða. Ikki minst tá tað í sendingini kom fram, at peningurin, sum kom inn fyri atgongu­ merkið, fór óskerdur til Barnadeildina á Lands­ sjúkrahúsinum. Undir sendingini varð ringt til Barnadeildina fyri at vita, hvat tey høvdu størstan tørv á, og tað vísti seg at vera ein fartelda. Tað gekk ikki long tíð áðrenn heilar tvær teldu­ fyritøkur bjóðaðu seg fram og forerdu Rás2 hvør sína teldu at geva víðari til Barnadeildina á Lands­ sjúkrahúsinum. Talan var um Senta og Formula.fo. Samstundis gekk upp­ boðssølan av tí besta, og tá hendan læt aftur klokkan 17.45 konsertdagin, var boðið komið upp á heilar 3.550 krónur. Tað var Liljan Hellisdal, ið átti hægsta boðið. Hon segði tá við Rás2, at hon framman undan hevði eitt atgongumerki til konsertina, men at hon fegin vildi stuðla barnadeildini, og at dýra atgongumerkið skuldi beiggin fáa. Fegin um gávuna Nú hendi so tað, at ætlaða ískoyti til eina teldu gjørdist til tvær teldur, 16 telduspøl umframt ein beriposa av góðgæti frá Shell. ­ Vit hava bara møtt vælvild alla staðni frá. Vit fóru niðan í Expert at keypa nøkur telduspøl fyri peng­ arnar, sum komu inn frá uppboðssøluni, og har vóru teir so beinasamir, at teir bara fyltu niður í posan av telduspølum. So vit fingu munandi fleiri spøl, enn vit rindaðu fyri, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknað­ arleiðari á Rás2. Eisini var Birgir Waag Høgnesen framvið á Shell­ støðini, og har vóru tey eisini blíð og týð. Hann fekk upp í ein heilan beri­ posa av góðgæti til børnini frá teimum. Og í gjár upprann so dagurin, tá teldur, telduspøl og góðgæti skuldi handast Barnadeildini á Lands­ sjúkrahúsinum. ­ Upprunaliga var ætlan­ in, at handanin skuldi fara fram fríggjadagin 6. juni, men júst hendan dagin boðaði Fiskavirking frá tíðindafundi har teir avdúk­ aðu, at virkið í Miðvági læt aftur. Og tey tíðindini dren­ aðu orkuna úr Rás2 so hand­ anin mátti útsetast, sigur Birgir Waag Høgnesen. Á Barnadeildini vóru tey ógvuliga fegin um stórfingnu gávuna. Tove Thomsen, deild­ arsjúkrasystir, og Odmar Færø, yvirlækni á barna­ deildini, tóku ímóti, og tey vóru serliga fegin um, at talan var um farteldur. ­ Onnur skal setast í tað spælirúmið, har eingin telda er, og hin skal verða til at taka til børn, sum eru seingjarliggjandi, sigur Odmar Færø. Serliga fegin er Tove Thom­ sen um tey mongu teldu­ spølini, heili 16 í tali, sum barnadeildin nú ræður yvir. ­ Tað er heilt greitt spøl­ ini, sum hava størsta áhugan millum børnini, sigur Tove Thomsen. Barnadeildin fingið teldurnar Odmar Færø, yvirlækni, Birgir W. Høgnesen, marknaðarleiðari, og Tove Thomsen, deildarsjúkrasystir við teldunum frá Senta og Formula.fo, telduspølunum frá Expert og góðgætinum hjá Føroya Shell Mynd: Jens Kristian Vang McCain nummar tvey Ein týdnngarmikil partur av valdystinum hjá amerikanskum forsetavalevnum er almennur stuðul frá øðrum kendum virdum amerikanarum. Men tað er sum kunnugt neyðugt at velja sínar vinir við umhugsni. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudy Giuliani, mundi helst hava gloymt, hvør var høvuðspersónurin á einum tíðindafundi týsdagin. – Eg metti, at eg var hin best egnaði. Men eg helt eisini, at John McCain var nummar tvey, ljóðaði undarligi stuðulin frá Rudy Giuliani. Hann gavst fyrr í ár í roynd síni at gerast republikanskt forsetavalevni, og tað er hann eftir øllum at døma ikki komin yvir, skrivar ekstrabladet.dk Aftur galið í Eysturríki Eitt hálvtannað ára gamalt stríð um eina hækkaða húsaleigu endaði náttina til mikudag við fýrafaldum familjudrápi í eysturríkska býnum Gänserndorf. Løgreglan leitar eftir 66­ára gamla Josef Branis, eftir at systir og bróður hansara og teirra hjúnafelagar vórðu funnin skotin. Sambært kriminalløgregluni í Niedderösterreich fóru drápini fram longu týsdag seinnapart, men vórðu ikki uppdaga fyrr enn náttina til mikudag. Tá var eisini eitt bræv funnið sum gevur ábendingar um, at 66­ára gamli maðurin hevur myrt tey fýra.