Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 138 - 21. juli 2001 Nr. 138 - 21. juli 2001 3 Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Thomas Wilhelm andaðist á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið 18. juli, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin kl. 15.00. Familjunnar vegna Marjun og Bjarni Tøkk Øllum tykkum, sum á ein og annan hátt mintust til mín á sjeytiáradegnum 30.05., takki eg hjartaliga. Niclas Stovna nú felagið fyri minnisveik Stovnandi aðalfund- ur verður 9. septemb- er ELDRARØKT Eirikur Lindenskov – Bólkurin, ið varð settur á fyrireikandi fundinum tann 25. juni til at stovna felag- ið, er nú farin til verka, tey høvdu sín sín fyrsta fund mikukvøldið 18. juni, sigur Sigrun Mohr vegna fyri- reikingarbólkin. Tey, ið manna bólkin, eru avvarðandi hjá minnisveik- um, fakfólk og onnur áhugað, og eru hesi fólk ógvuliga eldhugað at arb- eiða fyri hesari søk, tí tørv- urin á slíkum felagsskapi er stórur. Ætlanin er at hava stovn- andi aðalfund sunnudagin 9. september. Á tí fundi- num verða løgd fram navn og endamál fyri felagið og viðtøkur, og sjálvandi skal nevnd veljast.Ætlanin er eisini at fá onkran at halda fyrilestur um evnið. Fyrireikararnir vóna, at stuðulin eins dyggur og á fyrireikandi fundinum, har útivið hundrað fólk møttu. – Her aldist upp okk- ara ættarlið, vit royna at ala eitt komandi við. ÆTTARVEITSLA Tíðindaskriv Sunnudagin 22. juli hittast ættarfólk Mariu og Sámal Funding til ættarveitslu. Hesin hátíðardagur byrjar í Funningi kl. 10.00 við kaffi, og síðan verður farið í kirkju kl. 12.00. Eftir kirkjugongd, verður farið á grøvina hjá Mariu og Sám- ali. Síðan gongur leiðin til Leirvíkar í bygdarhúsið, har borðreitt verður við døgurða og tí, ið hartil hoyrir. Í Leirvík verður skipað fyri sangi, upplestri, hornblástri, og eisini verður onkur ættarsøga at hoyra. Maria og Sámal Funding, sum vóru búsett í Funningi, andaðust ávikavíst 1956 og 1944. Sámal hevði tá verið blindur í 56 ár. Saman áttu tey seks døtur. Ein teirra, Anina, doyði bert hálvt ára gomul, hinar vóru, Sigga, Súsanna vanliga nevnd Duda, Jacobina, Jóhanna og Samuelina. Tað hevur stóran týdning at kenna síni ættarbond, serliga gerst ein varugur við at so er, tá ein verður tilkomin og sjálvur fær børn. Ein fær ofta hug til at vita meira um spurningar sum: Hvør líkist hvørjum? Hvussu vóru tey og tey? Hvørjar traditiónir hava verið í familjuni? Hvørjir eru mínir tríminingar, ferminingar osfr. Prátið fall inn á familju, ætt og at savna funnings- ættina, tá yngsta systurin Samulina Petersen, sum var búsitandi í Funningi, and- aðist í november í fjørð 92 ára gomul. Sámal Christiansen, Klaksvík, sum er sonur Jó- honnu Christiansen, tók stig til at savna funnings- ættina og heitti hann á Sig- vald Kristiansen, á Skála, sum er sonur Dudu, Selmu Høgnesen, í Klaksvík, sum er dóttir Siggu og Mariu Skorastein, Leirvík, sum er dóttir Samulinu um, saman við sær at fáa í lag eina ættarveitslu. Við stuðli frá yngra ættarliðnum, er hendan ætl- an fingin í lag og 220 fólk hava teknað seg til tiltakið, og er tað sera stórur partur av familjuni. Alt sum skal liva og grógva krevur umsorgan og røkt, og er tað tí neyðugt at yngru ættarliðini binda bond og verja um funnings- ættina. BMW 318I TOURING Árg 96, Km 48.000. . BMW 316I Árg 95, Km 38.000. útgjald bert 35.000. Kr. 155.000. FORD FIESTA Árg 96, Km 50.000. útgjald bert 15.000. Kr. 58.000. PEUGEOT 406 Árg 96, Km 98.000. útgjald bert Kr. 28.000. . Í dag, leygardagin er opið frá 10 - 15 Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 Skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum brynjar seg eisini út til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum OLJUVINNA Eirikur Lindenskov – Í síðstu viku skrivaðu vit undir samstarvsavtalu við Seabrokers, sum er eitt av teimum leiðandi feløgun- um í Noreg innan charter- ing av sypply-, standby- og vaktarskipum tl oljuvinn- una, sigur Álvur Mortensen á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum. Seabrokers eru eisini ser- kønir í keypi og sølu og ný- bygging av skipum til olju- vinnuna. Álvur Mortensen sigur, at hetta er fyrsta samstarvs- avtala av hesum slag mill- um eitt føroyskt og út- lendskt felag. Seabrokers hevur høv- uðssæti í Stavanger og hev- ur eisini skrivstovur í Aber- deen og Rio de Janeiro. Felagið hevur longu verið inni á marknaðinum í Føroyum. Teir skipaðu millum annað fyri avtaluni millum Statoil og P/F Hav- borg Supply Services í Leirvík um at veita supply- tænastu v.m. til boripallin »Sovereign Explorer« , sum borar á føroyskum øki. Skipini, sum verða nýtt til hetta endamál, eru »Havila Carisma« og »Havila Clev- er«. Fleiri av teimum før- oysku fiskiskipunum, sum seinastu árini hava verði leigað til vaktarskip í norskum og bretskum øki, hava eisini verði leigað ígjøgnum Seabrokers. – Endamálið við sam- starvinum millum Maretec og Seabrokers er at skipa fyri chartering av supply-, standby- og vaktarskipum til oljuvinnuna á føroyskum øki. Somuleiðis at skipa fyri keypi og sølu og bygg- ing av skipum til oljuvinn- una. Herumframt verður eisini arbeitt við at leiga føroysk veitingar- og vaktarskip til uppgávur á norskum og bretskum olju- øki, sigur Álvur Morten- sen. Sum ein liður í hesum samstarvi fer umboð hjá Maretec í næstum á skeið til Stavanger fyri at seta seg meira inn í charterings viðurskiftini v.m. í sam- band við oljuvinnuna. Maretec á Argjum: Útvega skip til oljuvinnuna Seabrokers, sum skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum nú samstarvar við, hevur longu verið inni á marknaðinum í Føroyum. Teir skipaðu m. a. fyri avtaluni millum Statoil og Havborg Supply um skipini »Havila Carisma« og »Havila Clever« Ættarfólkini hjá Mariu og Sámal Fundin hittast Maria Funding, fødd 1865 deyð 1956 og Sámal Funding føddur 1856 deyður 1944 C M Y K 3 2